Treisknari parturin vinnur

Hvørki Fíggjarmálaráðið ella Starvsmannafelagið hava gjørt nakra nýggja roynd at loysa stríðið hjá portørunum, sum eru í verkfalli. Báðir partar bíða eftir hvør øðrum. Tað er ein spurningur, hvør boygnar fyrst, sum Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini tekur til

Landssjúkrahúsið: Ellivu dagar eru nú farnir, síðan flestu portørarnir í landinum fóru í verkfall, og enn er eingin glotti fat hóma fyri eini semju.

Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíoggjarmálaráðnum sigur, at hann hevur um at seta seg í samband við Starvsmananfelagið.

− Vit hava opið kríggj, og tað er ein spurningur um, hvør boyggir seg fyrst.

Hann sigur, at hann hevur tosað við leiðslan á Landssjúkrahúsinum, men av sjúkrahúsinum er enn eingin áheitan komin til hansara um at taka stig til at loysa ósemjuna.

Hann veit væl, at skitin klæðir og burturkast hópar seg upp á deildunum á Landssjúkrahúsinum, men tað má so vera, sigur Snorri Fjalsbak.

Í J. C. Schrøtersgøtu 9 í Havn situr Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum og bíðar.

− Vit bara bíða, og sum eg havi sagt áður, leypa vit avstað, um vit verða boðin til fundar.

− Hon sigur, at tey í Starvsmannafelagnum eru hørm um, at tað skuldi enda við verkfalli, men tey kundu ikki á nakran hátt semjast.

− Verkfall er okkara vápn, sum vit bara brúka, tá ið tað er hægst neyðugt, og tað var tað hesa ferð, sigur Selma Ellingsgaard.

Hon er greið yvir, at støðan á Landssjúkrah´sinum er alt annað enn góð, og ti vónar hon, at onkur vaknar og vil geva portørunum meira í løn.

Selma Ellingsgaard finst ikki at landsstýrinum fyri at hava verið við Gjógv í tveir dagar, meðan portørarnir hava verið í verkfalli.

− Eg taki tað sum eina sjálvfylgju, at landsstýrið eisini á fundinum hevur tosað um hesi viðurskiftini, sigur Selma Ellingsgaard.

− Hon rósar annars Benta Wallenberg, virkandi stjóri á Landsjúkrahúsinum fyri dugnaskap og fyri at vera góð at samstarva við.