Frits Johannesen
?Tað ber á grønt?, var sagt í einum útvarpsleiki fyri nøkrum árum síðani. Nú bera flestu tekjur úti á bygd á svart. Svart er svart. Svart er tað, sum í listini ber tað við sær, at næstan einki er eftir, sum kann siga fólki, at hetta er ein málningur. Listamenn hava roynt at ?minimera? málningin, og koma teir har til, at svart er tað síðsta tú m. a. kanst velja, áðrenn fóturin flytir seg í listaheimin, har einki er eftir. Tá flýgur listin út hagar, hvar bert ravnagorr hoyrist á stummari nátt.
Picasso málaði: Bláa atmosferu. Tað bláa er fragari enn svart. Blái dámurin fær teg uppfrá, og tú fert at sveima. Tú fert ikki inn í myndina, sum tá ið tú skoðar svarta flatu. Ingolvur av Reyni málaði eitt árið málningin, sum bar heitið: Gráur morgun. Grátt er hóast tað, sum liggur millum svart og hvítt, men hugsandi er, at Ingolvur vildi vísa á, hvussu langt tú kanst fara við listini, at bert grátt kann mynda ein málning; og tað er fragari enn svart.
Eg veit ikki, hví fólk velja svart tak, tá íð tey skifta tekju. Fleiri, sum seta føtur undir egið borð, velja eisini svarta tekju. Hvat líkist tað, at ung fólk velja tekju við svørtum liti? Ber hetta á tað borðið, at tað sær myrkt út úti í víðu verð, ella er tað so, at fullveldið spøkir í ?undirbevístheitini,? og ein ávísir ótti liggur sum grums á sálarbotninum fyri hesi søk? Eg sigi bara eitt: ? Vit kunnu ikki taka fullveldið við tekjum, hvar stórsti parturin ber á svart!?
Tá ið eg siti uppi við Bøveg - Norðuri í Gerði í Fuglafirði og lítið út yvir bygdina, síggjast alt ov nógvar svartar tekjur. Tær reyðu, grønu, gulu og brúnu tekjurnar fækkast, og er hetta stórt spell. Tú verður drigin niður í hetta svarta holið, og ikki vendist aftur. Hetta er so tungt, døkt , dimt, dapurt og svart, at tað sigst ikki frá tí. Hetta er ikki bara galdandi fyri Fuglafjørð, men flestu bygdir okkara.. og Havnina við. Nei, kæru bý- og bygdafólk, tá ið tit skifta tekju, so vel ein lit, sum ikki ber á svart!!!!!!!!!