Bill Mc. Leod Jacobsen, venjari hjá B68, hevur gramt seg í miðlunum fleiri ferðir. Tað hevur ofta verið nógvur vindur, tá toftamenn hava spælt á heimavølli. Onkutíð hevur tað darvað somikið, at venjarin hjá toftamenn hevur ikki skilt, at dómarin ikki útsetti dystin.
Tað var kanska ikki neyðugt, tá NSÍ vitjaði á Toftum fríggjakvøldið. Tó so, vindurin var so nógvur, at liðini fingu sjáldan ferð á bóltin. Úrslitið var ein keðilig grannauppgerð.
Lítið spæl
Heimaliðið var meira á bóltinum fyri steðgin. Orsøkin var fremst av øllum, at toftamenn høvdu vindin undan. Teir høvdu hinvegin lítið hugflog. Møguleikarnir vóru fáir.
Tað regnaði av grimd fyri hvíldina. Regnið oysti niður. Toftamenn kendu seg noyddar at skifta búnar í hálvleikinum. Teir spældu í reyðum troyggjum í fyrra hálvleiki, og í hvítum troygjum eftir steðgin.
Christian Høgni Jacobsen legði gestirnar á odda. Tá var seinni hálvleikur júst byrjaður. Heðin á Lakjuni fór til stroks í vinstru síðu. Klaksvíkingurin legði innfyri, og Niklas Joensen royndi at sparka bólturin burtur av vandaleið. Leðurkúlan fór fyri føturnar á Christian Høgna Jacobsen, sum sendi bóltin í málið. Heimaliðið svaraði aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Niklas Joensen slapp framvið fleiri mótstøðuleikarum og sendi bóltin til Stig-Roar Søbstad, sum stýrdi honum í málið.
Komnir fyri seg
B68 kom illa frá byrjan í hesum kappingarárinum, men toftamenn hava skavað sær 12 stig saman higartil. Bill Mc. Leod Jacobsen hevur fingið stig frá nøkrum av fremstu liðunum seinastu vikurnar. Hann viðgekk eisini eftir dystin, at hann var nøgdur við eitt stig – men tað var hinvegin eisini tað einasta, hann var nøgdur við fríggjakvøldið.