Signar P. Heinesen
Politiskt samd fólk kunnu royna at skava útyvir og politiskt ósamd gera sær dælt av støðuni. Hvørgin atferðin er skynsom, tí málið er væl meira álvarsligt enn, at vit hava ráð til at vera grundleggjandi ósamd um tað.
Eitt úrslit av arbeiðinum hetta árið er, at vit áttu at havt eina felags fatan um, at langt er frá lúðraljóði, væl ljóðandi herrópum, fiksum setningum og inspirerandi ferðum til ítøkiliga at leggja lunnar undir ítøkiligum amboðum, sum verða brúkt í ítøkiligum prosjektum, sum tilsamans føra okkum ítøkiliga framá vegin í einum altjóðagjørdum heimi.
Hugtakið visión
Tað var helst Martin Luther King, sum í røðu síni, I have a dream, til 210.000 amerikanarar tann 28. august 1963, gjørdi visiónshugtakið til fólkaogn. Hetta, at síggja eina framtíð fyri sær so greitt, at fólk flest kenna seg hóma ella kanska síggja hesa framtíð, og hvønn leiklut ein sjálvur hevur í henni. Hvønn leiklut ein sjálvur hevur í skapanini av hesi framtíð, og hvørjar fruktir ein sjálvur fær loyvi at heysta.
Martin Luther King vísti á ein dreym og hann vísti eisini á eitt nú. Her er eingin tíð at oyðsla til luksus, sum at sláa kalt vatn í blóðið. Her er eingin tíð at oyðsla við doyvandi stigvísum átøkum. Nú er tíðin at skapa demokrati í verki.
Føroyska visiónin 1888-1988
Tann 22. desember 1888 stóð í Dimmalætting ein lýsing, har 9 navngivnir føroyingar sambandssinnaðir eins væl og tjóðskaparsinnaðir - kallaðu til fundar í tinghúsinum annan jóladag ...at verja Førja mál og Førja siðir. Fundurin varð hildin og niðurstøða varð gjørd í 6 punktum. Nýggjur fundur varð avtalaður til 6. januar og Føringafelagið skuldi stovnast við stevnuskránni:
1. At fáa Føroya mál til æru
2. At fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir
Vit kunnu tulka jólafundin í 1888 og fundin trettandakvøld eftir ársskiftið sum eina orðing av eini visión, sum hevði støði í stórum parti av fólkinum. Hetta støðið var bygt upp eftir fleiri árum helst áratíggjum, men ...nú er tann stundin var í 1888 galdandi í Føroyum, eins og tað var galdandi í Ameriku í 1963. Nú er nóg mikið hugsað og nóg nógvar umberingar nú taka vit samanum og leggja til brots.
Ein tók at yrkja, annar at smíða løg og triði at spæla ljóðføri og syngja. Vit bygdu upp eitt telefonnet. Vit bygdu upp eitt el-net. Vit bygdu upp eitt net av havnum. Vit bygdu upp eitt veganet. Vit hava eitt symfoniorkestur, og vit hava heilar tvær týðingar av bíbliuni í heilum líki, sum báðar verða brúktar dagliga. Vit bygdu upp fróðskaparsetur. Vit bygdu skip. Vit bygdu tunnlar. Vit bygdu ein infrastruktur, amboð og eina vinnuliga skipan, sum lyfti okkum upp frá miðøld at kalla til at vera millum fremstu lond heimsins innanfyri eina hálva øld tá ið ferð varð komin á eftir seinna heimsbardaga.
Visiónin frá 1888 rakk eini 100 ár fram í tíðina. Tann einstaki, bygdasamfelagið, almenni stjórin, yrkjarin, politikarin, bankastjórin og bakarin ein og hvør fann sín ítøkiliga leiklut í tí samlaða prosjektinum: at ganga fram í øllum lutum at føroyingar mugu vera sjálvbjargnir. Í 1988 var føroyska framleiðslan fyri hvønn borgara umleið tann sama, sum tann danska ein av heimsins hægstu. Eitt úrslit, teimum neyvan kom til hugs 100 ár fyrr.
Vegurin burtur úr eini millumtíð
Men setningurin um at ganga fram í øllum lutum hoyrdi ídnaðartíðini til. Við eini tøkniligari kollvelting í 70-80 árunum og enn eini í 90-árunum gjørdist tað ikki nóg mikið at ganga fram í øllum lutum. Nú gjørdist neyðugt at velja. Lata onnur gera tað, tey eru góð til og velja at gerast millum tey fremstu, har ein metir, at tað er møguligt samstundis sum ein ikki sleppir teim breiðu dygdunum.
Í hesi millumtíð skuldi tað vísa seg, at Føroyar valdu sína heilt serligu útgávu av hesum grundleggjandi kravi til eitt samfelag: Vit frávaldu alt. Í kreppuárunum fyrst í 90-árunum avreiddu vit nógv av tí, sum hevði nakað virði, um tað vóru skip, ella tað var einasta brúgvahøvd okkara til altjóða marknaðin í Europu, ella tað vóru royndar leiðslur. Seinni settu vit orð á hendan ikki-viljan til initiativ og nýskapan. Umskrivað til vanligan tekst ljóða tilráðingarnar frá búskaparráði og øðrum, at vit skulu duga at brúka tað, sum onnur framleiða, so effektivt sum møguligt. Einki orð um, hvat okkara íkast til samlaða heimsbúskapin skal vera.
Hendan leiðin er sjálvsagt møgulig i eini tíð, meðan vit enn eiga arvasilvur at taka av, og meðan almenna lántøkan er methøg, men hon fær ein enda. Vit kunnu sjálvsagt vóna, at hendan tíðin verður avloyst av eini oljuøld ella onkrum øðrum hepni, sum liggur uttanfyri okkara avgerðarrætt. Men teim fægstu munnu hóva at leggja sítt lív í hepni eina, eins og flestu okkara helst eisini hava ein varhuga av, at eisini hepni skal umsitast við skynsemi.
Tí var tað í tøkum tíma, at løgmaður í fjør blásti í lúður og setti sítt fólk til at seta kós frameftir og spýta í lógvarnar.
Havandi í huga útgangsstøðið kann tað heldur ikki undra, at ongar av teim visioneru orðingunum, sum higartil eru almannakunngjørdar, hava stórvegis við visiónir at gera. Í frægastu førum eru tað vanligar framskrivingar av ætlanum, sum longu hava fyriligið í áratíggju. Í ringasta føri er talan um mál, sum gjørdust óviðkomandi fyri áratíggjum síðani. Størsti trupulleikin er helst, at allar orðingar snúgva seg um útreiðslur og nýtslu - ikki um tilverugrundarlagið, sum annars er eitt formkrav fyri at brúka orðingina visión í tí høpi, tað her verður brúkt.
Tað var í tøkum tíma, at løgmaður blásti í lúður. Eins týðandi er tað, at politikarar alt Tingið - taka hond um støðuna í dag heldur enn at lasta hesum og hasum fyri slíkt, sum vit vita er ómetaliga trupult at handfara. Tað er lítið og einki, sum bendir á, at ein onnur samgongusamanseting hevði gjørt stórvegis mun. Heilt einfalt tí føroyska samfelagið er pettað sundur. Ikki í ósemjum, sum tað so mangan verður sagt, men bygnaðarliga og helst av somu orsøk - í vantandi felags fatan av støðuni og krøvunum til eitt nútímans samfelag. Vit vita, men vit fáa ikki hesa vitan til høldar.
Í 1888 vistu flestu føroyingar, at mentunararvurin skuldi røkjast, skuldi okkum vera lív lagað. Føroyingar vistu eisini, at skuldu Føroyar gerast rímiliga sjálvbjargnar, máttu vit ganga fram í øllum lutum. Hesi vóru krøvini í ídnaðarsamfelagnum í teirri tjóðarbyggjandi tíðini, tá ið hugtakið land alt meira fekk tann týdning, sum tað hevur havt størsta partin av 1900-talinum.
Leiðin úr eini millumtíð í dag er ein onnur. Hóast nógv er, sum vit vita lítið og einki um, er tó okkurt, sum vit vita fyri rættiliga vist.
Nøkur klípi til eina felags fatan
Eina orðing um krøvini til eitt samfelag kunnu vit læna frá amerikumanninum Peter F. Drucker. Hann varð føddur í 1909 og doyði á heysti 2005. Orðini standa í bókini Management Challenges for the 21st Century, 1999 (ja, hann var 90 ára gamal rithøvundur):
Framleiðsluevnini (productivity) hjá tí, sum arbeiðir við vitan, er týdningarmesta málið fyri leiðslurnar í 21. øld. Í menningarlondunum er hetta sjálvur spurningurin um at yvirliva (survival requirement). Í framkomnu londunum er eingin annar máti at fasthalda einum plássi í fremstu røð og einum høgum livistøði.
Hugsa vit okkum um enn einaferð, munnu vit øll gerast greið um, at okkara tilverugrundarlag kann ikki vera, at brúka tað, sum onnur gera, so effektivt, sum møguligt. Hetta eru góð ráð afturvið til tess at røkja búskapin frægast møguligt, men so heldur ikki meir. Okkara tilverugrundarlag stendur og fellir við, at tann parturin av fólkinum, sum arbeiðir við vitan, fær og skapar sær sjálvum góðar arbeiðsumstøður og gerst effektivur. At fáa vitan til høldar.
Hesin setningurin leiðir okkum fram til tann avgerandi spurningin: Hvat er okkara íkast til heimssamfelagið? Hvat er tað, sum rættvísger, at inntøkan hjá føroyingum er millum hægstu í heiminum? Hvørja vitan hava vit í Føroyum, sum kann umskapast til vørur á altjóða marknaðinum? Hvar liggur okkara partur av nýskapanini? Hvar liggur okkara initiativ?
Hugsa vit okkum um enn einaferð, munnu vit øll gerast greið um, at okkara tilverugrundarlag kann ikki byggja á at royna at eftirgera slíkt, sum onnur gera bíligari og effektivari enn vit. At kopiera eru eini góð ráð til ein og hvønn. Men tað, sum ger munin fyri okkum høgt løntu á altjóða marknaðinum, er ikki bert, hvussu væl vit herma, men harafturat, hvat vit leggja afturat okkara nýskapandi íkast. At herma (tað, sum viðhvørt verður nevnt kjarnuførleikin, grundleggjandi førleikin, core competence og advanced competence eru fremmandar orðingar) er ein fortreyt fyri at vera við nýskapandi parturin avger, hvussu langt vit røkka. Hetta hóast kanska 70-80% av allari framleiðsluni í landinum eru vørur og tænastur, sum vit veita hvørjum øðrum, og sum hevur lítið við nýskapan at gera.
Løgmaður hevur blást í lúður. Vit hava í dag møguleika fyri so greitt, sum tørvur er á tí - at vísa á, hvat føroyska íkastið til heimsbúskapin kann vera. Vit hava í dag eisini møguleika at vísa á leiðir, sum kunnu bøta munandi um, hvussu vit fáa meira og betur vitan til høldar. Nógvar spjaddar royndir geva eina greiða ábending um, at tíðin er búgvin.
Íðan hvar er so trupulleikin? Hvar brennir tampurin. Vit vita helst eisini, hvar tampurin brennir eins og so mangt annað. Men júst her er knúturin og eitt dømi um, hví vit kunnu mynda støðuna við kyksendi. Tí hvat nyttar at vita, tá ið illa ber til at fáa nakra líkinda vitan til høldar?