Føroyar eftirbátur á ferðslutrygdarøkinum

FERÐSLUTRYGD: Føroyar er einasta Norðurland, sum als ongan ferðslutrygdarpolitikk hevur

 

? Vit vóru so bláoygd at halda, at Føroyar kundu gerast fyrsta landið aftan á Svøríki í 1995 at samtykkja ein ferðslutrygdarpolitikk, sum byggir á Null-hugsjónina. Men vit mugu við skomm ásanna, at Føroyar í dag er einasta Norðurlandið, sum als ongan ferðslutrygdarpolitikk hevur, sigur Petur Jákup Sigvardsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Petur Jákup Sigvardsen sigur, at besta gávan, sum Ferðslutrygd kann fáa í 25 ára føðingardagsgávu, hevði verið, at Føroya Løgting samtykti ein ferðslutrygdarpolitikk, so vit á ferðslutrygdarøkinum høvdu okkurt at hildið okkum til. Hann vísir á, at ferðsluvanlukkurnar eru ein stórur fólkaheilsutrupulleiki.

? Á hvørjum øðrum fólkaheilsuøki høvdu vit bara latið staðið til? Hví góðtaka vit, at so nógv fólk ? oftast ung fólk ? á hvørjum ári skulu doyggja ella gerast álvarsliga sjúk av ferðsluvanlukkum? spyr formaðurin í stýrinum fyri Ferðslutrygd.

Málsetningurin í Null-hugsjónini er, at eingin skal lata lív, og eingin skal fáa álvarsligan skaða av ferðsluvanlukkum, og at ferðslan og ferðsluumhvørvið skal verða lagað eftir hesum málsetningi.

Vit mugu alsamt betra um ferðsluumhvørvið, so at menniskjalig mistøk ikki enda við vanlukku, har onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.

Ein av aðaltáttunum í Null-hugsjónini er, at 30 km/t verður sett sum alment galdandi ferðmark í øllum økjum, har tað ikki ber til at skilja fólk til gongu og á súkklu burtur frá bilferðslu

Sambært Null-hugsjónini eru tað teir álvarsligu fólkaskaðarnir, sum skulu fáast burtur. Harvið verður ikki sagt, at tað ber til at sleppa undan øllum óhappum og øllum vanlukkum. Siðfrøðisliga útgangsstøðið er, at tey mistøk sum vit menniskju gera, og altíð koma at gera í ferðsluni, ikki skulu føra við sær, at onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.

Ferðsluumhvørvið má verða soleiðis skipað, at menniskjanslig mistøk ikki enda við vanlukku.

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í fleiri ár í talu og skrift og á annan hátt roynt at fáa landsins evstu myndugleikar at samtykkja ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, sum er grundaður á hugsanirnar í Null-hugsjónini, og er skeiði í Trollhättan í gjár ein liður í hesum upplýsingararbeiði.