Brandfellur í almennum bygningum

Nógvir almennir bygningar eru í so vánaligum standi, at teir eru rætt og slætt heilsuskaðiligir at vera í. Harafturat kunnu nógvir bygningar eisini verða brandfellur, tí teir eru ikki brunatryggjaðir eftir forskriftunum

- Almennir stovnar og bygningar verða so illa røktir, at teir kunnu verða brandfellur og kunnu eisini í aðrar máta verða heilsuskaðiligir hjá fólki at vera í.
Tað staðfestur Ewald Kjølbro, deildarleiðari á bygningsdeildini hjá Landsverki.
Hann sigur, at tað almenna hevur forsømt sínar ognir so illa nú í nógv ár, at nú er orsøk til at rópa varskó.
- Tað, sum landið brúkar upp á at røkja og halda sínar ognir, er bara ein brotpartur av tí, sum krevst fyri at tær ikki skulu forfella.

Bara 45 krónur
Vanliga verður sagt, at skulu bygningar ikki forfella, skal tað almenna brúka einar 160 krónur um árið til røkt fyri hvønn fermetur.
- Men hesi seinastu 12 árini hevur tað almenna í Føroyum bara brúkt 45 krónur í miðal til at halda almennar bygningar fyri.
Á fíggjarlógini í ár er talið hækkað upp í einar 90 krónur fyri fermeturin, tí ein serlig játtan er latin til at umvæla almennar bygningar fyri í eini roynd at skapa arbeiði.
- Men tað er framvegis langt frá minstamarkinum, staðfestir Ewald Kjølbro.
Hann sigur, at avleiðingin av hesum forsømilsinum, er, at nógvir almennir bygningar eru rættiliga forfalnir.
- Nógvir bygningar eru í rættiliga vánaligum standi. Støðan er nú so ring, at tað er orsøk til at ávara ímóti gongdini.
- Vanligu trupulleikarnir eru lekar og fuktskaðar og tað rot, sum tað elvir til.
Leiðarin á bygningsdeildini sigur, at ein stór orsøk til teir trupulleikar, ið almennir bygningar hava av blámusoppi, sum er heilsuskaðiligur, er rætt og slætt, at teir eru ikki røktir nóg væl.
- Har er talan um lekar, har fuktur sleppur inn. Og verður tað ikki umvælt, fær tað loyvi at breiða seg og elvir til soppavøkstur.

Almennar brandfellur
Ewald Kjølbro leggur afturat, at hendir onki munagott nú, kann væntast, at hesir trupulleikar fara at veksa.
- Sostatt stúri eg fyri, at verður onki munagott gjørt nú fara tað um nøkur ár ár verða enn fleiri almennir bygningar, sum eru heilsuskaðiligir at vera í.
Eitt annað er so tað, at nógvir bygningar kunnu verða brandfellur, tí teir eru ikki brunatryggjaðir eftir forskriftunum.
Ikki minst ger hetta seg galdandi, tá ið bygningar verða bygdir um, ella tá ið teir koma at hýsa øðrum virksemi, enn tað, teir áður hava hýst.
Dømi um hetta kunnu vera hús, sum eru keypt til eldrabýli, ella bústovnar av ymsum slagi.
Tað vísir seg, at tá ið Brunaumsjónina kannar almennar bygningar, eru sum oftast rættiliga nógvar viðmerkingar til brunatrygdina, men tað er ikki altíð, at ráðini eru til at fylgja forskriftunum.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at tá ið vit sýna bygningar, síggja vit mangan, at vit eru langt afturút, hvat viðvíkur at lúka krøvini frá brunaumsjónini.

Stór innspræning
Ewald Kjølbro sigur, at skal tað eydnast at fáa viðurskiftini í rættlag og fáa almennar bygningar í vanliga góðan stand, krevst ein munandi, fíggjarlig innspræning hesi næstu heilt fáu árini.
Hvussu stór hendan innspræningin skal vera, hava tey ikki roknað út. Men talan kann skjótt verða um um hundraðtals milliónir.
Hinvegin er Landsverk nú farin í holt við at skráseta allar almennar bygningar fyri at vita, hvørjum standi teir eru í.
Men harumframt krevst so, at árliga játtanin til viðlíkahald, verður hækka uppí í einar 30 millónir um árið fyri at varðveita bygningarnar á einum vanligum viðlíkahaldsstøði.
Hann sigur, at verða bygningar ikki røktir, slepst ikki undan at trupulleikin veksur og tað er so skjótt, at hann blívur so stórur, at hann letur seg ikki umvæla.
- Tá er neyðugt at skifta út ella at byggja nýtt og sostatt er væntandi viðlíkahald eitt tvíeggjað svørð, sum verður nógv dýrari at fáa bilbukt við í síðsta enda, verður hond ikki tikin um trupulleikarnar so hvørt teir vísa seg.
- Tá er talan ikki longur um eina umvæling, men um endurbygging og tað kostar munandi meir og í longdini er sostatt ongin sparing í at halda aftur í viðlíkahaldsútreiðslunum, tvørtur ímóti.

Fáa onki næstu árini
Hóast Ewald Kjølbro staðfestir, at játtanin til at røkta almennar bygningar fyri, bara er ein brotpartur av tí, sum hon átti at verið, bendir onki á, at ætlanin er at raðfesta hetta tey næstu árini.
Tvørtur ímóti er ætlanin at skerja játtanina til Landsverk 3,4 milliónir næsta ár
Sambært frágreiðingini, sum varð løgd fyri Løgtingið saman við uppskotinum um játtanarkarmin, sæst, at onki er avsett á grein 15 til viðíkahald av almennum bygningum hesi næstu fimm árini


233 almennir bygningar
Tað er Landsverk, sum umsitur almennar bygningar og ein uppgerð hjá stovninum vísir, at tilsamans eigur landið heilar 233 bygningar um alt landið.
Landafrøðiliga standa bygningarnir soleiðis

Staður Bygningar
í tali
Suðuroy: 27
Sandoy: 3
Vágar: 3
Mykines: 1
Suðurstreym: 130
Norðstreym: 22
Eysturoy: 10
Norðoyggjar: 18

Tilsamans 214

Umframt hesar bygningar eigur landið eisini Biskupsgarðin og 18 prestagarðar kring landið.
Sostatt eigur landið 233 bygningar tilsamans ymsastaðni í landinum og samanlagt hava hesir bygningar eina gólvvídd upp á 158.524 fermetrar.
Men harafturat varðar landið eisini av ymsum sjálvognarstovnum og tá ið tað almenna leigar bygningar til almennar stovnar ella almenna umsiting, er tað viðhvørt ein partur av sáttmálanum, at landið skal betala fyri at halda bygningarnar.
Soleiðis er talan um rættiliga nógvir bygningar tilsamans, sum tað almenna skal betala fyri at at halda og er talan um bygningar við eini góvvídd upp á tilsamans 183.183 fermetrar, sum tað almenna hevur ábyrgdina av at røkja.