Hvussu kunnu vit føroyingar rokna við at verða tiknir fyri fult á henda hátt? Hvussu kunnu reiðarar kenna seg tryggar og kenna seg væl at reka sjóvinnu undir sovorðnum umstøðum? Og hvussu kann føroyski sjómaðurin føla seg tryggan? Men man kann bara seta filippinarar umborð í staðin?
Vit hava onga nýggja kunngerð um sjúkraviðgerð umborð á skipum. Eri sjálvur gubbi at einum sjómanni, sum hevur mist følilsi í einum stórum parti av hondini av hesi grund.
Vit hava onga ISM skipan fyri fiskiskip, ið kundi verið viðvirkandi til, at sonur Jákup Vestergaard ikki misti førleikan í aðrari hondini.
Vit hava eina óbrúkiliga bjargingartyrluskipan, sum óivað hevur kostað í hvussu so er einum manni lívið.
Vit hava onga lóg um arbeiðstrygd umborð á skipum, sum onnur lond hava.
Okkara flagg er á gráa lista. »Athena«, sum eldur nú aftur var í, hevur ein bjargingar- og evakueringsplan umborð, ið ikki er góðkendur, »Approved«, men »Viewed« av Det norske Veritas. Er einki skil á, hvussu klassafeløgini skulu sýna føroysku skipini? Er tað tí, vit eru á gráa lista?
Eg eri lærari á Vinnuháskúlanum. Vit læra næmingarnar um trygd, bæði persónliga, umhvørvisliga og tekniska, um ISM, arbeiðsplássmetingar (váðametingar) og mannagongdir á arbeiðsplássinum. Vit hava teir á langum skeiði í sjúkraviðgerð. Alt hetta, tí vit hava eina líkastillingsavtalu við Danmark um okkara næmingar. Umborð á donskum og norskum skipum fáa teir brúk fyri hesum, men umborð á føroyskum er einki krav til nakað sum helst. Jú, farmaskipini hava ISM (International Safety Management Code), men fiskiskipini hava einki. Bara tað, at ymisk krøv eru til fiskiskip og farmaskip, er ein bági fyri vinnuna, tí ónollur frá fiskiførunum smitta yvir á farmaskipini.
Nær fer broyting at koma í?