farin tilverka enn. Eg skilji væl, at kommunurnar ikki vilja gjalda fyri eitt øki, tær ikki halda seg hava yvirtikið og umvent, men fyri okkum avvarðandi, sum standa á síðulinjuni, er tað sera ørkymlandi [...] bleiv lagt út á kommunurnar, hevur tað víst seg, at yngri fólk, sum hava fingið staðfest Alzheimer, hava torført at fáa nøktandi tilboð. Kommunurnar siga seg hava yvirtikið eldraøki, sum er 67+, meðan [...] herviligari sjúku, men sum dettur ímillum, tí tey enn ikki eru blivin 67 ár. Politiska skipanin kallar tey fyri markamóti. Hoyra tey til tað almenna ella hoyra tey til undir kommununnar ? Ongin vil kennast við
Aftan fyri hvørja hurð er ein søga. Men ikki allar hurðar goyma eina dramatiska lokala søgu, ið samstundis er heimssøga og ein stór kærleikssøga. Aftan fyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar [...] uppá. Á hurðaskeltinum stendur Zwinge. Fyri Thurid Zwinge. Í 1940 varð hon - eins og allir aðrir føroyingar - drigin inn í 2. heimsbardaga. Men tá Thurid forelskaði seg í einum enskum yvirmanni, kom hon krígnum [...] tíðindamaðurin Uffe Bregendahl vitað um hesa sjáldsomu søguna hjá Thurid Zwinge. Í 2010 slóg hann seg saman við føroyinginum Jógvan Olsen, ið hevur verið hansara fasti samstarvsfelagi gjøgnum fleiri d
var meira á bóltinum fyri steðgin. Orsøkin var fremst av øllum, at toftamenn høvdu vindin undan. Teir høvdu hinvegin lítið hugflog. Møguleikarnir vóru fáir. Tað regnaði av grimd fyri hvíldina. Regnið oysti [...] fleiri mótstøðuleikarum og sendi bóltin til Stig-Roar Søbstad, sum stýrdi honum í málið. Komnir fyri seg B68 kom illa frá byrjan í hesum kappingarárinum, men toftamenn hava skavað sær 12 stig saman higartil [...] Bill Mc. Leod Jacobsen, venjari hjá B68, hevur gramt seg í miðlunum fleiri ferðir. Tað hevur ofta verið nógvur vindur, tá toftamenn hava spælt á heimavølli. Onkutíð hevur tað darvað somikið, at venjarin
Men tey, sum fáa hug at røra seg, sleppa eisini til Zumba. - Her fáa øll mannfólk høvi at vísa seg frá síni bestu síðu, og geva konuni, sentuni, ella mammuni eitt upplivils fyri summarið, saman við børnunum [...] vakrasta stevna bara við kvinnum Hetta vikuskiftið bjóða sandoyingar til stevnu á Sandi, sum er fyri alla familjuna, men har øll, sum føra fram, eru kvinnur og tað mann vera fyrstu ferð, at tað hendir [...] , at tað er vakrasta stevnuøki í landinum. Tey, sum fara at framføra eru Angela, sum hevur okkurt fyri børn, men annars eru tað Reverb, Lisa í Dali, Lív Næs, Evi, Carlsen systrarnar, Fríðbjørg Jensen,
verkfall, og enn er eingin glotti fat hóma fyri eini semju. Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíoggjarmálaráðnum sigur, at hann hevur um at seta seg í samband við Starvsmananfelagið. − Vit hava [...] Selma Ellingsgaard. − Hon rósar annars Benta Wallenberg, virkandi stjóri á Landsjúkrahúsinum fyri dugnaskap og fyri at vera góð at samstarva við. [...] hava opið kríggj, og tað er ein spurningur um, hvør boyggir seg fyrst. Hann sigur, at hann hevur tosað við leiðslan á Landssjúkrahúsinum, men av sjúkrahúsinum er enn eingin áheitan komin til hansara um at
at royna seg í einum íslendskum filmi. Noomi hevði ein leiklut, har hon einki segði, í filminum Í skugga hrafnsins eftir Hrafn Gunnlaugsson. Og tað var hendan uppliving, sum skapti áhugan fyri at gerast [...] Teater Plaza, Teater Galeasen og Stockholms Stadsteater. 7 Henni dámar illa at síggja seg sjálva í filmum, og hon heldur seg sjálva verða eitt sindur smædna. 8 Noomi er gift við sjónleikaranum Ola Rapace, og [...] Salander sær størri boppur fyri at styrkja sjálvsálitið, men tað sigur Noomi Rapace, at hon ikki kundi funnið upp á at gjørt í veruliga lívinum. 10 - Eg haldi, at Svøríki hevur brúk fyri fleiri víðgongdum filmum
krevja at verða tiknir upp við myndugleikar á staðnum fyri at verða rættaðir. - Vit fáa góða tænastu frá donskum sendistovum, tá ið áleikandi mál stinga seg upp. Men tað skerst ikki burtur, at tað mangan er [...] er saknur í umboðan, sum burturav arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. - Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið talan er um fjarskotin lond og mentanir, ið eru okkum ókendari [...] Løgmansskrivstovan kannar í løtuni møguleikarnar fyri at seta føroysk sendifólk í Moskva og í Beijing. Í hesum sambandi verður kannað eftir, hvør tørvurin er á einum slíkum átaki og, hvat tað fer at kosta
at bæði gjørdu sítt allarbesta fyri at vinna dystin! Tey fyrstu fýra settini vóru at líkna við massakrur, har liðini skiftust um at hølva hvørt annað av. Mjølnir legði fyri, síðani Fleyr, so aftur Mjølnir [...] kett seg, áðrenn tað kom so langt sum til fimta sett, tí bæði Fleyr og Mjølnir – upp á skift, tó – høvdu víst sínar bestu álopssíður fram. Spælt varð við fullari ferð, og í álopinum var eyðkent fyri báðar [...] talan um varierað álopsspæl, og tað vísti seg, at tað liðið, sum fekk álop í lag, eisini vann álopini. Í fimta setti skuldi so alt avgerast, men her vísti Fleyr seg at røkka longur. Nokk so skjótt fóru kvinnurnar
at verða tiknir fyri fult á henda hátt? Hvussu kunnu reiðarar kenna seg tryggar og kenna seg væl at reka sjóvinnu undir sovorðnum umstøðum? Og hvussu kann føroyski sjómaðurin føla seg tryggan? Men man [...] sjómanni, sum hevur mist følilsi í einum stórum parti av hondini av hesi grund. Vit hava onga ISM skipan fyri fiskiskip, ið kundi verið viðvirkandi til, at sonur Jákup Vestergaard ikki misti førleikan í aðrari [...] líkastillingsavtalu við Danmark um okkara næmingar. Umborð á donskum og norskum skipum fáa teir brúk fyri hesum, men umborð á føroyskum er einki krav til nakað sum helst. Jú, farmaskipini hava ISM (International
ruðuleika. Fleiri róptu, onnur skríggjaðu, og tey flestu tóku til beins fyri at sleppa burtur. 45 minuttir seinni endurtók søgan seg á undirgrundarstøðini Park Kulturij, sum er tætt við Moskva-ánna miðskeiðis [...] sum høvdu sprongt seg í luftina við bumbunum. -Eftir teimum upplýsingum, sum vit hava nú, høvdu kvinnurnar bundið spreingievnið um miðjuna á sær, segði Jurij Sjomin, sum er leiðari fyri ákæruvaldinum í Moskva [...] morgun er tann fyrsta í Moskva síðani august í 2006. Tá sprongdi ein sjálvmorðsbumbumaður seg í luftina uttan fyri eina undirgrundarstøð og tók níggju fólk við sær í deyðan. Ta ferðina váttaðu uppreistrarmenn