Nú er sjón fyri søgn undir Kongavarða

Tey, sum búgva undir Kongavarða, ávaraðu longu í heyst um, at nýggi innkoyringarvegurin fór at vera vandamikil í kava. Í kvøld sást sjón fyri søgn.

Fimm bilar máttu gravast leysir á nýggja innkoyringarvegnum undir Kongavarða á Argjum.

 

Eftir at byrja varð upp á nýggjastu útstykkingarnar og nýggju raðhúsini undir Kongavarða, varð innkoyringarvegurin broyttur. Fyrst gramdu íbúgvarnir undir Kongavarða seg um, at tað tók ov langa tíð hjá arbeiðsfólkunum at leggja ein ordiligan veg, men tað skuldi vísa seg at vera lítil trupulleiki móti varandi loysnini.

 

Í oktobur varð varandi loysnin gjørd, men tað tók ikki langa tíð, so fóru íbúgvarnir at ilskast aftur. 

Vegaføringin er fullkomiliga skeiv. Fyrst av øllum so er eingin ivi um, at hæddarmunurin fer at elva til trupulleikar. Eg skilji ikki, hvussu teir hava lagt hasa vegaføringina, segði Knud Bjørk, formaður í eigarafelagnum undir Kongavarða, við in.fo. 

 

Serliga vóru tað líkindini í kava, sum tey óttaðust.

Í hálku verða brekkurnar ein stórur trupulleiki. Kommunan gravar ikki her inni, tá tað kavar, so tað verður ein avbjóðing at sleppa úr gøtuni. Vit mugu hava ferð á, um vit skulu megna at koma niðan gjøgnum brekkuna. Tá er vandi fyri, at vit fara á glið og kanska koyra út av. Komin niðan gjøgnum brekkuna, hava vit víkiskyldu og mugu tí víkja. Tá vit so aftur skulu koyra, er vandi fyri, at vit standa føst í hálkuni, greiddi Knud Bjørk frá.

 

Og í dag sást sjón fyri søgn. At enda mátti sløkkiliðið koma og grava fimm bilar leysar, sum høvdu rent seg fastar á nýggja innkoyringarvegnum.