Hann byrjaði sum fimm ára gamal at spæla klaver. Leygardagin vann hann finaluna í stóru talentkappingini innan klassiskan tónleik, Stella Polaris, sum fór fram í Norðurlandahúsinum. Hettta er ein kapping, sum er ætlað klassikum tónleikarum undir 24 ár.
Sostatt er Mattias Kapnas mettur at vera tann besti unglingurin á føroyska tónleikapallinum hvat klassiskum tónleiki viðvíkur.
- Sjálvandi eri eg glaður fyri at hava vunnið kappingina, men fyri meg var tað líka so stórt, at eg nú fekk møguleika at vísa fleiri av teimum, sum eg havi stóra virðing fyri, hvat tað er, eg dugi, sigur Mattias Kapnas, sum dagliga gongur á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Í fjør bleiv hann bachelor og heldur nú fram á fjórða ári á kandidatinum.
- Hóast eg klári meg væl í klaverspæli, so er tað ikki soleiðis, at eg eri komin sovandi til tað støðið, eg nú eri á. Tað krevur hart arbeiði, og onkrir tímar framman fyri klaverium hava so sanniliga verið strævnir, sigur Mattias.
Uppvaksin í tónleikaheimi
Fyrstu ferð Mattias fór til klaverspæl, var hann fimm ára gamal, og familjan búði í Belgia.
- Babba, Nicholas Kapnas, tókst nógv við tónleik um tað mundið og spældi á professionellum støði. Hann vildi fegin, at vit systkini skuldu spæla okkurt ljóðføri, og tað bleiv so til klaver, fortelur Mattias, sum er fegin um, at valið fall á klaver fram um okkurt annað ljóðføri.
- Klaver er eitt gott ljóðføri at byrja við, tí dugir tú klaver, er lætt at skifta til okkurt annað ljóðføri. Tað gevur onkursvegna eitt rættiliga gott harmoniskt forstáilsi, sigur Mattias.
Hóast hann í dag klárar seg framúr væl á klaverinum, so vísir hann á, at klaverspæl ikki fall honum heilt nattúrligt at byrja við.
- Eg vil siga, at eg havi havt trupulleikar sum flest onnur, ið hava spælt klaver. Tað var als ikki super lætt hjá mær, men við miðvísari venjing og sjálvandi eisini áhuganum fyri tónleiki, so havi eg ment meg til tann klaverspælaran, eg eri í dag, sigur Mattias.
Sum sjey ára gamal flutti familjan til Føroya, og Mattias fór í Sankta Frans skúla. Árini í barnaskúlanum hava havt stóra ávirkan á seg sum tónleikara, heldur hann.
- Tónleikur fylti nógv í skúlanum, vit sungu ofta og brúktu rættiliga fitt av tíð upp á tónleik, og tað dámdi mær ótrúliga væl. Har var tað kul at fáast við tónleik, sigur Mattias.
Einki trýst heimanifrá
Hóast pápi Mattias, Nicholas Kapnas, altíð hevur fingist við klassiskan tónleik og eisini er undirvísari á Musikkskúlanum, hevur Mattias ongantíð merkt, at hann hevur verið trýstur heimanifrá til at fáast við tónleik.
- Eg havi ikki á nakran hátt følt, at eg havi verið tvungin til at venja klaver. Sjálvandi hevur pápi mín havt stóra ávirkan á meg og mítt klaverspæl. Hann tekur tónleik ógvuliga seriøst, men fyri meg er tað bara ein positivur hugburður at hava, sigur Mattias og heldur fram:
- Vit hava altíð havt klaver heima, so tá eg havi sitið og vant, hevur hann lurtað væl og er komin við ráðum og viðmerkingum. Eisini um hann hevur sitið í einum øðrum rúmi. Tí hevur tað onkurntíð verið sum at hava ein klaverlærara heima við hús. Kanska hevur tað onkuntíð verið strævið, men eg havi ongantíð verið trýstur av hvørki babba ella mammu at spæla klaver. Eg havi altíð tímað tað sjálvur, sigur Mattias.
Hann dylir tó ikki fyri, at tað hava verið tíðarskeið, har hann hevur tímað minni væl at spælt klaver.
- Ta einu tíðina brúkti eg nógva tíð upp á fótbólt og eisini skateboard. Kanska hevur tað eisini verið við til, at eg ongantíð havi verið hildin uttanfyri av floksfeløgum, hóast eg var millum tey fáu, sum brúkti nógva tíð upp á klaverspæl. Onkuntíð plagdi eg eisini at taka onkran frá flokkinum við til klavervenjing, og tá blivu tey eitt sindur ovfarin, tí tey vistu ikki, at tað hóast alt var á einum hampiliga høgum støði, eg var á, sigur Mattias og flennir.
- Júst tann reaktiónin frá teimum hevur eisini verið við til at motivera meg og gjørt, at eg ikki havi viljað givist við klaverspælið, tey tíðarskeiðini, tá eg ikki havi tímað so væl.
Venur allan dagin
Í 2010 byrjaði Mattias á Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn, og eftir at hann í fjør bleiv bacelor, er hann nú farin undir fyrsta ári á kandidatútbúgvingini.
Hóast hann bert hevur fimm undirvísingartímar um vikuna, fyllir skúlin ógvuliga nógv.
- Tú mást vera rættiliga disciplineraður, tí tú hevur sjálvur ábyrgd av allari fyrireiking til tímarnar, sum tú hevur saman við undirvísarunum, sigur Mattias. Ein vanligur dagur á skúlanum byrjar við, at hann venur frá klokkan átta um morgunin til einaferð á døgurða. Eftir ein lítlan matarsteðg venur hann aftur til umleið klokkan fýra, tá hann plagar at fara heim eina løtu. Ofta fer hann síðani aftur á skúlan um kvøldið til enn meira venjing.
- Næstan øll tíðin fer til klaverspæl. Afturat fyrireikingunum til undirvísingartímarnar hava vit eisini javnan konsertir bæði á skúlanum og eisini uttan fyri skúlan, so jú, tú kanst siga, at tónleikurin fyllir alt. Men mær dámar tað væl, sigur Mattias, sum hevur ætlanir um at liva av tónleikinum.
- Eg gangi á konservatoriinum, fyri at eg skal kunna liva av mínum klaverspæli. Eg veit væl, at skalt tú liva av tónleiki í føroyum, so mást tú eisini undirvísa, men tað hevði eg eisini væl tímað, sigur Mattias, sum hevur ætlanir um at koma aftur til Føroya, tá hann er liðugur við útbúgvingina.
- Hetta er tað, eg tími. At sjálvur kunna skapa tónleik, framføra fyri ymsum fólkum og harvið loyva teimum ta løtuna inn í eina verð, sum annars er teimum ókend. Tann kenslan er heilt serlig, sigur Mattias.










