? Fiskaprísirnirnir á marknaðinum hava ongantíð verið so høgir sum teir eru nú.
? Og enn eru ongi útlit til, at hann fer at falla aftur.
Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, sigur, at so høgir, sum fiskaprísirnir eru nú, hava teir aldrin verið fyrr.
Hann sigur, st føroyskir útflytarar fáa nú yvir 70 krónur fyri kilo av saltfiski og tað er met.
Tað er saltað toskafløk, hann tosar um.
Fyri nøkrum fáum árum síðani var tað hildið at vera sera gott at fáa 40 krónur fyri kilo. Men nú er hann so næstan tvær ferðir tað.
Hann sigur, at hetta sæst eisini í avreiðingarprísinum í Føroyum, sum ongantíð hava verið hægri enn tað sama.
Men stjórin á Fiskasøluni sigur, at tað er næstan eina og aleina marknaðarprísurin á saltfiski, men fyri ein part eisini prísurin á feskum fløkum, fyri at takka, at prísurin er so høgur.
? Tað er saltfiskaprísurin, sum stýrir prísleguni sum heild, tí hann dregur prísin á hinum fiskasløgunum við sær. Tí frystur fiskur hevði ikki borið hendan prísin, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hann leggur afturat, at hetta førir so aftur við sær, at allur stórur toskur, sum kann brúkast at salta, hann verður saltaður.
Orsøkin til, at saltfiskaprísurin er so høgur er, at tað eru ongar aðrar vørur, sum kunnu brúkast ístaðin. ?Toskur er toskur og ongar aðrar vørur kunnu brúkast ístaðin fyri tann hvíta toskin.
Men er talan um frystan fisk, verður eitt nú lýrur ofta brúktur ístaðin fyri tosk.
Útboðið fer at minka 150.000 tons
Hans Johannes á Brúgv sigur, at orsøkin til, at fiskaprísirnir eru farnir til himmals, er, at útboðið til londini í Suðurevropa er so nógv minkað í seinastuni, serliga úr Noregi.
? Ikki minst er útboðið av toski úr Barentshavinum heilt nógv minkað í seinastuni.
?Hetta ger so aftur tað, at ongar goymslur eru av saltfiski, hvørki her, ella har.
? Men tá ið prísurin er so høgur, sum hann er nú, torir ongin at liggja við goymslum, tí vandi er sjálvandi altíð fyri, at hann fer at fella aftur, tá ið hann er so heilt óvanliga høgur, sum hann er nú.
Og metingarnar vísa, at komandi ár fer útboðið av toski at minka enn meiri.
Metingar vísa, at komandi ár verður útboðið av toski eini 150.000 tons minni enn í ár.
Tá verður hugsa um tosk úr øllum norðuratlantshavi, tvs, úr Barentshavinum, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og úr Noregi.
Nýtslan minkað 10%
Tá ið marknaðarprísurin hjá føroyingum er so høgur, sum hann er, merkir tað, at brúkarin skal betala enn meiri fyri fiskin, tí í kølidiskunum í handlunum kostar hann sostatt uppaftur meiri.
Stjórin á fiskasøluni sigur, at tann høgi prísurin hevur sjálvsagt ført við sær, at nýtslan minkar, tí tá fara fólk at eta okkurt annað.
Og tað hevur eisini víst seg, at niðri í Evropa er nýtslan av fiski minkað eini 10% í seinastuni, og tað er eitt rættiliga kontant aftursvar til tann høga prísin.
? Og tá ið marknaðurin svingar 10%, tosa vit um øgiligar nøgdir av fiski.
Men fyribils bendir onki á, at tann minkandi nýtslan fer at føra prísfall við sær.
Tí, sum sagt, eru útlit til, at útboðið fer at minka eini 150.000 tons komandi ár, afturímóti í ár.
Og tað heldur prísinum uppi.
? Hevði útboðið hinvegin vaksið, hevði talan verið um eina meiri álvarsliga støðu.
Hann væntar tó ikki, at útlit eru til, at prísirnir fara enn longur upp.
? Eg haldi, at prísurin er so høgur, at nú hevur hann rokkið eitt mark, sigur stjórin í fiskasøluni.
Hann vísir eisini á, at saltfiskur er ein vetrarvøra.
?Hetta er sera góð árstíð nú uppundir jólini. Uppundir páskini er eisini góð tíð. ? Hvussu so verður inn ímillum er torført at meta um.
? Men í mínari verð er prísurin komin so langt upp, sum hann kann, sigur Hans Johannes á Brúgv.