Tað eru ofta tilvildir, ið skapa lívsleiðina hjá fólki, og ein slík tilvild førdi eisini við sær, at Snorri Fjallsbak endaði á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, har hann hevur verið leiðari síðani 2005.
- Eg var lærari í Hoydølum í 24 ár, eitt skifti sum rektari. Tað var frá 1989 til 1992. Men hesa tíðina førdi mín leiðsluháttur við sær, at eg hevði fingið allar hinar lærararnar upp á nakkan, og eg valdi tí at stinga í sekkin sum rektari. Og tað eru tað helst aðrir almennir stjórar, sum eisini áttu at gjørt, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann helt kortini fram sum lærari, og í 1994 var hann – mest sum av tilvild – endaður á einum aðalfundi hjá fakfelagnum hjá Studenta- og HF-lærarunum.
- Tað var sum at rætta hondina upp. Eg endaði í nevndini, og enntá sum formaður, sigur Snorri Fjallsbak.
Har sat hann so í fýra ár fram til 1998.
- Tá hendi so tað, at eg varð koppaður út. Nevndin skipaði seg sjálv, og tá hendi so tað, at ein annar vildi verða formaður, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann sigur, at hevði tað ikki hent, var tað heldur ikki vist, at hann sat sum leiðari fyri lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum í dag.
- Eg sá so ein dagin eina lýsing eftir einum fulltrúa til Fíggjarmálaráðið í einum av bløðunum, og sendi ein umsókn inn. Og síðani havi eg so verið her, frá 2005 at rokna sum stjóri, sigur Snorri Fjallsbak.
Ráðgeva
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum er ein rættiliga lítil deild.
- Vit eru fýra fólk, sum starvast her, og nógv av orkuni fer til at ráðgeva arbeiðsgevarum í ymiskum spurningum. Og tað kann so sigast at vera lagnunnar speisemi, at eg, sum segði upp sum rektari, tí eg dugdi ikki at farast við starvsfólkunum, nú skal sita og ráðgeva arbeiðsgevarum um teirra starvsfólk, sigur Snorri Fjallsbak.
Ein annar partur av starvinum eru umflokkingar at starvsfólki og flokkingar av fólki, sum ikki passa inn í verandi karmar, og hvørja løn tey skulu hava.
- Vit plaga at siga, at vit eru ovbyrjað og undirmannað, sigur stjórin á lønardeildini.
Hann heldur, at fakfeløgini í mangar mátar hava betri umstøður enn lønardeildin, og hann nevnir, at undir samráðingum hava nevndarlimir frí við løn.
- Vit sita her, fýra fólk, og gjalda mótpartinum fyri at samráðast við okkum, og tað virkar eitt sindur burturvið. Men hetta eru nakrar gamlar ónollur, sum eru komnar inn í sáttmálan, sigur Snorri Fjallsbak.
Og hann kallar tað enn eina ónollu, at pedagogarnir vilja hava við í sáttmálan, hvussu nógva fyrireikingartíð, teir skulu hava.
- Men hetta er ikki eitt sáttmálamál. Eg giti, at tað einki stendur í tínum starvssáttmála um, hvussu langa tíð tú skal brúka til at fyrireika eina grein, vísir Snorri Fjallsbak á.
Hann sigur, at sáttmálasamráðingar bert skulu snúgva seg um løn og arbeiðsviðurskifti, men mugu ikki snúgva seg um fólkatørvin ella skipanina á staðnum.
- Og tað meta vit, at kravið hjá Pedagogfelagnum ger, sigur stjórin á lønardeildini.
Keðiligar hendingar
Hann hevur fingist við samráðingar í mong ár, og drúgvu royndirnar hava lært hann bæði eitt og annað.
- Tað er vorðið munandi lættari, eftir at eg lærdi, ikki at taka tað persónligt. At byrja við hugsaði eg ofta mítt, tá orðini fullu harðliga. Men eg lærdi at skilja, at tað er ikki meg, fólkini eru ill inn á, tey eru ill inn á stjóran á lønardeildini, og tað eri so eg í løtuni, sigur Snorri Fjallsbak.
Men tað eru eyðvitað keðiligar hendingar.
- Sum til dømis í gjáramorgunin, tá eg var í Útvarpinum og segði, hvat eg helt um verkfallið. Ein tíma seinni kemur ein yvirlýsing frá Samtak, har tey halda tað vera nógv fyri, at Snorri Fjallsbak skal koma við ósannindum í bestu senditíð. Høvdu tey sagt, at tey vóru ósamd í tí, eg segði, var tað tað, men at siga at eg lúgvi, er nokk so langt úti, sigur Snorri Fjallsbak.
Tvisturin snúði seg um, hvørt fólk siga seg úr starvi, tá tey fara í verkfall, og stjórin á lønardeildini vísir á, at eitt nú í Danmark eru greiðar reglur um hetta, men vit ongar reglur hava á økinum í Føroyum.
Loyalitetsskylda
Samráðingar kunnu vera tungar og truplar, men stjórin á lønardeildini minist ikki nakrar ótespiligheitir undir ella eftir samráðingar.
- Eg havi lært meg at gloyma alt ótespiligt og keðiligt sum skjótast. Eg havi lært meg at uppfata hetta sum eitt starv, ið eg geri, og eg royni at gera tað sum frægast. Tú kanst siga, at eg havi fingið harða húð, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann sigur seg enntá hava ujpplivað, at fólk hinumegin borðið hava tikið synd í honum við tí starvi hann hevur.
- Men tað sigi eg við tey, at tað skulu tey ikki, tí eg visti hvat tað var fyri eitt starv, ið eg søkti, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann viðgongur tó, at tað hava verið strævnar løtur inn í millum, og tað er eisini komið fyri, at hann hevði ynskt sær annað starv.
- Hetta er eitt starv, sum eg havi havt í fleiri ár. Og eg vil siga tað soleiðis, at eg fari til arbeiðis fyri at gera tað besta eg kann fyri mín arbeiðsgevara. Tað liggur í loyalitetsskylduni, sum vit øll hava, ið arbeiða fyri ein annan, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann letur tí ikki sína persónligu meining ávirka sítt arbeiði.
- Tað verður ofta spurt, hvat eg persónliga haldi um hesa og hasa lønina og um hon er rættvís. Men tað er ikki mín uppgáva at meta um tað, eg skal bert føra tað út í lívið, sum mín arbeiðsgevari ynskir. Og mín uppgáva er eisini at fáa ein so bíligan sáttmála fyri landið sum gjørligt, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann sigur, at uppgávan hjá einum embætisfólki, er at vera litblind.
- Vit skulu gera, sum okkara arbeiðsgevari vil, og so er tað líka mikið um hann er ein fólkafloksmaður ella ein tjóðveldismaður, sigur Snorri Fjallsbak.
Starv og privatlív skilt at
Men í starvinum hjá Snorra Fjallsbak er eisini neyðugt at skifta millum Dr. Jekyll og Mr. Hide.
- Onkuntíð undir samráðingum, tá eg lati eitt heldur harðligt orð falla, hugsi eg, um mótparturin nú tekur tað í ramasta álvara. Eg føli viðhvørt, at eg spæli komediu, tí orðini viðhvørt falla harðari enn eg meini tey, sigur Snorri Fjallsbak.
Men tað er langt frá tann bera rópan og skrálan í høvdið hvør á øðrum undir samráðingum.
- Har fer nógv tíð við hugnapráti, og tað er góður stemningur. Men tá tað nærkast endanum, og tað kemur til skarpskeringar, verður tað ofta ófýsligt. Tað liggur í »sagens natur«, at tað kann ikki vera stuttligt at gera eina semju, har báðir partar eru ónøgdir, sigur Snorri Fjallsbak.
Hann sigur, at tá onkur heldur seg hava fingið ov lítið og annar heldur seg hava latið ov nógv, fara ofta illslig orð tvørtur um borðið.
- Tá havi eg brúkt orð, sum eg sigi við børnini, at tey ikki skulu brúka. Og tað er í slíkum støðum, at eg stundum havi hugsað aftan á, at hetta og hatta skuldi eg nokk ikki havvt sagt, sigur Snorri Fjallsbak.
Men starvið er kortini væl skilt frá privatlívinum, og tá samráðingarnar eru av, og sáttmálin undirskrivaður, er mótparturin aftur ein privatpersónur.
- Møtast vit til dømis í veislulag, er avgjørt eingin trupulleiki, og eg haldi, at alt agg skjótt verður gloymt, sigur Snorri Fjallsbak.
FAKTA
Snorri Fjallsbak, 62 ár
Útbúgving: cand. scient
Lærari í Hoydølum: 1977-2001
Rektari í Hoydølum: 1989-1992
Formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara 1994-1998
Fulltrúi á lønardeildini: 2001-2005
Stjóri á lønardeildini: 2005-