staðnum, tá HM-endaspælið verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongumerki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar [...] Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suðurkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika [...] vanligt, eisini í Føroyum. Tað eru serliga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga millum føroyingar. Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri
fyrstu ferð í Føroyum. Prísurin eitur »Glasuld Prisen«, og verður latin hvørja ferð ein sveinaroynd verður hildin. Prísurin varð latin fyrstu ferð í Danmark í 1993. Seinni kom tekniski skúlin í Grønlandi [...] Grønlandi við, og í ár varð so fyrstu ferð hann varð latin í Føroyum. Tað er skúlin sum velur út næmingin, og í ár var tað Jóannes Weihe, sum fekk hann. Saman við prísinum fekk Jóannes ein gyltan hamara. [...] Skipanin varð broytt í 1994. Størri dentur varð lagdur á tann teoretiska partin av handverkaraútbúgvingini. Ístaðin fyri at verða uml. 20 vikur í skúla, eru lærlingarnir nú uml. 45 vikur í skúla. Próvtøkan
móttøku, á skúlanum, í dag millum klokkan 14 og 16. Orsøkin til hetta er, at Føroya Handilsskúli í hesum árinum verður 30 ár, og samstundis verður handilsskúlaútbúgvingin í Føroyum 60 ár. Framsýningin á [...] á handilsskúlanum vísir, í brotum menningina á skrivstovu- og handilsøkinum frá 1890 til 1998. Skúlin hevur lænt myndir til framsýningina frá Tórshavnar Býarsavnið og frá Fornminnissavninum. Harafturat
vinnulívið á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum og í útlondum. Knútur Nygaard sigur, at ætlanin er at seta fólk í starv. Fingið størri øki uppí Knútur Nygaard sigur, at í fyrstu atløgu er felagið fyri tvørafólk [...] Meistarafelagið eigur fastan lim í nevndini av tí at umleið 2/3 av limunum í Tor eru handverksmeistarar. Og harafturat skal Tor húsast í hølum meistarafelagsins, og skrivarin í meistarafelagnum er eisini skrivari [...] undirtøka at hóma fyri hesum. Tvs, at tað verður alt tað syðra vinnuøkið í Føroyum, sum bjóðar fram í felag. Knútur Nygaard ivast ikki í, at hetta er rættasti mátin at arbeiða. Eg haldi, at vit hava ilt við
seg við skoti frá brotsteigarmarkinum, og bólturin endar í netinum til 2-2. Í 70. minutti avloysir Heðin á Lakjuni John Petersen í álopinum. Í 79. minutti eru okkara aftur ósketnir og ikki nóg skjótir [...] Jens Martin Knudsen í málinum. Á aftasta plássi var Arnbjørn Danielsen, og framman fyri hann í verjuni spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Allan Mørkøre røkti plássið úti í høgru síðu, meðan [...] Jan Allan Müller, sum gjørdi vart við seg í føroyska álopinum. Hann fekk tvey mál og gjørdi sostatt fýra mál í teimum trimum venjingardystunum, føroyingar spældu í Cadiz. Triðja føroyska málið gjørdi Allan
hon var í eitt ár, til endaliga støðan varð gjørd upp, og hon fór í kleystur. Í skúlatíðini hevði hon nógvar vinir og var virkin í felagslívinum. Maria eins og onnur ungfólk dámdi væl at vera í veitslulag [...] vanligar ungdómsdagar Systir Maria hevur, áðrenn hon fór í kleystur, livað eitt vanligt og virkið ungdómslív. Hon er fødd og uppald í Wexford í Írlandi, í einum lítlum býi, har eini 1000 fólk búgva. Hon er elst [...] um trupulleikar og sjúkur vóru í millum fólk. Foreldrini vóru trúgvandi fólk, gingu í kirkju og uppaldi børnini í kristu siðarlæruni. Maria heldur ikki, at tað var nakað í hennara barnaárum, sum kundi bent
liðugt er í Føroyum. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tú letur teg í einar buksur, sum bæði eru ov síðar og ov víðar. Síðan setur tú teg í baðikari í eitt korter, og haðani í eina turkimaskinu í 45 minuttir [...] onkur, sum støkk inn á gólvið í SMS í gjár, sum helt at hann var gingin skeivt. Á einum palli á torginum, sat ein ungur maður í einum baðikarið; í klæðum. Men, tað var skil í galskapinum, hóast alt. Tað [...] so, tær nýtist ikki at gera hetta á torginum í SMS. Tú kanst eins væl gera tað heima. Men, far tá ikki í turkitrumluna. Hang buksurnar at turka, og brúka tær í eina viku uttan vask, so sita tær sum tær skulu
Í samband við hesa serstøku leyvsaluhøgtíðina í ár, fer Ísraelsfelagið v/ Maigun Solmunde, saman við Svenning av Lofti, at skipa fyri eini ferð til Ísraels. Ætlanin er at fara úr Føroyum 3. oktober og [...] ferðast í Galilea, har m.a. útferðir verða gjørdar niðan á Golanheyggjarnar, Kapernaum og siglt verður á Genesaretvatninum. Síðani verður farið suður til Jerusalems at verða í sjey dagar og taka lut í ley [...] ið verður fyriskipað av kristnu sendistovuni í Jerusalem. Hetta eru hátíðardagar við litríkum møtum um kvøldarnar. Umframt verða eisini tey bíbilsku støðini í Jerusalem vitjað, t.d. Getsemane, Oljufjallið
undirdeild í Føroyum, vitjar okkum í eina viku. Tað er Else Krog, sum hevur verið trúboðari í India í 33 ár, og sum í seinasta skeiði sínum varð send út úr Føroyum 18.03.90 við gudstænastu í Havnar kirkju [...] búsitandi í Billum. Við í ferðini er landsskrivari í DMS, Jørgen Smed. Vitjað verður hesi støð: Í Vágum leygardagin 14. mars og sunnudagin 15. mars: Bæði. Í Vestmanna mánadagin 16. mars: Bæði. Í Nólsoy mikuagin [...] at hoyra. Arbeiðið hevur verið í Tamil Nadu økinum í góðum samarbeiði við Arcot Lutheran Church, haðani prestar eisini hava vitjað hendan vegin og eisini verið í Føroyum. Nú er Else Krog farin frá fyri
(og Mogens Lykketoft). Vit kenna úr Danmark Glistrupvalið í 1973, sum helst var eitt skattaprotest-val og í Føroyum fingu vit Verkamannafylking í 1994 sum mótmæli ímóti Javnaðarflokkinum. Men eins lítið [...] Jógvan Mørkøre hevur funnið eitt orð, sum skal eyðlýsa komandi fólkatingsvalið í Føroyum. Tað er orðið »protestval« og í donskum fjølmiðlum hevur Jógvan Mørkøre gróðursett, at valið hesaferð er nakað so [...] væl og tær kundu havt gjørt í Javnaðarflokkinum, tí tær nú lutvíst komu at tæna einum høgrapolitikki, eins lítið kemur eitt tjóðveldisumboð á danatingi at bera broyting í sær í stjórnarviðurskiftum Danmarkar