HB er nummar fimm. Tað er framvegis møguleiki fyri at røkka fjórða plássinum, men eftir málleysa javnleikin í Klaksvík er tað neyvan møguleiki at røkka í europeisku kappingina, tí tað eftir øllum at døma eru bara steypavinnararnir í NSÍ, sum HB hevur møguleika at fáa fatur á.
Tað snýr seg sjálvandi um at hava fokus á avbjóðingini seinnapartin, tá ið EB/Streymur verður gestur í Gundadali. Men tað er eingin loyna, at tað í hesum døgum verður lagt nógv í at fyrireika næsta ár, tá ið minsta málið verður at vinna HB aftur í europeiskan fótbólt, og dreymurin er at vera við í kappingini um FM heitið.
Ein av spurningunum er, hvør skal standa á odda fyri liðnum. HB eigur tveir heimadystir eftir. Í dag verður tað ímóti EB/Streymi og leygardagin 21. oktober verður tað í síðsta umfari ímóti B36. Sigfríður Clementsen hevur ábyrgdina av HB liðnum ídag. Tróndur Jensen er leikbannaður, og Aleksandar Stankov er darvaður av skaða í hælsinuni.
EB/Streyma venjarin Heðin Askham var vónbrotin síðsta sunnudag eftir 2-1 heimatapið ímóti Skála.
-Vit eru aftur partur av stríðnum at sleppa undan niðurflyting, og tað eru vit noyddir at fyrihalda okkum til. Málið er at vinna fulla úrtøku í Gundadali, og tað halda vit okkum hava møguleika fyri, um hugburðurin er tann rætti, sigur EB/Streyma venjarin.
Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir uttan verjuspælarin Árni G. Olsen, sum er leikbannaður.










