dóttur Godtfred Joensen. Hann er sera væl kendur í føroyska gospelheiminum, og nú roynir dótturin seg á sama øki. Bólkurin Kopp hevur ferðast nógv í Norðanlondum og Týsklandi og hevur harafturat verið ein túr [...] atgongumerkini fara at kosta 80 krónur og tan prísurin verður galdandi fyri øll. Tó verður undantak gjørt um foreldur hava børn undir skúlaaldur við. Sita børnini á knøunum hjá foreldrunum sleppa tey fyri hálvan
John Arni! Ongin fær verið ovfarin um tað. Í gjár vunnu teir allir. Heini, sum fram um teir flestu hevur gávurnar at leita fram allar resoursir og leggja alla megi í, tá um ræður, tykist sera nærlagdur, og [...] var gongdin tann, at John stigvíst styrkti sær støðuna, og endin var, at hann gjørdi sína skyldu. Sama var við John Arna, sum stríddist við svarta fólkinum móti Terja. Talvið var eitt sindur fløkjasligt [...] York-ferðamenninar Jóan Hendrik og Eyðun endaði við sigri til havnarmannin, sum ikki vil hoyra talan um, at úrslitið var "óvæntað". Spurturin er byrjaður - nú verður spennandi! Toppdysturin í dag eitur:
Telvingarfelag tók dystin uppaftur móti Vestmanna um Wood-borðið eftir tvey ára steðg. Hann vandi óført um kvøldini og ringdi nógv til aðrar telvarar um dagin ? alt fyri at skapa stemning fyri einum páskatúri [...] kalla tey at vera ludoman. Jákup var blivin "talvoman". Tosaði til tíðir um lítið annað. Móti vári 1962 kundi hann tó spyrja meg um Vestmanna, sum eg kendi líka væl frá ferðum norðuri hjá abba og ommu, sum [...] um heldur enn lundi á jólanátt. Men at telva dugdu teir. Ferðin gekk um Kollafjørð. Ein tíma at sigla við mjólkarbátinum norður um Hólma, við Síðu og á Sjóvarbrúgv, tá ein hugtakandi bryggja, har deyðir
Og niðurløgdu støðuna var hildið at hann fór at vinna. John Rødgård og Flóvin Tór Næs samdust skjótt um javnt! Tað er at undrast á, at John ikki leggur meira fyri at fáa Heina aftur. Kanska hevur hann ætlað [...] Eyðun og Ólavur telvaðu javnt - her stóð púra fast allanvegin, so hvørgin hevði nakað at iðra seg um. Og Terji vann ímóti Bernhard í jøvnum endatalvi. Spurningurin er so, hvussu verður í dag. Heini hevur [...] og Jóan Hendrik sínamillum, Tummas Martin skal í holt við Ólav, og Eyðun og Bernhard hittast yvir sama borð.
vikurnar. Havnar Telvingarfelag hevði uppskot um eina felags arbeiðsskrá, og hana samdust við skjótt um. Í stuttum skuldi tann ungi stórmeistarin nøkur kvøld um vikuna leiðbeina og leggja limum felagsins [...] ýningum, bæði almennum og í felagnum. Um sjálva telvingina kann farast lætt um; hann hølvaði meginpartin av í simultankappingum, tó segði hann seg vera bilsnan um mótstøðuna, hann fekk, tá ið hann setti [...] vóru teir ikki so bragdligir annan dagin. Hvat teir annars hildu um Ólavsøkuna minnist eg ikki, at teir søgdu nakað um, men Ivan var ovfarin um hvussu áhaldnir føroyingar vóru í veitslulagi. Eftir Ólavsøkuna
hansara blaði. Eisini í blaðheiminum eru huldumenninir nú horvnir. Mangan hevur verið kjakast um teir, tøvt í sama stað til onga nyttu, bara til forargilsi og dálking av sinninum. Tað er ikki tann ting í heiminum [...] meðan Jan Müller hevur verið blaðstjóri. Hann hevur treiskur ligið á takinum. Hann hevur havt ein dreym um at gera eitt lesiverdugt blað fyri allar føroyingar. Tað kendist sum hann tað kvøldið setti krúnuna [...] honum fyri arbeiði og ynskja honum tillukku. Eisini skal tað vera honum væl unt at koma til arbeiðis um morgnarnar, uttan at skula noyðast at lesa bæði gor og gall frá ónevndum lesarum. Steinbjørn B. Jacobsen
beinleiðis tann mátan danir gera tingini uppá. Vit kunnu fara út og geva lyfti um, hvussu vit skulu skipa eitt nú eldrarøkt, um vit koma inn á ting, men veruleikin er, at vit hava nakrar fíggjarligar karmar [...] Hendan loysnin er bíligari enn at byggja stór og dýr røktarheim, sjálvt um Heimarøktin má útbyggjast samsvarandi. Tá vit hugsa um Heimarøktina, so vita vit, at tað liggur eitt sera stórt trýst á hesum stovni [...] hoyrir aftur og aftur, er tað einsemi hesi fólk kenna, tí í dag eru tað so fá, ið hava familjuna rundan um seg dagliga. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, t.d. eru tey flestu upptikin av arbeiði, hava sjálv heim
betur um íslendska fyridømið, so verður niðurstøðna tann sama: Boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum um politisku støðu okkara í framtíðini er ógreiður. At senda Bergur Dam & co. niður at samráðast um fram [...] gjørdist eitt fult sjálvstøðugt land, ein suverenur statur o.s.fr. Tað fult sjálvstøðuga Ísland valdi í sama viðfangi at vera í kongsfelagsskapi við eitt annað sjálvstøðugt land, Danmark. Danska uttanríkismálaráðið [...] líðandi loysing at gera. Nei! Tað var tað fult sjálvstøðuga Ísland, sum gjørdi eina avtalu við Danmark um hesi viðurskifti. Øll hesi viðurskifti kundu broytast, sum Ísland vildi, sambært teirri avtalu, sum
eg meg yvir hennara eldhuga og talugávur, tá ið tað snúði seg um okkurt sosialt ella politiskt mál, sum hon vildi verja. Snúði tað seg um okkurt órættvísi, so vísti hennara sosiala medvit og áræði seg [...] við innara sálarliga skjálvtan, stirðnaðu kenslurnar, tilburðin, sum í einum hevði lagt seg sum ísur um kenslulívið hjá okkum øllum. Einki kundi fløva stirdar sálir. Tað var henda øgiliga kenslan av tómleika [...] ni Chris og Hilda, nýta sterka samanhaldið tykkara millum til at troysta hvønn annan og tosa saman um alt, sum farið er fram. Jónfríð var eitt menniskja, sum man altíð visti, hvar man hevði. Hon var eitt
heilsan. Á hesum sinni verður hon borin við sorgblídni. Mitt í gleðini um uppreisn av deyða kennist sorgartám, og vit skoða vónina um ævigt lív við vátum eygum. Vit sakna, syrgja og gráta. Og tað eru løtur [...] av, og so var ikki meira. Leygardagur kom og sorgin var hin sama. Sorg lekist ikki eftir einum døgni. Týdningarmikið er tað, at vit tosa um tað, ið viðurferst. Orð eru sálarbót, ? tár eru heilsubót. Vit [...] Og tað góða er altíð gott, sjálvt um bæði løtan og persónurin eru farin. Tað góða hevur ævigt virði og livir víðari í vøkrum minni og tøkklæti. Tíðliga sunnumorgunin um sólarris komu nakrar kvinnur út til