Men Bergur skal ansa sær at kasta við gróti, tí sjálvur býr hann í glashúsi!
Í eini grein nevnir Bergur Dam Ísland sum fyridømi í
sjálvstýrisspurninginum. Bergur Dam skrivar, at í 1918 fingu íslendingar eina sjálvstýrislóg, sum gav teimum møguleika fyri at gerast sjálvstøgugt land so pø a pø. Og tað hendi so í 1944, 26 ár seinni. Tað ljóðar álitisvekjandi. Einki við at fara buldrandi út í loysingar-óvissuna frá degi til dags.
Trupulleikin fyri Berg og Javnaðarflokkin er bara tann, at tað er kolsvørt lygn, sum teir føra fram. Lygn og propaganda. Veruleikin er, at Ísland í 1918 gjørdist eitt fult sjálvstøðugt land, ein suverenur statur o.s.fr.
Tað fult sjálvstøðuga Ísland valdi í sama viðfangi at vera í kongsfelagsskapi við eitt annað sjálvstøðugt land, Danmark. Danska uttanríkismálaráðið útinti íslendska uttanríkispolitikkin fyrstu árini.
Danski hægsti rættur var hægsti rættur hjá Íslandi til 1920. Íslendingar og danir høvdu felags ríkisborgararætt í tíðarskeiðnum frá 1918 til 1944.
Men alt hettar hevði einki við nakra sjálvstýrislóg og líðandi loysing at gera. Nei! Tað var tað fult sjálvstøðuga Ísland, sum gjørdi eina avtalu við Danmark um hesi viðurskifti. Øll hesi viðurskifti kundu broytast, sum Ísland vildi, sambært teirri avtalu, sum tað fult sjálvstøðuga Ísland hevði gjørt.
Íslendska fyridømið er sostatt púra greitt: Politiska loysing fyrst! Síðani tosa vit um, hvussu viðurskiftini okkara millum skulu vera framyvir. Og tað er eisini uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum.
Antin Bergur veit betur og bara bluffar, tí hann ikki ynskir loysing, ella hann ikki veit betur um íslendska fyridømið, so verður niðurstøðna tann sama: Boðskapurin hjá Javnaðarflokkinum um politisku støðu okkara í
framtíðini er ógreiður. At senda Bergur Dam & co. niður at samráðast um framtíðarstøðu okkara eru tískil óráð.
Øðrvísi við Tjóðveldisflokkinum: Av íslendska døminum veit Nyrup & co., at Tjóðveldisuppskotið er púra greitt. Tí fáa vit eisini púra greiðar samráðingar við Tjóðveldisflokkinum á odda. Politiska loysing fyrst! Síðani tosa vit um, hvussu viðurskiftini okkara millum skulu vera framyvir. Stutt sagt: Ein skipað loysing!
Ólavur Waag-Høgnesen
Tjóðveldisflokkurin