Lagna
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vit hoyra javnan, at menn fremja kropsligan harðskap ímóti kvinnum. At tær verða innlagdar við brotnari nøs ella ganga við sólbrillum, sum skulu krógva eitt blátt eyga. Og vit undrast á, at tær ikki fara frá manninum, og uppaftur meira undrar tað, tá vit hoyra, at tær fara aftur til ein harðligan mann.
Men ágangur í familjuni fevnir um annað enn kropsligan harðskap. Eitt nú kann talan vera um manipulerandi sálarligan harðskap, har hjúnafelagar psyka hvønn annan niður, og er hesin harðskapur ofta somikið lítið ítøkiligur, at hann kann halda á í áravís, uttan at umheimurin varnast tað. Menniskjan, ið kemur undan ágangi, hevur mist sjálvsvirðingina og sjálvsálitið, og tað kann vera ómetaliga torført at fóta sær, eftir í fleiri ár at hava verið kúgað og eyðmýkt.
Vit hava prátað við Mariu, sum var í einum hjúnalagi, har sálarligur ágangur ráddi. Vit hitta hana heima í Føroyum, nú hon er her og ferðast hjá foreldrunum, saman við nýggja manninum og fýra børnum. Maria ynskir at verða dulnevnd.
- Kvinnurnar í Kvinnuhúsinum stuðlaðu mær í at koma burtur úr hjúnalagnum, tí tað var øllum øðrum greitt enn mær, at eg kundi ikki vera har. Av tí, at eg hevði vant meg við at verða eyðmýkt og niðursáplað, ivaðist eg alla tíðina í, um tað nú var so ringt, og eg billaði mær sjálvari inn, at tað kundi verið verri, sigur Maria, sum í dag dugir at síggja, at parlagið við fyrrverandi mannin als ikki kemur undir tað, sum onnur rópa normalt.
Fall pladask fyri honum
Tólv ár vóru millum blaðungu Mariu og 30 ára gamla Sámal, tá tey hittust. Upprunaliga kom Maria úr einum tryggum heimi, og hevði ongantíð áður verið fyri harðskapi, hvørki kropsligum ella sálarligum. Men so møtti hon Sámali og fall fyri honum við einum braki.
- Hann var bara so lekkur. Klókur, orðfimur og nakað so fittur og sjarmerandi. Hann tilbað meg, og eg hann. Vit vóru púra ør, og eg helt hann vera so spennandi, tí hann var ikki sum allir hinir menninir. Hann hevði sínar egnu avgjørdu meiningar, eina serstaka og persónliga útsjónd, og so dugdi hann sera væl at tosa eisini um kenslur og slíkt, sum menn ikki vanliga tosa um, sigur Maria, sum beinanvegin varð ávarað ímóti at fara saman við Sámali, tí hann var tiltikin rokaligur, drakk, tók rúsevni og gekk við nógvum konufólki.
- Men eg lurtaði tíverri ikki eftir ávaringunum, tí hann var so spennandi og tordi so væl, at hann sló fullkomiliga beinini undan mær. Í dag skilji eg als ikki, hvussu eg kundi falla fyri honum, tí eg havi hvørki fyrr ella síðan møtt einum menniskja, sum dugir so væl at snúgva sær, at fáa meg at kenna meg illa, og sum heild er so manipulerandi, sum mannin, ið eg var gift við í 5 ár og eigi tveir synir við, greiðir Maria frá. Og hon ressast frá køksborðinum, har hon hevur borðreitt við keks og kaffi. Fer yvir til vaskið og veittrar gjøgnum køksvindeygað til døturnar, sum vaska bil saman við pápa sínum.
Trúði ikki nýggja sjeikinum
At millum lítið og einki var eftir av sjálvsvirðingini hjá fyrr so sterku og sjálvsikru Mariu kom einamest til sjóndar, tá Maria møtti nýggja manninum, sum veruliga elskaði hana, og sum bara vildi henni tað besta.
- Fólk halda, at tað er so lætt, bara at fara úr einum hjúnalagi, har hóttanir og sálarligur ágangur hava verið gerandiskostur í fleiri ár. Tí eitt er at fara, men sjálvsvirðingin var tá so lág, at tað var ómetaliga torført hjá mær veruliga at hava álit á honum og at geva meg yvir til hansara, tá hann altíð var í javnvág og bara vildi mær gott, greiðir Maria frá.
- Í fyrstani helt eg heilt erligt, at nýggi sjeikurin var keðiligur og forútsigiligur, og eg trúði honum als ikki, tá hann ferð eftir ferð segði, at hann elskaði meg, og at hann vildi gera alt so gott fyri meg. Í dag veit eg, at eg hevði fingið mein av fyrra manninum, sum so ofta segði, hvussu lítið eg var verd, hvussu ljót eg var, og at eg hevði ikki uppiborið ein betri mann, sigur Maria. Og hon greiðir frá, at tað tók nøkur ár, áðrenn hon veruliga kendi, at hon hevði lagt gamla parlagið aftur um bak, og kundi líta á nýggja mannin, sum hon nú er gift við.
Altíð á varðhaldi
Stutt eftir at Maria og Sámal vóru komin saman, gjørdist Maria við barn, bert 19 ára gomul. Hetta hevði Sámal als ikki ætlað, og tí brúkti hann hetta til umbering fyri at hóreiggja sær, sum honum lysti í parlagnum. Tí frá tá av gjørdi hann henni púra greitt, at hann bara var saman við henni, tí tey áttu eitt barn saman. Og hetta kom ikki minst til sjóndar gjøgnum skiftandi sinnalag hansara, har Maria ongantíð visti, um hon fór at vera fyri rísi ella rósi, ella um hann var hjá henni ella ikki.
- Tá lagið var gott, tilbað hann meg. Mussar og klemm og mín elskaða alla tíðina. Gávur og romantikkur og alt gott. Og tá vóru vit veruliga góð, og eg elskaði hann sum fyrr. Men knappliga kundi hann broyta ham, og gerast sum besettur, spilla meg út og niðurgera meg uppá tað grovasta. Siga at eg var feit og ljót, tá eg bar børnini, og at eg gjørdi ov lítið burturúr útsjóndini, smyrslinum ella klæðunum. Og annars at alt, sum eg segði og gjørdi, var galið. Eisini kundi hann finna uppá at nokta mær at taka sonin upp, tá hann græt inni í songini, hóast hann visti, at eg vildi inn eftir honum fyri alt í verðini, sigur Maria.
Og dømini eru mong. Sum tá Maria, ið als ikki er ov tjúkk á nakran hátt, varð tvungin til at fara niður í vekt.
- Einu tíðina vildi hann ikki fylgjast við mær, fyrr enn eg var farin niður í vekt og tvær støddir niður í klædnastødd. So syrgdi eg fyri at spýggja hvørja máltíð upp, og aftaná nakrar vikur fóru vit í býin og keyptu klæði; á sum eg var glað, at eg nú passaði støddina, sum hann hevði ásett, greiðir Maria frá, meðan hon heldur báðar hendurnar upp til hálsin og andar djúpt inn.
- Um fólk komu inn, beint sum hann hevði spilt meg út, so skifti hann aftur ham og var góður sum lambið, mussaði og klemmaði og var blíðasti maður og pápi, ein kundi hugsa sær, sigur Maria, sum eisini vísir á, at hann var heimsins fittasti úti millum fólk, vælumtóktur, hjálpsamur og dugnaligur.
- Vanligar dagar gekk alt hampiliga væl. Tá eg um morgunin hevði kanna eftir, hvussu lagið var á Sámali, og síðani lagað meg til tað, kundi gerandisdagurin hanga nøkulunda saman. Men eg var alla tíðina, øll árini, á varðhaldi, tí hann kundi skifta sinnalag nær sum helst.
Spældi martyrur
- Í vikuskiftunum var reint galið. Sámal fór út og var burturi næstan hvørja nátt, meðan eg lá vakin heima og bíðaði og fryktaði tað versta. Hann drakk alt ov nógv og tók eisini onnur rúsevni, og av tí, at eg elskaði hann, var eg veruliga bangin, um hann lá úti og frysti, ella gekk og reikaði onkrastaðni. Harumframt hoyrdist runt í býnum, at hann javnan var við øðrum kvinnum, og at hann gisti hjá teimum, sigur Maria, og leggur afturat, at líkamikið hvussu nógv hon júkaði hann um at vera heima, var einki við at gera, og Sámal fór út og lat ikki hoyra frá sær.
- Hann var ómetaliga manipulerandi, og fekk meg at fáa skuldarkenslur, tá eg bað hann um ikki at fara út. Hvat havi eg gjørt, at eg skal ikki hava uppiborið at hugna mær? Skalt tú gera av, hvussu eg livi? Er tað ikki nóg mikið, at eg forsyrgi tær og dreingjunum? Hví skalt tú vera øvundsjúk inn á, at eg havi vinir og tú ongar hevur? Hvussu kanst tú vera so ónd? Tú, sum hevur broytt teg, frá at vera ein vøkur ung genta, til at vera ein keðilig, ljót og vánalig kona... kundi hann siga. Og til endans var eg sannførd um, at tað var eisini ov galið, at eg vildi hava hann heima hjá mær og børnunum í vikuskiftinum, sigur Maria, og fær sær vatn uppí krússið úr nýkókaða ketlinum.
- Tað sum í veruleikanum hendi var, at eg lagaði meg til allan hansara tørv, og eg visti, at hann bleiv frá sær sjálvum, um hann sá, at eg var kedd. So tá bæði børnini vóru fødd, var eg komin hartil, at tá hann fór í býin fríggjakvøld, og eg visti, at hann kom ikki aftur í fleiri dagar, segði eg við blíðari rødd, áðrenn eg mussaði hann: Stuttleika tær nú góði og hugna tær, hóast eg visti, at hann fór uppá drukk og lá við øðrum kvinnum. Og tað hendi meiri enn so, at eg koyrdi runt í býnum um náttina og leitaði eftir honum, við børnunum á baksetrinum. Hetta sigur mær bara í dag, at eg fór lagt út um míni egnu mørk, og at eg als ikki hevði álit á mær sjálvari ella samband við kenslur mínar longur, sigur Maria, og vermir hendurnar um heita krússið, meðan hon skimast eftir børnunum uttanfyri.
Lygnin og fasadan
Hóast Maria skammaðist av og royndi at káva út yvir veruliga standin, kundi hon ikki krógva tað fyri vinkonunum og familjuni, og tey heittu ofta á hana um at sleppa sær burtur úr hjúnalagnum.
- Eg brúkti ómetaliga nógva orku til at halda fasaduni uppi, og var tískil eisini altíð móð og óuppløgd. Men um eg helt lygnini uppi, kundi eg eisini sjálv trúgva henni, og um eg hinvegin fortaldi fólki tað, sum veruliga fór fram, so fortaldi eg eisini mær sjálvari tað. So alt var vorðið ein stór lygn, sum eg gjørdi alt fyri at káva útyvir, tí eg skammaðist av, at vera hjá einum manni, sum fór so illa við mær, sigur hon, og staðfestir samstundis, at hon í roynd og veru hevur gloymt ein stóran part av øllum tí, sum fór fram:
- Helst tí at tað ekstrema var so óveruligt, fekk eg meg ikki at trúgva, at eg í veruleikanum var eitt stórt nervavrak, sigur Maria. Og hon greiðir frá, at seinastu árini hon var saman við Sámali, sat hon ikki niðri og prátaði við fólk, tí hon var so rastleys og hevði slíkan fjáltur ár sær.
- Eg gekk í kring og var í einum øðrum heimi. Alla tíðina á varðhaldi. Tí hvat fór at henda nú? Fór hann at koma heim og vera í ringum lag? Skuldi eg gera meg til reiðar? Ella kanska gera ein góðan bita, so hann bleiv glaður? Og fólk, sum kendu meg frá fyrr, søgdu, at eg var als ikki meg sjálv, og at tann sterka og glaða Maria var ikki at kenna aftur, sigur Maria. Og hon vísir á, at hon hevði alla tíðina ein ómetaligan tørv á at fortelja øllum, hvussu eydnurík tey vóru, hvussu nógv hon elskaði Sámal, hvussu góður hann var við hana og børnini og um alt tað góða, sum tey gjørdu saman.
- Í dag veit eg, at hetta bert var enn eitt tekin um, at eg ikki treivst, og at hetta eisini gjørdi, at fólk orkaðu ikki at hoyra uppá meg, tí tey vistu øll, at eg leyg.
Heima hjá elskarinnuni
Ein sunnumorgun kom Sámal ikki heim. Og Maria gjørdi, sum so ofta fyrr, av at fara út í býin at leita eftir honum. Setti synirnar í bilin og koyrdi til húsini, har tað segðist, at elskarinna hansara búði. Pikkaði á dyrnar og latið varð upp. Har stóð Sámal og spurdi, hvat hon vildi? Maria hugdi bønliga uppá hann og snúði sær oman trappurnar. Útkomin í bilin tók hon avgerðina. Nú var ovboðið, og hon fór beina leið til Kvinnuhúsið, har hon og børnini fingu lívd og stuðul at koma burtur úr hjúnalagnum.
- Fyrstu dagarnar svav eg bara, tí eg var púra útlúgvað, og tá eg royndi at hugsa um tað, sum var hent, hevði eg lukkuliga gloymt alt, greiðir hon frá. Og ein rúm tíð gekk, áðrenn tær í Kvinnuhúsinum fingu sannført Mariu um, at tað, sum hon hevði verið ígjøgnum, í veruleikanum er júst tað sama, sum kvinnur, ið eru fyri kropsligum harðskapi eru fyri: At verða eyðmýktar og vanvirdar, at skammast fyri umheiminum, so tær missa alt sjálvsvirðingina og sjálvsálitið og fara langt út um egin mørk.
- Tá tú hevur likamlig merki, bløðir ella hevur brotið okkurt, er tað lættari hjá umheiminum at góðtaka, at hann er eitt reyvarhol og at sannføra teg um, at tú átti at farið frá honum. Sárini á sinninum eru ikki so ítøkilig, og tískil er eisini lættari hjá tær sjálvari at fortreingja tað. So hvørja ferð eitthvørt hendi, har hann fór yvir um mark hjá mær, eyðmýkti meg ella fekk meg at kveistra egnar kenslur burtur, hugsaði eg bara, at hetta hendi, men lat okkum bara gloyma tað og koma víðari, sigur Maria.
Ein fjar og kúgað mamma
Í dag býr Maria í Danmark. Hon er gift við Leif, sum er dani, og sum hon eigur tvær døtur saman við. Maria hevði synirnar hjá sær og Sámali við inn í hjúnalagi, og hon kann enn í dag hava ringa samvitsku yvir, at hon lat teir hava eina kúgaða og fjara mammu fyrstu týdningarmiklu árini.
- Eg var heilt víst ikki sálarliga til staðar fyrstu árini av lívinum hjá synunum. Hetta nervar meg nógv, og tí geri eg kanska eisini ov nógv burturúr leiklutinum sum mamma í dag, tí eg kenni tað sum at vit hava nakað at innheintað, sigur Maria, sum í sambandi við starvið sum sjúkrasystir hevur verið í samband við aðrar kvinnur, sum hava eina søgu, ið líkist hennara.
- Eg havi lisið nógv, prátað við professionell fólk og sum heild veruliga sett meg inn í, hvat tað vil siga at liva í einum parlagi, har sálarligur og annar harðskapur valdar. Og eitt veit eg bara: Tað er ein myta, at kvinnur, sum hava latið seg kúgað, altíð finna sær ein kúgandi mann aftur. Tí tað er ikki altíð soleiðis, og hevur í øllum førum ikki verið galdandi hjá mær, sigur Maria, meðan hon skimast út gjøgnum vindeyga, har tær báðar smáu diddurnar hava fingið karm av havaslanguni hjá abbanum.