at fara á hægstu tindar. Samstundis sum hann gjørdi listaverk við róðrarbáti vesturi á Eiðinum. Eins dugnaligur skipari hann var á Norðurhøvum og í Grønlandi, eins dugnaligur skipari og eins nógv legði hann [...] Vági. Eins dugnaligur skipari hann var á Brimborg og Varðborg, eins nógv legði hann i snellutúrar við Múlatanga og í útróður og mið og innløgu á heimaleiðum og á Vágsfirði. Og eins væl honum dámdi nútímans [...] síni næstu og síni kæru. --- Hans fylti so nógv og rúmaði so nógvum. Fevndi so víða og stakk so djúpt. Hann dró fólk, virksemi og trivnað at sær – sum ein korall á havbotninum. Hann ferðaðist í tíð og sál
har ið fokus var á fjølmiðlar og list. Jan fortelur, at hann hevur skapt nógv áhugaverdar kontaktir har niðri, og nú tá ið Deja Vu skulu til London at umboða Føroyar, kann Jan fáa hesi fólk at koma at lurta [...] teimum. Men hetta er bara eitt stig á leiðini. Jan og limirnir í Deja Vu arbeiða miðvíst fyri at fáa bólkin út í heim, og okkurt bendir á, at nú er ein bóltur farin á rull. - Tað er ein sovorðin kensla [...] eina hægri eind, sigur Jan. Ongar serligar fyrireikingar Samtalan fer spakuliga inn á víðari luttøkuna í GBOB. Hvussu kann ein bólkur fyrireika seg til eina kapping, har ið hann skal kappast móti 32 øðrum
ikki við at fremja grov brot á allar fjølmiðlareglur við at móti bertri vitan at bera ærumeiðandi og ósonn tíðindi um fólk, sum ikki sleppa at svara fyri seg. Eitt greitt brot á grundleggjandi fjølmiðlareglur [...] sáttmálin – teori og veruleiki Ein grundgeving fyri tørvin á eykajáttan var eisini kostnaðarkrevjandi Public Service sáttmálin. Í hesum sáttmála er í hvussu er ein grein, sum avgjørt ikki kostar pening, og tað [...] í samband við “Brandfellurnar”. Men so hoyrdist einki meira. Tað kom út onkursvegna, at 10! fólk høvdu verið á skeiðinum. Men hvat kom burtur úr og hvørja niðurstøðu norski serfrøðingurin kom til, var ikki
fiskarí á Eysturlandinum og her á leið. Fyrsta skipið, sum hann var til skips við, var Haraldur, sum maður mostur hansara, Jóannes á Váli í Svínoy, førdi. Jóannes hevði nógv saman við bóndanum á Felli. [...] apríl í 1938 ankraðu inni á Finnafjørðinum, og teir heilsaðu upp á bóndan á Felli, Fríðrik, sum kom umborð. Hann segði teimum, at Polo var størsta skipið, sum hevði verið inni á Finnafjørðinum. Hann kendi [...] Tey vóru nógv systkin. Hini búgva kring alt landið. Mest á Akureyri og í Reykjavík. Sjálvur eigur hann fimm børn. Tey búgva øll á Akureyri. Ein sonur bygdi typuhúsini, sum standa undir liðini á hesum húsunum
skal berast út til fólk. Tann 53 ára gamli guðfrøðingurin byrjaði longu sum ungur at lesa at teologi. Í 1990 tók hann lesturin upp aftur. Á jóansøku í fjør varð hann liðugur, og byrjaði á Pastoralseminariinnum [...] presturin er somuleiðis spentur upp á at byrja í Christianskirkjuna, sum hann heldur vera sera vakra, men leggur samstundis dent á, at hann eisini fer at gera nógv við at vitja smábygdirnar. Áðrenn Magnus [...] tó verið niðri í Danmark av og á til fyrilestrar o.a., har hann hevur búð hjá skyldfólki hjá konuni, og hetta er hann sera takksamur fyri, sigur Magnus og nevnir, hvussu torført tað er at fáa kollegiikamar
eksistentiel á einum alheims støði, og eru nógv meir enn heimstaðarbókmentir, meir enn endurminningar til føroyingar og til fólk við tilknýti til landið. Á bókmentafestivalinum var Jóanes á skránni fýra [...] tú fær frá fólki tú møtir á gøtuni, í veitslu ella tilvildarliga. Á henda hátt virkar eitt slag av underground ummælara - og kritikaravirksemi í Føroyum. - Ein fílist ofta á, at ummælarar eru so fáir og [...] sannføring, at tað at fáast við list er eitt einsligt arbeiði. - Tú velir nógv frá, men hinvegin so fært tú eisini so nógv aftur. - Øgiliga nógv. Til spurningin um tað hevur tyðning fyri høvundar og fyri bókmentirnar
ikki tímir, sigur hann avgjørdur á málinum. John Erik sigur, at hann hugsaði nógv um, hvat fólk mundu fara at siga, at teir góvust so stutt frá málinum, men hann leggur dent á, at ikki eitt øvugt orð er fallið [...] sigur John Erik og heldur fram, at hann fór eina løtu fram í bátin at hugsa um hetta. - Tá stóð nógv á mær, kann eg gott viðganga, tí tað var óluksáliga hart at gevast so nær við, sigur hann . Fróði heldur [...] nakrantíð hava gjørt. Nógvar grensur vórðu fluttar, og menninir funnu útav, hvussu langt tolsemi hjá teimum kann røkka. - Longu aftan á tveir dagar kundi eg lippa og hugsa, hvat fanin havi eg gjørt? Sat har
rendi á norður-vestur síðuna av bygninginum. Tað rænda flogfarið megnaði at skræða niður eina heila síðu av bygninginum. Vit vóru bidnir um at syrgja fyri at fáa fólk út úr Pentagon og at halda skil á, tí [...] avstað aftur, tí herurin var bangin fyri, at fólk kundu fáa sálarligt mein av at vera ov leingi á staðnum. Tað var heldur ikki alt líka tespiligt. Í alt lótu 240 fólk lív í Pentagon 11. september. Meðan Carlos [...] september. Tað kom fullkomiliga óvart á okkum, og vit høvdu als ikki kunnað ímyndað okkum nakað sovorðið. Í landinum gjørdust fólk eisini meira patriotisk, og herurin fekk nógv størri virðing. Dámar í Føroyum
so keðiligt, tá eitt lyft kiksar, og eg gerist ógvuliga argur og illur inn á meg sjálvan. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv styrkilyftingin hevur at siga fyri meg, fortelur Bogi Hammer, sum vanliga [...] Onkuntíð haldi eg eisini, at tað styggir fólk at síggja menn, ið eru so stórir. Hinvegin eru tað alsamt fleiri, ið venja styrki nú á døgum, og tí haldi eg, at fólk í størri mun enn áður eru farin av venja [...] út av lagi á ein ella annan hátt. Soleiðis er tað bara, og kroppurin heldur simpilthen ikki til hetta meir. Nú er tað ikki tað vert meir, sigur Bogi Hammer og vísir á, at hugurin at venja á høgum støði
snúði seg um, hvørt fólk siga seg úr starvi, tá tey fara í verkfall, og stjórin á lønardeildini vísir á, at eitt nú í Danmark eru greiðar reglur um hetta, men vit ongar reglur hava á økinum í Føroyum. [...] orðini fullu harðliga. Men eg lærdi at skilja, at tað er ikki meg, fólkini eru ill inn á, tey eru ill inn á stjóran á lønardeildini, og tað eri so eg í løtuni, sigur Snorri Fjallsbak. Men tað eru eyðvitað [...] Ráðgeva Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum er ein rættiliga lítil deild. - Vit eru fýra fólk, sum starvast her, og nógv av orkuni fer til at ráðgeva arbeiðsgevarum í ymiskum spurningum. Og tað kann so sigast