Fyrrapartin í gjár visti løgreglan at siga, at bilurin, ein gráur Opel Astra frá 2007 við nummarplátuni BD153, sum varð stolin við bilasøluna hjá Wenzel, varð funnin aftur í Kirkjubø.
Løgreglan hevði eftirlýst bilin á Facebook-vanganum hjá Føroya Politi, og bilurin varð funnin aftur á stóra parkeringsplássinum við farstøðina í Kirkjubø.
Her stóð bilurin avlæstur, og sum skilst hevur bileigarin á sínum Facebook-vanga heitt á tann, sum stjól bilin, um at vera so beinasamur at koma aftur við lyklinum.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun varð Opel Astra-bilurin stolin við "røttum" lykli, sum merkir, at lykilin hevur ligið í bilinum, tá hann hvarv.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, hevur bilurin staðið hjá Wenzel og arbeitt hevur verið leypandi upp á hann. Tí hevur lykilin eftir øllum at døma bara ligið í bilinum.
At síggja til er einki komið upp á bilin, sum helst er settur á parkeringsplássið í Kirkjubø í sama standi, sum hann varð stolin á økinum hjá Wenzel.
Men, tað veit løgreglan ikki við vissu, og tað fæst at siggja, tá bileigarin einaferð hevur fingið lyklarnar til bilin aftur.
- Spurningurin er, hvør hevur stolið bilin, og hví hann er endaður í Kirkjubø. Tað vilja vit fegin frætta um, um onkur veit okkurt at siga um tað, sigur løgreglan í morgun.