- Mær dámar væl at hava ávirkan og ábyrgd. Eg havi eisini altíð havt dirvi til at taka við avbjóðingunum, sum eg havi fingið. So eg brúkti ikki nógva tíð at hugsa meg um, áðrenn eg tók av tilboðnum um at gerast stjóri í Betri Trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Ingun Eiriksdóttir, sum tók við sum stjóri í Føroya størsta tryggingarfelagi tann 1. desember í fjør, gjørdist eitt sindur ovfarin, tá hon fekk í boði at gerast stjóri í Betri Trygging. Men hon hugsaði nokk so skjótt, at hetta starvið vildi hon fegin vera við til at mynda.
- Hinvegin var eg eisini eyðmjúk um at skula standa á odda fyri einum felagi, sum hevur so stóran týdning í føroyska samfelagnum, og sum hevur so stóra ávirkan á gerandisdagin hjá føroyingum. Tað er ein risaábyrgd, at viðurskiftini eru í lagi, tí trygging kemur jú inn í hvørt heim, sigur tann 47 ára gamla Ingunn Eiriksdóttir, ið hevur sett sær fyri at leggja alla sína orku í starvið.
Les alla samrøðuna við Ingunn Eiriksdóttir í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.