Finnbogi Ísakson
????
Tað hava verið valdsharrar í søguni, sum hava hildið tað einasta rætta verið at javna alt verandi við jørðina og so byggja uppaftur ein nýggjan, betri og rættvísari heim. Allar tær royndirnar hava ført til ólukkur.
Slíkir tankar hava tó eisini verið í høvdunum á mongum skilafólkum, sum als ikki hava havt ella hava valdsharralyndi. Tí hava tankarnir í hesum høvdum heldur ikki ført til nakra vanlukku, tí teir hava bara verið verandi tankar og hava ikki verið framdir í verki. Tíbetur.
Basisvinnan
Mær tykir, at basisvinnan - fiskivinnan á landi og sjógvi - fær ov nógvar ákoyringar næstan hvørja ferð, talan er um at skapa nýggjar vinnur. Onkur hevur sagt, at tað er bara gott, at flakavinnan minkar, kanska hevði verið best um hon fór fyri bakka. Onkur annar sigur, at við at veita fiskivinnuni studning, forðar tað almenna fólki í at fara at lesa víðari. Tað gerst so attraktivt at arbeiða fisk, at fólk tíma ikki at lesa. Eg taki fult út undir við, at vinnan eigur at klára seg við ongum studningi, men eg ivist í, um tað studningurin, sum ger, at hesi fólkini ikki fara at studera. Tað høvdu tey neyvan gjørt, sjálvt um ongin studningur var. Tað er væl hugsandi, at tey høvdu endað á ALS í staðin.
Viðmerkingar av hesum slag eru óhepnar. Fyri tað fyrsta skapar hetta í gerandisdegnum eina uppaftur størri gjógv enn hana, sum helst altíð hevur verið ímillum tey, sum leggja rygg til og handamegi í sínum arbeiði, og so tey, sum brúka høvd og fingrar mest. Onkursvegna virkar tað, sum at sokallað ófaklært arbeiði er minni vert enn sokallað faklært arbeiði.
Sokallað havi eg sjálvandi skrivað við vilja. Tí tað ber jú til at gerast faklærdur aðrastaðni enn á skúlabonki. Lívsins royndir kunna gera fólk meira faklærd enn nøkur skúlastova. Tann, sum kennir mið og leiðir, rák og veður og vind til lítar er faklærdur - í mínum eygum. Hvaðani hann ella hon so hevur henda fakliga kunnleika.
Tínæst er tað ikki rætt, at menn fara til sjós og kvinnur á flakavirki av neyð. Bara tí, at tey kunna einki annað. Lat meg taka sjómannin sum dømi: kanska ikki allir, men nógvir fara til skips, tí tað er hetta lívið teimum dámar. Teir brýggja seg ikki um dag um dag at arbeiða frá 8 til 5. Og so kanska eitt sindur av yvirtíð viðhvørt. Teir vilja heldur hava óregluligt arbeiði. Strævnar dagar og nætur, vikur og mánaðir ein part av árinum. Og so uppiløgu ella at leggja ein túr burtur ímillum viðhvørt.
Summum dámar at liggja úti fyri oyggjunum í góðum veðri og sjaskveðri ein dag ella nakrar dagar og so aftur til hús. Øðrum dámar at fara longri leiðir - suðureftir, eystureftir, norðureftir og vestureftir. Í teimum øllum býr veiðumannalyndið: hetta kanska at kunna gera kvetti. Stundum gera teir kvetti, aðrar tíðir mislukkast tað. So eru minstaløn og dagsstudningur trygd fyri, at teir ikki eru fyri nakrari vanlagnu kortini.
Hetta er okkara basisvinna. Tað er her, vit fáa eina vøru at flyta út, og tað er tann útflutningurin, sum ger tað møguligt hjá okkum at flyta inn vørur.
Aðrar vinnur
Síðani eru tað aðrar vinnur, vit hava líka nógv brúk fyri sum basisvinnuni, um vit skula hava eitt vælvirkandi samfelag. Her er fyrst at nevna almennar og privatar tænastuvinnur. Vit hava jú harðliga brúk fyri tí góða arbeiði, sum starvsfólk í heilsuverkinum, skúlaverkinum og almannaverkinum gera. Ella Postverkinum, Strandferðsluni, hjá SEV og á televerkinum.
Vit hava eisini harðliga brúk fyri teimum, sum røkja handilsvinnuna. Sum gera byggiarbeiði og umvælingararbeiði. Vóru hesar og fleiri líknandi tænastur ikki, høvdu vit ikki havt nakað samfelag. Summi av hesum arbeiðum krevja fólk við fakligari útbúgving á skúlabonki. Summi arbeiði verða røkt av ófaklærdum. Og brúk er fyri teimum øllum.
Síðani er at nevna ta almenn umsitingina. Tað man vera har, mest er brúk fyri fólki við hægri útbúgvingum. Har eru løgfrøðingar og búskaparfrøðingar og aðrir frøðingar. Uttan teirra kunnleika hevði samfelagið heldur ikki virkað.
Henda uppreksanin hevur til endamáls at vísa á, at brúk er fyri øllum teimum, sum arbeiða, bæði á sjógvi og landi, faklærdum og ófaklærdum. Tað førir onga leið, at ein bólkur roynir at kúga ella niðurgera ein annan bólk fyri at byggja eitt nýtt og betri samfelag upp. Virðing er tað allarminsta, vit skylda hvørjum øðrum.
Tey útlagnu
Fyri sløkum 30 árum síðani royndi eg sum landsstýrismaður at fáa eitt yvirlit yvir føroyingar, sum høvdu fingið hægri útbúgving, og sum ikki vóru komnir heimaftur. Eg visti, at nakrir mundu teir vera, kanska nokkso nógvir tilsamans, tí - hvat skuldu teir koma heimaftur til? Vit góvu teimum møguleikan at taka málsligt ella matematiskt studentsprógv í Føroyum, síðani fóru teir av landinum, nógv teir flestu til Keypmannahavnar, at fáa akademiska útbúgving. Men samfelagið hevði tíverri ikki brúk fyri teirra kunnleika í mongum førum. Jú, nøkrum læknum, nøkrum løgfrøðingum, nøkrum studentaskúlalærarum og nøkrum aftrat. Men ikki fyri øllum, verri enn so. Talan var sostatt um longu tá, at vit útfluttu fólk við kunnleika.
Tað var ikki sum at siga tað at fáa eitt slíkt yvirlit. Í Landsstýrinum fanst tað ikki. Skúlaumsitingin, sum tá lá hjá Ríkisumboðnum, hevði tað ikki. Heldur ikki Fróðskaparsetrið.
Eg helt so, at Meginfelag Føroyska Studenta MFS mundi hava tað. Men gakk. Har kundu tey tó útvega mær eitt yvirlit yvir nøkur fólk, sum tey kundu koma í tankar um.
Og so vítt eg veit finst framvegis einki slíkt yvirlit. Tað kundi annars verið hent at havt í teimum førum, tá ein stovnur ella fyritøka ætlar at headhunta onkran við góðum førleika. Onkur átti at átikið sær at gjørt eitt slíkt yvirlit.
Nakað meir enn vanligt av útbúnum fólki er komið heimaftur 10 tey seinastu árini, meðan landsumsitingin er vorðin útbygd. Har verður tó neyvan brúk fyri fleiri akademikarum fyri fyrst, men kanska fáa tær samanløgdu kommunurnar við fleiri og størri uppgávum brúk fyri lærdum fólki. Spurningurin er so, um tørvurin í landsumsitingini minkar samsvarandi.
At tað framvegis eru nógvir føroyingar við hægri útbúgving, sum ikki koma heimaftur, fingu vit eina ábending um í teirra frálíku sendingini Ekkó, sum Barbara Samuelsen hevði í Sjónvarpinum sunnukvøldið. Hon hevði verið í Danmark og hitt nakrar føroyingar, sum høvdu hægri útbúgving og starvaðust niðri: ein gengranskara, ein sálarfrøðigranskara og ein sjónvarpsteknikkara.
Gengranskarin kundi av góðum grundum ikki koma aftur, tí gengransking hevur ikki verið loyvd í Føroyum, men har kemur vist annað lag á nú, og tað er eisini uppá tíðina.
Gestur Hovgaard á Granskingardeplinum í Klaksvík hevði kannað, hví 15 útlagnir føroyingar ikki komu heimaftur. Sambært honum er tað lægri lønarlagið ikki so avgerandi, men heldur ótryggleikin. Hetta, at játtanin td til gransking og eisini onnur endamál er so ójøvn frá ári til árs. Tað sigur seg sjálvt, at ongin fer at byggja sítt tilverugrundarlag á eina skipan, har tey kanska ikki vita, um tey eru keypt ella seld, tá eitt ár ella tvey eru farin. Her má verða lagt betur til rættis.
Og tað átti eisini at borið til at fingið henda ótryggleikan beindan burtur. Vit høvdu í 6 ár eina fullveldissamgongu, sum hevði gransking ovarlaga á skránni. Nú hava vit eina heimastýrissamgongu, sum eisini hevur gransking ovarlaga á skránni. Tað átti tí at borið til at fingið í lag eina tvørpolitiska langtíðarætlan fyri játtanum á hesum øki. Ongantíð ov skjótt.
Alheimsgerðin
Kapping hevur leingi verið millum lond um vælútbúgvin fólk. Læknar og búskaparfrøðingar td hava lutfalsliga lætt við at starvast í einum og hvørjum landi, og eftirspurningurin hevur verið stórur. Tí hevur eisini verið torført í mong ár at fáa eitt nú nóg nógvar læknar til Føroya, føroyingar ella útlendingar.
Nú ger globaliseringin ella alheimsgerðin, at eisini framleiðslan verður rakt. Ein partur av okkara fiskatilfeingið verður longu fluttur til Kina, har tað verður viðgjørt og so selt aftur á evropeiska marknaðinum - við vinningi. Í nærmastu framtíð verður kanska eisini fiskur sendur úr Føroyum til eitthvørt land í Eysturevropa til víðari viðgerð. Vit kappast ikki longur bara við norðmenn og íslendingar, men allan heimin - um tann fisk, sum sambært lóg er ogn Føroya fólks.
Eitt annað dømi um, hvussu alheimsgerðin rakar, er KT-fyritøkan, sum Heini Zachariasen og aðrir hava stovnað. Hon hevur sína framleiðslu í Bulgaria, nakað sum var óhugsandi fyri fáum árum síðani. Haraftrat hava teir skrivstovur í London og Keypmannahavn og ferðast tí nógv.
Spurdur, um henda fyritøka ikki kundi verið í Føroyum, svaraði Heini Zachariasen, at fleiri trupulleikar eru. Eitt er, at Internetsambandið er alt ov dýrt. Vónandi kann bøtast upp á tann trupulleikan. Eitt annað er, at ferðasambandið er bæði ov dýrt og vánaligt. Verri er við tí. Tað er jú heilt óhugsandi, at flogsambandið úr Føroyum til útheimin nakrantíð verður bara nær námindi so gott sum flogsambandið úr Kastrup til útheimin.
Hugskotsbanki
Framman fyri er víst á, at vit hava øll brúk fyri hvørjum øðrum, og at øll, lærd og ólærd, hava stórar trupulleikar at dragast við. Avbjóðingarnar eru so stórar sum ongantíð, serliga orsakað av teirri alheimsgerð, sum vit ikki megna at gera nakað við. Vit noyðast at laga okkum eftir teimum nýggju umstøðunum, men eiga samstundis at ansa eftir, at vit ikki eru so íðin at tillaga okkum, at vit leypa framav.
Aðrastaðni hava teir hugskotsbankar - tað, sum á donskum verður nevnt ?tænketank?. Í Donsku-føroysku Orðabókini hjá Stiðjanum verður hetta danska orðið týtt soleiðis:
Tænketank - hugbanki, hugskotsbanki (serfrøðingastovnur el. granskingarstovnur, har sum td búskaparfrøðingar, søgufrøðingar, løgfrøðingar, verkfrøðingar og teldufrøðingar royna at greiða el. loysa mál við framtíðini í huga).
Kanska hevði tað verið vert at roynt ein hugskotsbanka av hesum slagnum í Føroyum. Vit koma so onga leið bara við at sita og gremja okkum. Og brúk hava vit fyri nýggjum vinnum. Men tað ber til at argumentera fyri tí uttan at hava ein farra av illvild móti einastu veruligu framleiðsluvinnu, sum vit hava.
Tað er jú ikki sørt, at vit hava roynt nýggjar vinnur í Føroyum. Í fyrru helvt av áttatiárunum vóru tað kemikaliuskipini. Í seinnu helvt svartkjafturin. Báðar royndirnar miseydnaðust og kostaðu landskassanum og einstaklingum hundraðtals miljónir.
Hvat nýggjum royndum viðvíkir eru onkrir glottar fyri stavn. Eg havi skilt á lagnum, at stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, og aðalráðgevari hansara Tróndur Djurhuus ætla sær út at revolusjonera verðina tekniskt. Teir kappast við Singapore og Hongkong.
Lat okkum síggja úrslitið av tí eksperimentinum, áðrenn vit jarðleggja fiskivinnuna og flakavinnuna til frama fyri nýggjar vinnur.










