Løgregla fer nú miðvíst eftir ólógligum prutlum

Løgreglan hevur fingið nýtt tól í stríðnum ímóti ólógligum prutlum og í gjár vórðu fleiri tikin

Í gjár fór løgreglan undir eitt miðvíst átak fyri at kanna prutl fyri at vita um tey vóru útborað, ella annars broytt soleiðis at tey koyra skjótari enn loyvt er.

 

Fyrr hevur løgreglan verið noydd til at taka prutl á støðina fyri at kanna tey, men tað er ikki neyðugt longur. Løgreglan hevur nevniliga fingið eitt rullufelt, soleiðis at tað ber til at kanna prutlini á staðnum.

Tað er eitt felt, prutlini verða koyrd upp á og so kann málast akkurát, hvussu skjótt tey koyra og í gjár var løgreglan á ferð við tólinum.

 

Løgreglan kannaði fleiri prutl og tað varð staðfest, at nøkur av teimum vóru ólóglig og tað fær førarin bót fyri. Verður sami prutlfri tikin nóg ofta, verður hald lagt á prutlið.

 

Men av teimum prutlunum, sum vórðu tikin, koyrdi tvey so skjótt, at førararnir missa koyrikortið treytað og tað merkir, at teir mugu taka koyrikort til prutl av nýggjum, annars missa teir tað.

 

Í kanningunum í gjár fekk løgreglan eisini fatur á einum prutli, sum var stolið og tað fekk eigarin so aftur. 

 

Ein prutførari hevði ferðafólk við á prutlinum, og tað er ikki loyvt, so tað fær hann eisini bót fyri, og harafturat fingu fleiri prutlførarar átalu, tí prutlini vóru ikki eftir forskriftunum, men løgreglan hevði ikki sæð tey koyra.

 

Løgreglan sigur, at kanningarnar í gjár vóru í Havnini, men annars er ætlanin at ferðast kring landið við tí.