niðursáplað, ivaðist eg alla tíðina í, um tað nú var so ringt, og eg billaði mær sjálvari inn, at tað kundi verið verri, sigur Maria, sum í dag dugir at síggja, at parlagið við fyrrverandi mannin als ikki kemur [...] tvungin til at fara niður í vekt. - Einu tíðina vildi hann ikki fylgjast við mær, fyrr enn eg var farin niður í vekt og tvær støddir niður í klædnastødd. So syrgdi eg fyri at spýggja hvørja máltíð upp [...] kúgað mamma Í dag býr Maria í Danmark. Hon er gift við Leif, sum er dani, og sum hon eigur tvær døtur saman við. Maria hevði synirnar hjá sær og Sámali við inn í hjúnalagi, og hon kann enn í dag hava ringa
mín var í nevndini í Krabbameinsfelagnum í 37 ár og limur í sjúklingaráðnum í umleið 20 ár. Hetta gjørdist ein stórur partur av familjuni, sigur Alexandra á Dul, sum 1. august í fjør setti seg í stjórastólin [...] hevur búð í Los Angeles og í Michigan í USA, og Keypmannahavn í Danmark, har hon hevur nomið sær útbúgving og arbeiðsroyndir. Seinasta árið, áðrenn hon byrjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, arbeiddi hon í Havn. [...] spennandi úti í heimi, so var longsulin at koma heimaftur til Klaksvíkar sterkur. Og tá ið dreymastarvið varð leyst at søkja, so ivaðist hon ikki og søkti. Nú hevur hon longu sitið fimm mánaðir í starvinum
Í dag eru 100 ár síðani, at Johannes Olsen í Havn doyði. Hann keypti sjálvur annar fyrsta bilin, sum kom til Føroya 6. mai í 1922, saman við Júst Sivertsen. Men Johannes Olsen andaðist longu 14. apríl [...] apríl í 1924 einans 29 ára gamal. Niðanfyri prenta vit grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um Johannes Olsen í Sosialinum í sambandi við, at Landssjúkrahúsið (fyrr Dr. Alexandrines Hospital) 23. februar var [...] betri, enn tær høvdu verið. Ikki tveir mánaðir seinni: Maskinmeistarin doyði av vanlukku. Hetta var ein skakandi hending, sum ikki skuldi kunnað hent. So vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum
fer hann slettis ikki út, um ikki onkur er við honum. Hann kemur heldur ikki um eina gátt ella trappur uttan, at tað verður tikið í hondina hjá honum. Soleiðis var tað ikki fyrr, tá hann kláraði seg nógv [...] sum hon er í dag. Hann hevur tikið í túsundatali av tablettum, sum tá saman um kemur ikki hava hjálpt nóg væl. Hann hevur onkuntíð tikið upp til trý sløg av heilivági í senn, og tá var hann so í ørviti, at [...] fekk í heilan, tá hann var 19 mánaðar, fór at standa í stað, men sannleikin er, at hann er vaksin við Zakarisi. Tá Zakaris var lítil kundi hann finna upp á at fjakka runt um í grannalagnum, men í dag fer
panikkur av og á hómaðist í monnum. Tað var ikki frítt, at starvfólkini av og á hoyrdu teir físa eftir hvørjum øðrum, tí okkurt ikki gekk eftir ætlan ella var ov seint liðugt. Í aðrar mátar komu handve [...] sjúklingarnir gingu túr framvið húsunum. – Eg veit ikki, men Margreth, hon legði ikki so nógv í hetta. Hon plagdi bara at siga, at fólkini hugdu ikki eftir sjúklingunum, men eftir sjúkrasystrunum!, sigur [...] dugnaligum starvsfólkum, sum nú hevur møguleika at menna seg í egnum landi. Alt hetta økið er í dag í eini stórari broyting og nútíðargerð, sum í síðsta enda skal verða til gleði og gagn fyri tann einstaka
dina. ? Men tað ber ikki til at menna nakað burturúr ongum. Tað ber ikki til at hyggja eftir, hvussu tey hava gjørt í Korea og so at gera tað sama í Føroyum. Tað tey gera í Korea í dag, verða tey uttan [...] skulu vera í alheimsgerðini. ? Skulu vit vera í reyvini á 4. deild, ella skulu vit vera í elituni. Skuldi nakar ivast, er støðan hjá Tróndi Djurhuus tann, at í dag eru Føroyar rætt og slætt í reyvini á [...] at kjakast um tað. ? Í framtíðini verður tað ikki nóg mikið at hava nátúruríkidømi til taks. Í framtíðini verður tað heldur ikki nóg mikið tætt við marknaðin, sum selt verður til. ? Í framtíðini verður tað
r, Manchester United eru í hesum døgum á venjingarlegu í Kina. Við í hópinum er 21 ára gamla enska stórtalentið, Luke Shaw, sum í september í fjør fekk ein álvarsaman skaða í útidystinum hjá Manchester [...] Eindhoven í bólkaspælinum í Champions League. Farna vikuskiftið spældi Luke Shaw loksins ein dyst fyri Manchester United aftur, tá United í einum venjingardysti vann 2-0 á Wigan. Á tíðindafundi í dag tosaði [...] Eg hugsaði ikki so nógv um pínuna tá, men eg hugsaði sera nógv um hvussu drúgvur skaðin fór at verða, ella eg í heila tikið kundi spæla fótbólt aftur. Men nú fari eg ikki at hugsa aftur í tíðina. Nú fari
skuldi byrja í einum leiðarastarvi. Eg fekk ikki dóttrina í dagrøkt, eg hevði trupulleikar við at finna eina arbeiðsgentu, hon slapp ikki í fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av [...] Maria H. Olsen. - Tað hevði als ikki latið seg gjørt um eg ikki hevði góðan stuðul frá manninum. Hann er ikki lukkuligur um eg ikki eri lukkulig. At vera stjóri er ikki eitt arbeiði, sum verður gjørt millum [...] tí, at eg eri konufólk. Eg lurti ikki eftir slíkum signalum, tí tey hava als ikki mín áhuga. Eg varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg
lægsta í nýggjari tíð. Ikki minni enn 10 % av fólkinum flutti meðan eg var í Føroyum. Eg veit ikki, hvat eg gjørdi galið, sigur norðmaðurin Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum [...] Jan Kløvstad verið stjóri í Mentunarhúsinum Katuaq í Nuuk í Grønlandi. Húsini lótu upp í 1997, og undirtøkan hevur verið ovurhonds stór. Hvør íbúgvi í Nuuk vitjar Katuaq í miðal 10 ferðir um árið. Tað eru [...] vit nakað, sum ikki kann gerast upp í krónum og oyrum. - Tá ið eg kom til Føroya á heysti í 1989 búðu 47.828 fólk í Føroyum, tað hægsta fólkatalið nakrantíð, og tá ið eg fór úr Føroyum í 1994, var fólkatalið
, so vit endaðu ikki í barnagarði av teirri orsøk, og tí havi eg ongantíð gingið í barnagarði - undantikið tvær vikur í mínum lívi. Hetta var í barnagarðinum í Tjarnardeild, har Føroya Arbeiðarafelag heldur [...] her kemur søgan. Eg vaks upp í eysturbýnum í Havn beint við Hoyvíkstjørn púra frælsur. Hetta var í 70'unum og fyrst í 80'unum, tá kvinnufrígeringin ikki rættiliga hevði tikið dik á seg, og mammurnar tí [...] eisini í útsøgnini, at tá vit reikaðu frælsir runt í grannalagnum, so kluvu vit upp í eitt træ, um vit høvdu hug til tað, men nú verður tú kanska biðin um tekna træið í staðin, tí tú mást jú ikki detta