Brúkarastovnur er neyðugur

Javnaðarflokkurin skjýtur upp at seta á stovn ein brúkrastovn undir leiðslu av brúkaraumboðsmanni, sum skal røkja áhgamál brúkarans. Hetta skal vera liður í nýggja brúkarapolitikkinum, sum flokkurin hevur boðað frá

 

Brúkaraverja


Ein nýggjur brúkarastovnur skal setast á fíggjarlógina. Hesin stovnur skal taka sær av teimum málum, sum eitt nú Brúkarafleagið og Príseftirlitið fyrr høvdu, fer Javnaðarflokkurin at skjóta upp fyri tinginum.

Javnaðarflokkurin vil hava ein almenn brúkarastovn at taka sær av áhugamálum brúkarans. At stjórna stovninum skal setast ein brúkarumboðsmaður, og ein kærunevnd skal setast at taka støðu til kærur frá brúkarum, sum ikki meta seg hava fingið ta vøru, teir hava keypt.

Javnaðarflokkurin metir tað neyðugt at seta ein almennan brúkarastovn, sum kann taka sær av teimum áhugmálum, vanligi brúkarin dagliga hevur. Sum er er bara kappingarlógin galdandi á økinum. Men hon er ikki gjørd til at verja brúkaráhugmálini, sigur Javnaðarflokkurin. Heldur er hon gjørd sum ein útbjóðaralóg. Tað vil siga at tryggja tseljarunum javna kapping.

Saman við álitinum um brúkarapolitikk og brúkarastovn hevur Javnaðarflokkurin eisini lagt fram tvey lógaruppskot. Uppskotini eru til lóg um marknaðarføring og lóg um brúkarakærunevndina.


Broytt samfelag

Á tíðindafundi mikudagin, segði Hans Pauli Strøm, tingmaður, sum er ein av trimum limum í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt uppskotini, at neyðugt er við einum skipaðum brúkarapolitikki, nú vit seinnu árini hava havt ein øgiligan nýtsluvøkstur. Útboðið er broytt munandi, og nógvir nýggir brúkarabólkar eru komnir. Serliga nevndi hann børn og ung, sum stórur ágangur er á fyri at fáa tey at keypa bæði líkt og ólíkt.

?Tað er ein vónleys uppgáva hjá hvørjum einstøkum brúkara at hava tann neyðuga kunnleikan um alt hetta útboðið, sigur Hans Pauli Strøm.

Víst verður eisini við tølum á í álitinum, sum komið er, hvussu nýtslan hjá einum vanligum húsarhaldi er broytt seinastu 30 árini.

Eitt nú vóru vørubólkarnir matur og drekka í 1972 heili 42,1 prosent av smalaðu húsarhaldsnýtsluni, meðan tey í dag bara eru umleið helvtin, ella 21,3 prosent.

Tað kemst av, at fólk hava so øgiliga nógv annað at brúka pengar til, sum tey eisini, gera, vísir Hans Pauli Strøm á.

Bara tann bólkurin, sum skrásettur verður sum fríðtíð og mentan, er vaksin úr 1,9 til 11,9 prosent. Her í liggur slíkt sum frítíðarítriv, konsertir, matstovuvitjanir o.ta, sum fólk brúka pengar uppá.


Stovnurin

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at brúkarastovnur, -nevnd, -umboð og -kærunevnd verða samansjóðað í eina eind, so tað verða somu fókini, sum koma at taka sær av teimum málum, sum brúkarin fer at biða brúkarastovnin taka sær av. Soleiðis fæst besti sakkunnleikin, sum so aftur eigur at koma brúkaranum til góðar, sigur Javnaðarflokkurin.

Sett verður eitt brúkaraumboð, sum er stjóri á brúkarastovninum og samstundis formaður í kærunevndini. Allir partarnir fara at hava felags skrivsovu, sum bæði fer at gera arbeiðið lættari og bíligari, sigur Javnaðarflokkurin í uppskotinum.

Nýggi stovnurin skal rekast sum rakstrarstað á fíggjarlógini. Tað fer ikki at hava nakran serliga stóran eykakostnað við sær, sigur Hans Pauli Strøm, sum vísir á, at kostnaðarmeting er gjørd, sum vísir, at stovnurin fer at kosta 2,2 milliónir árliga.

Í hesum er roknað við einum brúkaraumboði, sum er stjóri, einum fulltrúa og einum vanligum skrivstovufólki. Samlaðu lønarútreiðslurnar verða mettar til hálvaaðru millión, meðan restin verður roknað til keyp av vørum, tænastum, útbúnaði, leigu og øðrum.

Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álitini um brúkarapolitikkin og brúkarastovnin eins og lógaruppskotini um marknaðarføring og brúkarakærunevnd, hava sitið umframt Hans Paula Strøm, Sigrid Dalsgaard og Hans Jørgensen.