John ivaðist ikki

John Petersen sigur, at hann var eitt sindur bilsin, tá honum brádliga stóð í boði at gerast hjálparvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
- Eg var tó alt fyri eitt áhugaður, og eftir eina stutta umhugsunartíð segði eg eisini ja. Tað er jú ein møguleiki, sum tú ikki fært hvønn dag, og sjálvur vóni eg eisini, at eg kann tilføra liðnum nakað við teimum royndum, sum eg havi.
Men tú hevur ongan tíð áður roynt teg sum venjara?
- Tað havi eg eisini hoyrt summi siga. Men hinvegin havi eg oftani hugsað tann vegin. Og í so máta haldi eg hetta vera eitt framúr høvi at fáa gongd á tann partin. Ikki minst, at eg her sleppi at arbeiða saman við einum so fakliga dugnaligum venjara. Í løtuni verður kannað, hvørt eg kann fáa góðskrivað nakað í venjaraútbúgvingini. Her hava danskir superligu-spælarar møguleika at koma beinleiðis inn á seinasta stigan í útbúgvingini, og so er spurningurin, um eg kann fáa líknandi góðskriving, staðfestir John at enda.
Og hann leggur afturat, at í útgangsstøðinum verður tað so, at hjálparvenjarin framhaldandi fer at búgva í Danmark. Í blaðnum í gjár róðu vit annars uppundir, at tað kundi hugsast, at familjan flutti til Føroyar, men tann partin sigur John ikki vera aktuellan í løtuni.