Fyritøkan PwC, sum hevur ábyrgdina av at telja saman atkvøður og at býta út brævbjálvar, biðir nú um orsaka fyri stóra mistakið, sum hendi til árliga Oscar tiltakið í nátt.
Tá ið vinnarin av Ársins Filmi skuldi avdúkast, og mest prestigufulla virðislønin skuldi latast, var tað skeivi filmur, sum varð róptur upp.
Sjónleikararnir Warren Beatty og Faye Dunaway høvdu fingið æruna av at avdúka vinnaran av Ársins Filmi, og tá ið Watten Beatty lat brævbjálvan upp, ivast hann eina løtu, áðrenn Faye segði "LalaLand". Tað var tó ikki hesin filmur, sum vann.
Løtu seinni varð mistakið rættað, men ikki fyrr enn umboð fyri Lalaland vóru farin á pallin at takka fyri. Rætti vinnarin vísti seg at vera filmurin Moonlight.
Warren Beatty greiddi seinni frá, at orsøkin til, at hann fór at ivast var, at á pappírinum í brævbjálvanum stóð "Besti kvinnuligi sjónleikari".
Sostatt kundi tað bent á, at hann fekk skeiva brævbjálva við á pallin, sum PwC eisini váttar í dag.
Men síðani hevur Emma Stone, sum vann virðislønina fyri ársins besta kvinnuliga sjónleikara sagt, at hon fekk brævið, har hennara navn stóð á, og hevði tað við sær gjøgnum kvøldið. Tí er spurningurin, um PwC hevur prentað sama tekst tvær ferðir, ella um okkurt annað er farið fram, sum enn ikki er komið undan kavi.
Givið er, at internetið og alheimsmiðlar eru á tremur um hetta stóra mistakið á árliga filmstiltakinum.