Løgmaður vil hava stóra undirtøku

Løgmansskrivstovan kannar í løtuni møguleikarnar fyri at seta føroysk sendifólk í Moskva og í Beijing.

Í hesum sambandi verður kannað eftir, hvør tørvurin er á einum slíkum átaki og, hvat tað fer at kosta

Kanningarnar verða gjørdar, tí talan er um høvuðsstaðir í londum, har føroyskar fyritøkur selja alsamt meira fisk og alilaks, sigur løgmaður.

- Hóast okkara útflutningur til hesi lond er vaksin, renna vit okkum av og á í formligar trupulleikar av ymiskum slagi, sum krevja at verða tiknir upp við myndugleikar á staðnum fyri at verða rættaðir.

- Vit fáa góða tænastu frá donskum sendistovum, tá ið áleikandi mál stinga seg upp. Men tað skerst ikki burtur, at tað mangan er saknur í umboðan, sum burturav arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Hetta ger seg serliga galdandi, tá ið talan er um fjarskotin lond og mentanir, ið eru okkum ókendari enn tann í Norðurevropa.

Tá ið Løgmansskrivstovan hevur kannað tørv og kostnað neyvari, m.a. hjá føroyskum vinnulívi og hjá danska uttanríkisráðnum, verður málið tikið upp til politiska viðgerð.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at skulu vit gagnnýta møguleikarnar á heimspallinum, mugu vit tillaga og raðfesta okkara sendifólka virksemi eftir, hvar tørvur og møguleikar eru størstir.

- Kina og Russland eru nýggir og vaksandi marknaðir, og nógvir og ótroyttir møguleikar eru á hesum marknaðunum. Tað er langt til Russlands og Kina og tí kann tað vísa seg, at vera neyðugt at hava fólk á staðnum.

hann vísur á, at tað tekur tíð hjá sendifólki at byggja eitt netverk upp og at ogna sær vitan um samfelagviðurskifti í londunum har tey eru útsend.

- Sendistovuvirksemi eru tí ein langtíðar íløga, og tí er neyðugt við breiðari politiskari undirtøku fyri, hvar vit staðseta nýggjar sendistovur, sigur løgmaður.