1 Tann 28. desember í ár kann Noomi Rapace halda sín 30 ára føðingardag. Hon var fødd í Hudiksvall í eystara parti av Svøríki í 1979.
2 Pápi Noomi er spanskur Flamenco sangari, men hann helt saman við mammu Noomi í styttri tíðarskeið.
3 Frá tí at hon var 5 til 8 ár, búði Noomi í Íslandi, hagar mamman og hon flutti, tí mamman hevði fingið sær ein íslendskan mann. Tey búðu í Flúðir, sum liggur á suðurlandinum, og hevur nakrar fáar hundrað íbúgvar.
4 Sum 7 ára gomul slapp hon at royna seg í einum íslendskum filmi. Noomi hevði ein leiklut, har hon einki segði, í filminum Í skugga hrafnsins eftir Hrafn Gunnlaugsson. Og tað var hendan uppliving, sum skapti áhugan fyri at gerast sjónleikari.
5 Í 1996 spældi hon fyri fyrstu ferð við í einari svenskari sjónvarpsrøð. Tað var røðin, sum kallast Tre Kronor, og sum varð send í nøkur ár á svenska TV4. Í 1997 var hon við í sínum fyrsta spælifilmi.
6 Hon hevur studerað sjónleik á Skara Skolscen, tað var í árunum 1998 og 1999. Eftir tað hevur hon starvast á eitt nú á Teater Plaza, Teater Galeasen og Stockholms Stadsteater.
7 Henni dámar illa at síggja seg sjálva í filmum, og hon heldur seg sjálva verða eitt sindur smædna.
8 Noomi er gift við sjónleikaranum Ola Rapace, og tey eiga tvey børn. Áðrenn hon varð gift hevði hon eftirnavnið Norén.
9 Í bókarøðini Millennium fær Lisbeth Salander sær størri boppur fyri at styrkja sjálvsálitið, men tað sigur Noomi Rapace, at hon ikki kundi funnið upp á at gjørt í veruliga lívinum.
10 - Eg haldi, at Svøríki hevur brúk fyri fleiri víðgongdum filmum, sum ikki endiliga eru gjørdir til eina stóra og breiða fjøld at hyggja at, sigur Noomi Rapace.