Lalaland vóru farin á pallin at takka fyri. Rætti vinnarin vísti seg at vera filmurin Moonlight. Warren Beatty greiddi seinni frá, at orsøkin til, at hann fór at ivast var, at á pappírinum í brævbjálvanum [...] Fyritøkan PwC, sum hevur ábyrgdina av at telja saman atkvøður og at býta út brævbjálvar, biðir nú um orsaka fyri stóra mistakið, sum hendi til árliga Oscar tiltakið í nátt. Tá ið vinnarin av Ársins Filmi [...] kundi tað bent á, at hann fekk skeiva brævbjálva við á pallin, sum PwC eisini váttar í dag. Men síðani hevur Emma Stone, sum vann virðislønina fyri ársins besta kvinnuliga sjónleikara sagt, at hon fekk brævið
unum at leggja ein ordiligan veg, men tað skuldi vísa seg at vera lítil trupulleiki móti varandi loysnini. Í oktobur varð varandi loysnin gjørd, men tað tók ikki langa tíð, so fóru íbúgvarnir at ilskast [...] tá tað kavar, so tað verður ein avbjóðing at sleppa úr gøtuni. Vit mugu hava ferð á, um vit skulu megna at koma niðan gjøgnum brekkuna. Tá er vandi fyri, at vit fara á glið og kanska koyra út av. Komin [...] á Argjum. Eftir at byrja varð upp á nýggjastu útstykkingarnar og nýggju raðhúsini undir Kongavarða, varð innkoyringarvegurin broyttur. Fyrst gramdu íbúgvarnir undir Kongavarða seg um, at tað tók ov langa
Drangastein at síggja í AB-troyggjuni. Við heimasíðuna hjá AB sigur formaðurin í FC Argir, Rói B. Poulsen, at hann fegnast um, at royndu argjamenninir halda fram í felagnum og vilja vera við til at lyfta AB [...] AB megnaði ikki at varðveita sætið í Effodeildini í ár, og harvið skulu argjamenn fyri fyrstu ferð síðani 2012 niður í 1. deild at spæla. Tíðliga gjørdist greitt, at felagið misti Patrik Johannesen og [...] hevur valt at halda fram í barndómsfelagi sínum, hóast tað verður í næstbestu deildini, at argjamenn spæla í 2017. Jobin Drangastein byrjaði kappingarárið í fjør í Víkingi, men kom aftur til AB at spæla, tá
er komið í lag, við tað, at Sinnisbati hevur átt eitt størri grundstykki á Berjabrekku, har Bústaðir hevur ætlanir um at byggja ein størri býling av leiguíbúðum. Kravið fyri at lata Bústøðum grundstykkið [...] bíliga, hevur verið, at ein partur av íbúðunum skulu markast til fólk, eru komin fyri seg, partvíst av sálarsjúku, og sum eru før fyri at búgva fyri seg sjálvi. Tilsamans ætla Bústaðir at byggja 38 íbúðir [...] er eitt tekin um, at vit í samfelagnum vilja fjølbroytn og at vit stimbra tollyndi og í longdini vinna vit øll av hesum, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi beint nú. Sinnisbati sigur, at hetta hevði ikki
rri í Sýria, at sigurin í borgarakrígnum nú er í nánd. Hann sigur, at sýriski stjórnarherurin hevur vunnið nakrar týdningarmiklar hernaðarsigrar ymsa staðni í Sýria seinastu tíðina. - At seta Aleppo og [...] og Palmyra í frælsi aftur, at steðga hersetingini av Deir al-Zor, og at enda yvirgangi nógva staðni í Sýria vísir okkum, at sigurin nú er í nánd, segði al-Moualem við ST. - Tá hetta órættvísa kríggið er [...] øll, sum eru sinnaði at kalla herin hjá Bashir al-Assad fyri hetjur. Vesturlendskir felagsskapir hava ákært sýriska herin fyri nógvan ræðuleika og krígsbrotsverk, millum annað at hava nýtt kemisk vápn
átak fyri at kanna prutl fyri at vita um tey vóru útborað, ella annars broytt soleiðis at tey koyra skjótari enn loyvt er. Fyrr hevur løgreglan verið noydd til at taka prutl á støðina fyri at kanna tey [...] men tað er ikki neyðugt longur. Løgreglan hevur nevniliga fingið eitt rullufelt, soleiðis at tað ber til at kanna prutlini á staðnum. Tað er eitt felt, prutlini verða koyrd upp á og so kann málast akkurát [...] staðfest, at nøkur av teimum vóru ólóglig og tað fær førarin bót fyri. Verður sami prutlfri tikin nóg ofta, verður hald lagt á prutlið. Men av teimum prutlunum, sum vórðu tikin, koyrdi tvey so skjótt, at førararnir
er framvegis møguleiki fyri at røkka fjórða plássinum, men eftir málleysa javnleikin í Klaksvík er tað neyvan møguleiki at røkka í europeisku kappingina, tí tað eftir øllum at døma eru bara steypavinnararnir [...] sum HB hevur møguleika at fáa fatur á. Tað snýr seg sjálvandi um at hava fokus á avbjóðingini seinnapartin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Gundadali. Men tað er eingin loyna, at tað í hesum døgum verður [...] verður lagt nógv í at fyrireika næsta ár, tá ið minsta málið verður at vinna HB aftur í europeiskan fótbólt, og dreymurin er at vera við í kappingini um FM heitið. Ein av spurningunum er, hvør skal standa
reint mjøl í posanum. Løgreglan sigur, at í samstarvi ímillum tollvald og løgreglu vóru trý ferðafólk tikin fyri at royna at smugla hassj til Føroya. Løgreglan sigur, at talan var um útlendingar, men teir [...] goymt hassji. Men løgreglan sigur kortini, at bæði málini verða kannað sum um at hassjið var til føroyska marknaðin. Og talan er sum stór virði, tí løgreglan sigur, at vanligi prísurin í Føroyum er eini 250 [...] Hesa tíðina, menninir sita varðhaldsfongslaðir, skal løgreglan brúka at royna at fáa greiði á málinum, eitt nú, hvussu ætlanin var at selja tað í Føroyum, og eisini um fleiri fólk eru uppi í málinum.
tørvurin er at finna høli til nýggjan kommunulækna og at endurnýggja viðtalurnar á Frúutrøð og í Berjabrekku, sum ikki longur eru tíðarhóskandi longur. Umsitingin heldur, at besta loysnin er at leiga ein [...] nan í heilsumálum játtað at seta tvey kommunulæknastørv aftrat, tá høli eru tøk til hetta. Samstundis hevur umsitingin hjá býráðnum arbeitt við at finna hóskandi hølið fyri at loysa bráðtørvin á viðtaluhølum [...] bygningin á Kirkjustræti 2. Bygningurin stendur í løtuni í gerð, og kommunan fær tí høvið at avgera innrættingina, soleiðis at hann lýkur treytirnar til kommunulæknaviðtalur, Bygningurin er umleið 1250 fermetrar
ikki. Jørgen Niclasen fanst at sitandi samgongu fyri at kasta alla ábyrgd frá sær við at koyra øll mál í nevnd. Allar nýskipanir blivu koyrdar í nevnd, við tí úrsliti, at einki var komi burturúr enn. [...] altíð eitt rætt úrslit. Tó trúði hann uppá, at hon vísti eitt rák, ið fólkafloksfólk kunnu taka til sín. Jørgen Niclasen segði, at einasti vegur til vøkstur er við at stimbra undir privata fyritakssemi. Vinnan [...] landsfundinum. Í formansrøðu síni legði Jørgen Niclasen dent á, at veljarin hjá flokkinum nú stendur saman um flokkin. Jørgen Niclasen vísti á, at nýggj veljarakanning, ið Miðflokkurin lat gera, gjørdi Fólkaflokkin