Bridge
Leygardagin 22. september 2001 skipaði Eysturoyar Bridgefelag fyri kapping í ítróttarhøllini á Kambsdali. Felagið, sum var stovnað 22. september 1976, hevði tá 25 ár á baki og hátíðarhelt hetta við einari opnari parakapping og borðhaldi. 26 pør spældu við í kappingini, sum var skipað í trimum røðum.
Her eru trý tey fremstu pørini í hvørjum rað, sum øll fingu steyp til ognar:
A raðið
Miðal 108
Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen 139
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard 117
Per Kallsberg - Bjarki Ellefsen 115
B raðið
Miðal 108
Jens Pauli G. Nolsøe - Øssur Winthereig 136
Petur Sigurð Rasmussen - Hannis Jacobsen 126
Haldor Ellingsgaard - Eyðun Olsen 112
C raðið
Miðal 40
Eyðbjartur Danielsen - Finnur Petersen 48
Dagfinnur Danbjørg - Bergfríður Leiti 46
Leif Pedersen - Marita Joensen 42
Fleiri kend nøvn vóru millum tey fremstu pørini og vunnu Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen eisini A-raðið, men stuttligari var at fylgja teimum nýggju spælarinum í spældi í C-raðinum. Vinnararnir í C raðnum, Eyðbjartur og Finnur, gingu báðir í bridgeskúlanum í fjør so sigast má, at hetta er eitt sera gott úrslit. Leif Petersen spældi við abbadótturini Maritu, sum eisini júst er byrjað at spæla bridge. Tað er gleðiligt at síggja nýtt fólk koma til og at tey klára seg væl.
Um tað stóra arbeiði, ið verður gjørt av Eysturoyar Bridgefelag við at læra ung at spæla bridge, sær tað ljóst út hjá teimum.
Vit ynskja Eysturoyar Bridgefelag hjartaliga tilluku við degnum og alt tað besta framyvir.
Dia springur
Vanliga skulu vit hava nógv hákort, tá vit melda slemm. Men tá hendurnar eru skeivar, kunnu vit klára okkum við eitt sindur minni. Í hesum spælinum vísir Dia dirvi og góða kortnøs.
N/-
Sp A108764
Hj A1093
Rú K5
Kl 6
Sp J3 Sp KQ952
Hj 76 Hj QJ
Rú Q643 Rú J
Kl AKQ105 Kl J9872
Sp -
Hj K8542
Rú A109872
Kl 43
NS: Magni Jøkladal og Dia Jacobsen
V N E S
- 1 sp pass 1 ut
2 kl 2 hj 3 kl 6 hj
pass pass pass
Kann tykjast eitt sindur løgið fyrst at melda 1 ut, sum er eitt veikt svarmeld (6-9 hp), og síðan springa í slemm næstu ferð. Men her er kortini skil í. Tá makkarin meldar 2hj, verða kortini hjá Dia so ómetaliga góð, og tá hann og makkarin beint frammanundan høvdu havt eitt vánaligt úrslit orsakað av ov nógvum upplýsingum til mótpartin, tók hann djúpt niður í meldikassan og meldaði lítlaslemm uttan nakað hóvasták.
Kleyvari kom ikki út, so Magni fekk øll 13 stikkini. Rútaraútspælið var tikið við konginum, trumfur tikin tvær ferðir, rútari til essið, og rútarafrúgv varð trumfklípt. Magni kundi kasta kleyvaran á hondini og trumfa tveir kleyvarar, so borðið stóð. Dia og Magni vóru teir einastu, ið meldaðu slemm í hesum spælinum og fingu sjálvandi ein topp.
Jógvan í sans
Vit skulu her síggja enn eitt spæl frá kappingini á Kambsdali. Eisini ein slemmur. Her komu næstan øll pørini í slemm, men tað vóru bara Jógvan Ranghamar og Sigmund Dam, sum meldaði 6 ut og vunnu hann. Hini pørini spældu 6 kl.
V/allir
Sp K107654
Hj 9
Rú Q9743
Kl 2
Sp 83 Sp AJ
Hj AK85 Hj 1072
Rú 6 Rú AK8
Kl KQ10975 Kl AJ864
Sp Q92
Hj QJ643
Rú J1052
Kl 3
NS: Hans J. Petersen og Arnbjørn Sivertsen
EV: Jógvan Ranghamar og Sigmund Dam
V N E S
1 kl pass 4 ut pass
5 hj pass 5 ut pass
6 hj pass 6 ut pass
pass pass
4 ut spurdi eftir essum, 5 hj segði tvey ess, 5 ut spurdi eftir kongum, og 6 hj lovaði tveir kongar - her taldi Sigmund trumf-frúgv við sum ein kong.
Sunnan spældi rútara út. Jógvan taldi 11 stikk, 6 í kleyvara, tvey í rútara tvey í hjartara og eitt í spaðara. Hvaðani skuldi tað tólvta stikkið koma?
Hann tók útspælið við essinum, spældi hjartara til essið og tók síðan øll kleyvarastikkini. Til tann sætta kleyvaran kastaði Jógvan sp J. Støðan:
Sp K10
Hj -
Rú Q97
Kl -
Sp 83 Sp A
Hj K85 Hj 107
Rú - Rú K8
Kl - Kl -
Sp Q9
Hj QJ6
Rú -
Kl -
Jógvan spældi nú hj5 til tíggjuni, og Sunnan kom inn upp á dreingin. Spaðari kom aftur til essið, rú K varð tikin við spaðaravkasti á borðinum, og so var bara eftir at klípa í hjartara. 12 stikk í 6ut gav reinan topp til Jógvan og Sigmund.
Feløgini byrja aftur
Bridgefeløgini í Havn minna limir sínar og allar nýggjar bridgespælarar á, at vetrarkappingarnar byrja nú.
Tey, sum ætla sær at spæla týskvøld í Nýggja Bridgefelag melda seg til hjá Oddmari Danielsen tel 31 46 74
Bridgedeild Kaggans spælir mikukvøld, og har er tað Rói á Rógvu Joensen tel 31 94 19 , sum tekur ímóti tilmeldingum.
Havnar Bridgefelag spælir hóskvøld, og tey, sum ætla sær at spæla har, skulu seta seg í samband við Lailu Danielsen tel 31 02 13










