Føroyska Rannva Joensen upplivir í hesum døgum tað, sum allarhelst flestu javnaldrar hennara droyma um. Popularitet. Hon er onnur helvtin av Creamy, bólkinum sum slær øll onnur á danska hitlistanum.
Tær syngja gamlar, kendar barnasangir. Sum so onki originalt. Tónlistarliga innbjálvingin er tó snild. Techno-kitch konseptið verður brúkt og nú rigga ?Æblemand, kom indenfor? og ?Krabbesangen? avbera væl ? bæði til barbiespælandi børn og ecstacy dansandi tannáringar. Eitt business plettskot frá marketing deildini á RecArt.
Tempo 130. Og fabrikkin spýtir sínar sínar klisjeir út við fastari takt. Her er ongin økologi. Og tað er heldur ikki meiningin. Danski poppheimurin hevur fingið plastikk upp á heilan, síðani Aqua loksins setti danskan popptónleik á heimskortið. Og keyparin tekur dyggiliga undir við hesum konsepti. Spyr bara bókhaldararnar hjá Aqua og Creamy.
Produsararnir Darwich & Garcia hava arrangerað og produserað fløguna. Og teir skulu eiga, at teir eru professionellir heilt út til ytsta fingraliðið. Standandi her á millenium-gáttuni skoðandi yvir 1000 ókomin ár, so er Creamy gjøgnumført. Allarhelst gjøgnumført smagleyst. Sera tíðarhóskandi, kortini.
Og hví ikki taka túrin við nútíðini. Creamy hava longu umsett fyri milliónir í fløgusølu. Vónandi hava føroyska Rannvá og vinkonan Rebekka tryggjað sær sín uppiborna part av hesi køku. Tí teirra partur liggur ikki eftir.
Sjarmerandi ungar gentur við óspiltum smíli og frískum røddum. Vónandi fara tær at halda longri enn mekaniski fabriksrómin ? Creamy.










