Málsetningurin í Null-hugsjónini er, at eingin skal lata lív, og eingin skal fáa álvarsligan skaða av ferðsluvanlukkum, og at ferðslan og ferðsluumhvørvið skal verða lagað eftir hesum málsetningi. Vit [...] fleiri ár í talu og skrift og á annan hátt roynt at fáa landsins evstu myndugleikar at samtykkja ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, sum er grundaður á hugsanirnar í Null-hugsjónini, og er skeiði í Trollhättan [...] gongu og á súkklu burtur frá bilferðslu Sambært Null-hugsjónini eru tað teir álvarsligu fólkaskaðarnir, sum skulu fáast burtur. Harvið verður ikki sagt, at tað ber til at sleppa undan øllum óhappum og øllum
nýtt fyribrigdi millum børn og ung, sum vilja royna kreftir og fylkjast í felagskapi og kenna bólkatilknýti á slíkum menningarstigum. Børn í býlingum finnan saman at beistast og kríggjast við børn úr øðrum [...] at hava eina kós og stavnhald og varðveita ein persónligan samleika. Hetta krevur stundir og royndir hjá ungfólki at ogna sær. Tey ferðast og reika í síni skiftistíð millum barna- og vaksnamannaár, á nógvum [...] landinum, Eysturskúlin, tekur hetta nýggja rákið millum ung í ramasta álvara. Evnið: harðskapur og happing millum ung, var tískil á dagskránni mikukvøldið, og Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, helt fyrilestur. Fólk
ur. Útboðið er broytt munandi, og nógvir nýggir brúkarabólkar eru komnir. Serliga nevndi hann børn og ung, sum stórur ágangur er á fyri at fáa tey at keypa bæði líkt og ólíkt. ?Tað er ein vónleys uppgáva [...] gjørt álitini um brúkarapolitikkin og brúkarastovnin eins og lógaruppskotini um marknaðarføring og brúkarakærunevnd, hava sitið umframt Hans Paula Strøm, Sigrid Dalsgaard og Hans Jørgensen. [...] kapping. Saman við álitinum um brúkarapolitikk og brúkarastovn hevur Javnaðarflokkurin eisini lagt fram tvey lógaruppskot. Uppskotini eru til lóg um marknaðarføring og lóg um brúkarakærunevndina. Broytt samfelag
Djóraelskari Sofus, Katja, Snorri og Tór. Nei, tað eru ikki børnini, men djórini, sum Noomi eigur. Sofus er ein 30 ára gamal papageykur, Katja og Snorri eru ketta og frensur, og Tór er ein colliehundur. - Eg [...] fyri antikvitetum, og í 1973 fór eg í holt at selja í Føroyum. Tað vísir seg, at áhugin fyri antikvitetum í Føroyum er ógvuliga stórur. Tað er ongin ávísur keyparaskari. Bæði ung og gomul ynskja at ogna [...] nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja enn til mín, og telefonstøðin gevur teimum hvørja ferð mítt nummar. Men tað leggi eg ikki so nógv í. Tað er gott at kunna hjálpa, og nú tá eg ikki eri formaður
fremstu pørini og vunnu Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen eisini A-raðið, men stuttligari var at fylgja teimum nýggju spælarinum í spældi í C-raðinum. Vinnararnir í C raðnum, Eyðbjartur og Finnur, gingu [...] eitt veikt svarmeld (6-9 hp), og síðan springa í slemm næstu ferð. Men her er kortini skil í. Tá makkarin meldar 2hj, verða kortini hjá Dia so ómetaliga góð, og tá hann og makkarin beint frammanundan høvdu [...] trumfklípt. Magni kundi kasta kleyvaran á hondini og trumfa tveir kleyvarar, so borðið stóð. Dia og Magni vóru teir einastu, ið meldaðu slemm í hesum spælinum og fingu sjálvandi ein topp. Jógvan í sans Vit skulu
ferð við at taka nummarspjaldrið av húsunum, og tað verður mett sum herverk. Tey verða øll skuldsett fyri lógarbrotið, og ákærurit verður skrivað. Húsaófriður og oljudálking Annars var løgreglan úti tvær [...] hava verið á støðini og sovið rúsin av sær, og ein persónur er tikin fyri at koyra við kenning. Leygardagin varnaðist onkur, at olja lak á sjógv í Kollafirði. Sløkkiliðið í Kollafirði og í Havn fóru at kanna [...] in klokkan 8.30 boðaði onkur løgregluni í Havn frá, at nøkur ung fólk framdu herverk á grannahúsini. Løgreglan kom beinanvegin á staðið og tók tey ungu við sær á støðina til avhoyringar. Talan var um fýra
givið út ritið "Norden i tiden og verden?. Her verður fólksliga norrøna samstarvið greinað og nevnd verða 27 uppskot um ábøtur á hesum øki. Millum annað at styrkja Útnorður og at viðgera sonevndu nær-økini [...] Fólkaflokkinum og Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum greiða frá arbeiðnum í Norðurlandaráðnum. Fundurin verður í Listaskálanum mikukvøldið klokkan 19:30, har høvi verður at kjakast um karmar og úrslit úr [...] nær-økini av nýggjum. Sum er, verða Kolanesið, Sankta Pætursborg og Baltisku londini mett sum norrøn nærøki. Fimmti ár Bæði Norðurlandaráðið og Norrøna Felagið í Føroyum fara um tey fimmti í vetur. Hin 19. november
sambandi millum føroyingin Anders og italsku Lorenzu. Um hvussu ringt tað er at velja og hvørjar avleiðingar val hava fyri fólk rundan um ein. Adda Lykkeboe búði sum barn og ung í Føroyum, har hon gekk í skúla [...] om Antonie? eftir Adda Lykkeboe. Føroyskar bygdir, danskir býir og Italia er karmur um søgugongdina, sum byrjar fyrst í 1900-talinum og endar í 1970-unum. Hetta er ein ættarsøga um, hvussu Erkaeingilin [...] skúla hjá nunnunum. Føroyska náttúran og mentanin hava havt stóran týdning fyri hana. Katólska heimin frískaði hon upp aftur seinni við at ferðast í Italia, har hon býr við havið. Eitt langt arbeiðslív hevur
týsdag og hósdag millum kl. 11 og 16. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA skrivstovan hjá Listafólkasambandi Føroya í Dj. í Geilsgøtu 1 er opin mánadag kl. 14-18 og hósdag kl [...] ið. Sunnudagin kl. 11 møti, kl. 14 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bønarmøti og kl. 18 møti, Elisabeth og Sámal Jákup Joensen leiða og tala. Mikudagin kl. 15 bønarmøti. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl [...] kl. 18-19.30. ATAP Kids. Sunnudagin kl. 17 møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. KFUM og KFUK í Havn Fríggjadagin kl. 20 í KFUM: Opið hús fyri ung. Ebenezer Heimasíðan: www.ebenezer.fo Meinigheitshúsið
Fuglafirði og lítið út yvir bygdina, síggjast alt ov nógvar svartar tekjur. Tær reyðu, grønu, gulu og brúnu tekjurnar fækkast, og er hetta stórt spell. Tú verður drigin niður í hetta svarta holið, og ikki vendist [...] so tungt, døkt , dimt, dapurt og svart, at tað sigst ikki frá tí. Hetta er ikki bara galdandi fyri Fuglafjørð, men flestu bygdir okkara.. og Havnina við. Nei, kæru bý- og bygdafólk, tá ið tit skifta tekju [...] hóast tað, sum liggur millum svart og hvítt, men hugsandi er, at Ingolvur vildi vísa á, hvussu langt tú kanst fara við listini, at bert grátt kann mynda ein málning; og tað er fragari enn svart. Eg veit