fram í Helsingfors, har bæði svenskir og finskir politikkarar gjørdu vart við seg í týðandi málum. Tann álendska Lusian hevði ein strævnan dag í dag, lesi eg í Tidningen Åland, sum er komin út í kvøld [...] at hon livdi í býnum Sýrakusa á Sisiliu og leið ein pínufullan martýrdeyða í árinum 304. Í Norðurlondum er gjøgnum øldirnar vaksin fram ein fólkslig ímynd av Sankta Lusiu sum ljósberarin í ársins myrkastu [...] síðani støðugt vaksin í undirtøku, og í dag luttekur at kalla alt samfelagið í hesum hátíðarhaldi í áðurnevndu trimum londunum. Í Føroyum er Lusiahaldið ikki heilt ókent. Einstakir skúlar eru farnir at hava
sigur, at hetta sæst eisini í avreiðingarprísinum í Føroyum, sum ongantíð hava verið hægri enn tað sama. Men stjórin á Fiskasøluni sigur, at tað er næstan eina og aleina marknaðarprísurin á saltfiski, men [...] saltfiski og tað er met. Tað er saltað toskafløk, hann tosar um. Fyri nøkrum fáum árum síðani var tað hildið at vera sera gott at fáa 40 krónur fyri kilo. Men nú er hann so næstan tvær ferðir tað. Hann sigur [...] aftur við sær, at allur stórur toskur, sum kann brúkast at salta, hann verður saltaður. Orsøkin til, at saltfiskaprísurin er so høgur er, at tað eru ongar aðrar vørur, sum kunnu brúkast ístaðin. ?Toskur er
tíðliga í átjandu øld og er hugvekjandi eisini á okkara døgum?. Søgugongdin Søgugongdin er í stuttum henda: tann unga Sára Tummasardóttir verður gift við tí nakað eldra Jákupi Niðri í Stovu, sum hon hittir [...] til at skapa spenning, sum t.d. tá ið Sára longu tíðliga í bókini, í 4. kapitli, í sínum tonkum kemur við eini ábending um, at okkurt gongur fyri seg, sum Jákup einki veit um, og sum hevur við Andras at gera [...] viðmerking til viðurskifti í nútíðini, men brúka tað søguliga perspektivið sum eitt slag av masku. Sum nevnt viðger søgan siðamisbrot, soleiðis sum hetta fyribrigdi varð tolkað tá á døgum. Avleiðingarnar fyri
Føroyska Rannva Joensen upplivir í hesum døgum tað, sum allarhelst flestu javnaldrar hennara droyma um. Popularitet. Hon er onnur helvtin av Creamy, bólkinum sum slær øll onnur á danska hitlistanum. Tær [...] Tær syngja gamlar, kendar barnasangir. Sum so onki originalt. Tónlistarliga innbjálvingin er tó snild. Techno-kitch konseptið verður brúkt og nú rigga ?Æblemand, kom indenfor? og ?Krabbesangen? avbera væl [...] Tempo 130. Og fabrikkin spýtir sínar sínar klisjeir út við fastari takt. Her er ongin økologi. Og tað er heldur ikki meiningin. Danski poppheimurin hevur fingið plastikk upp á heilan, síðani Aqua loksins
og jólapynt í heiminum, og hann er so slettis ikki vanur við, at ein heilur býur verður vendur á høvdið, sum høvuðsstaður okkara - ella alt landið fyri tað - er tað í hesum døgum. ? Hóast tað ikki er heilt [...] um andlitið, sum sigur, at tað er nakað, sum hann er serliga glaður fyri. Fiskafrikadellurnar er toppurin Tað er kortini ikki bara sum at siga tað, at flyta úr einum landi í eitt annað. Sum vera mann er [...] taka tað róligt. Tað er heilt øðrvísið, enn í Turkalandi, og tað dámar mær væl, sigur Barish. Hann greiðir okkum frá, at í Turkalandi er tað óhugsandi, at ein lærari er »vinur« við næmingarnar í einum
caribisku oynni, men tað tykist tó ikki, sum um Sarita hevur nakað ímóti hesum. Annars hevur Sarita fyrr hildið jól í fjarskotnum londum, við tað at hon tað einu ferðina hevur verið í Avstralia um hetta [...] januar mánaður kemur, gongur leiðin hjá Saritu so aftur í skúlan, har hon annars hevur jólafrí í hesum døgum. Ikki er hetta tað sama, sum at ganga í skúla her heima. 1.500 gentur eru á skúlanum, og ikki [...] Fyri flestu okkara man tað tykjast sum ein dreymaferð, at sleppa yvir á sólskins- og frítíðaroynna, Jamaica. Dreymurin gerst tó kanska nakað kaldari, tá tosað verður um at halda jól í 27 stiga hita, uttan
kur er at hoyra. Hinvegin tykist tað ikki, sum talan her verður um sama ruðulleika, sum ofta er at síggja her heima, tá fólk stákast til jóla. Sjálvt jólahaldið verður bert tann eina dagin, tá húskið fær [...] heldur annars, at tað tykist heldur løgið at skula halda jól í slíkum veðrið. Hóast Sucre liggur í yvir 2.000 metra hædd, so eru hitastigini eini 28 í tali, og uttanfyri ganga fólk í niðurdeilum og toppum [...] sær fleiri vinir, sum hon plagar hitta eftir skúlatíð, tá allur ungdómurin vanliga savnast í miðbýnum, so hóast hon gleðir seg til at koma heim, so er ikki tað, sum liggur allar fremst í hugaheimi hennara
síðani undur T fyri tunnell, soleiðis sum tað æt tá á døgum. Tá tað ikki hjálpir fer hann í tann svarta kartotek-kassan at leita eftir Petur Mohr Dam, men heldur ikki tað gevur nakað úrtslit. So minnist minnist [...] seg aftur í tíðina. -Marius Johannesen og Feðgar á Ferð, sigur Óli, tá hann verður noyddur, at velja ímillum perlurnar í bandasavninum, sum m.a. telja Bør Børsson og mikil frásøgufólk sum Dánjal í Klingruni [...] an frá. Málið var horvið í allar ævir. Hildu tey. Til onkur kom í tankar um Óla. Og rætt var. Sum ikki einaferð mól ein 4-spors Revox bandupptakari í stovuni á Heygavegi 42 í Klaksvík. Óli átti málið,
Hansen sigur, at tað er so hugnaligt, sum tað nú einaferð kann vera undir teimum umstøðunum, sum har eru. Maturin er góður Eins og so mangir aðrir føroyingar gera nú á døgum, so eta teir í arresthúsinum dunnu [...] rísingreyt omaná. Tað einasta, sum er eitt sindur øðrvísi við matinum í hjá teimum, sum sita í arrestini um jólini, er, at teir fáa jóladøgurðan á miðdegi jólaaftan og ikki um kvøldið, sum annars er vanligt [...] løtuni sita í arresthúsinum í Jónas Broncksgøtu sleppa heim at halda jólini saman við sínum kæru. Nøkur sleppa ikki heim Í ár verða tað tó einir átta fangar, sum ikki sleppa heim á jólum. Hetta eru fyrst og
hansara. Tað er staðfest nú í 2000 ár, og vit kenna í trúnni hitt æviga lívið í Jesusi Kristi. Tá tosað verður um ævigt lív, fata vit oftast hugtakið sum eitt tíðarskeið, ið ongantíð endar. Tað æviga lívið [...] áleiðis, og vit fara nú í jólafrí. Sunnudagurin var hin fjóðri í røðini, og jólini koma sum eitt vikuskifti. Sum altíð fevnir jólafrítíðin um ársskiftið. Eitt gamalt ár fer, og í durunum stendur eitt nýtt [...] kom við føðing sonar síns inn í ta jarðisku tíðina og gjørdist sum ein av okkum. Tann ljósskipan, sum í fleiri hundrað ár hevði stýrt skiftinum millum ljós og myrkur, kom í fylling tíðarinnar at áseta