Nú verður bráðneyðugur trupulleiki í Havn loystur

Hoyvíkingar fáa nú nýggj høli til fimm kommunulæknar

Nú verður trupulleikin við manglandi kommunulæknaviðtalum í Tórshavnar Kommunu, loystur. Tað staðfestur býráðið í einum kunningarskrivi í morgun.

 

Nú fer kommunan nevniliga undir at innrætta viðtaluhøli til fimm kommunulæknar í Hoyvík. Tey verða væntandi liðug um eitt ár og tá er tørvurin á hølum til kommunulæknar í Tórshavnar kommunu nøktaður, sigur býráðið.

 

Í Havn eru í løtuni høli til 13 kommunulæknar. Men fólkatalið er nógv vaksið seinastu árini og tí er tørvur á fleiri kommunulæknum í Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum játtað at seta tvey kommunulæknastørv aftrat, tá høli eru tøk til hetta. 

 

Samstundis hevur umsitingin hjá býráðnum arbeitt við at finna hóskandi hølið fyri at loysa bráðtørvin á viðtaluhølum, og tann tørvurin er at finna høli til nýggjan kommunulækna og at endurnýggja viðtalurnar á Frúutrøð og í Berjabrekku, sum ikki longur eru tíðarhóskandi longur.

 

Umsitingin heldur, at besta loysnin er at leiga ein bygning í Hoyvík, sum verður innrættaður til fimm kommunulæknar. Talan er um bygningin á Kirkjustræti 2. Bygningurin stendur í løtuni í gerð, og kommunan fær tí høvið at avgera innrættingina, soleiðis at hann lýkur treytirnar til kommunulæknaviðtalur, 

 

Bygningurin er umleið 1250 fermetrar til støddar í tveimum hæddum. Atkomuviðurskiftini eru góð og 40 parkeringspláss hoyra til. Væntandi verður bygningurin klárur at flyta inn í um eitt ár, sigur býráðið.

 

Og býráðið fer nú at taka støðu til um takast skal av hesum møguleikanum, ella um aðrar loysnir eru.