Kroppurin orkar ikki meir

- Eg havi altíð havt tann hugburðin, at eg vil vera bestur í tí, eg geri. Seinastu árini havi eg eisini vunnið ymsar kappingar og sett týdningarmikil met innan styrki, men nú orkar kroppurin ikki meir, og eg gevist, meðan væl er. Tað sigur Bogi Hammer, sum eftir at hava íðkað styrkivenjing í nógv ár, velur at gevast við kappingum á høgum stigi

Hann hevur verið ein av Føroya sterkastu monnum seinastu árini, hevur vunnið fleiri styrkiskappingar og sett føroysk met innan styrki. Men tá kappingin Føroya Sterkasti verður í juni mánaði, verður tað tann seinasta kappingin av sínum slag fyri 37 ára gamla Boga Hammer.

Eftir at hava íðkað styrkivenjing ein stóran part av lívinum hevur sterki Havnarmaðurin tikið avgerð um at steðga við at kappast innan styrki á høgum stigi.

- Eg luttaki í kappingini Battle of the North fríggjakvøldið og so aftur í einari kapping í juni mánaði, men aftan á tað, velji eg at blaka handklæðið í ringin. Seinastu tíðina havi eg drigist við so nógvar skaðar og pínu í kroppinum, at eg føli, at tað er ikki tað vert meira, sigur Bogi Hammer, ið er útlærdur skipari og dagliga starvast sum stýrimaður innan norsku oljuvinnuna.

- Eg merki, at tað er nú, eg skal finna hurðina og gevast við styrkiskappingum á høgum stigi, tí soleiðis, sum støðan er, føli eg, at eg ofri meir, enn hvat eg fái burturúr við allari venjingini og teimum ymsu kappingunum, sigur Bogi Hammer.


Vil vera bestur

Longu sum heilt ungur fekk Bogi Hammer áhuga fyri styrkivenjing, tá hann sá, at hann hevði røttu eginleikarnar.

- Áhugin bleiv fyrstu ferð vaktur, tá eg saman við flokksfeløgunum í 9. flokki fór í tað gamla Form & Figur, har vit skuldu royna okkum í bonkpressi. Flestu dreingirnir lyftu eini 50 kilo, men eg kláraði 102 kilo sum einki. Tá visti eg, at hetta var nakað, sum eg ivaleyst kundi venja og blíva enn betri til, fortelur Bogi Hammer, sum líka síðani hevur vant styrki regluliga.

Tað er tó ikki bara styrki, ið Bogi Hammer hevur tikist við í frítíðini. Sum barn og ungur royndi hann seg innan fleiri ymsar ítróttargreinar.

- Eg havi fyri so vítt roynt meg innan allan ítrótt og havi verið Føroyameistari í tilsamans seks ítróttargreinum, fortelur Bogi Hammer, ið hevur FM-gullheiðursmerki innan hondbólt, fótbólt, badminton, tennis, flogbólt og styrki.

Sjálvur heldur hann, at hann hevur ein ótroyttiligan vilja til at vera bestur, og tað er eisini av av høvuðsorsøkunum til, at hann hevur staðið seg so mikið væl innan styrkivenjing í Føroyum.

- Eg eri kappingarmenniskja um ein háls. Eg vil altíð vinna – eisini tá talan bara er um eitt
borðspæl saman við døtrunum, sigur Bogi Hammer.


Berjist ímóti kilounum

Fyri sjey árum síðani fór Bogi Hammer undir at venja styrki miðvíst og at luttaka í styrkiskappingum í Føroyum.

- Tá byrjaði eg at arbeiða innan oljuvinnuna, og skipini vóru so ótrúliga væl útgjørd við amboðum og tólum í venjingarhølunum umborð, so tað var har, eg brúkti ein stóran part av frítíðini umborð, sigur Bogi Hammer og heldur fram:

- Nú hevur tað altíð ligið væl fyri hjá mær, og eg havi havt góð evni hvat styrki viðvíkur, og sum tíðin leið, sá eg, at venjingarnar góvu úrslit, og eg bleiv sterkari og størri. Tað gav mær blóð upp á tonnina til at halda fram, greiðir Bogi Hammer frá.

Seinastu árini hevur hann brúkt nógvar tímar við at venja eitt nú, squat, deadlift, bonkpress og aðrar greinar innan styrkilyft. Og fyri hvørja venjing setur hann fleiri kilo á vektstongina, soleiðis at hann gerst sterkari.

- Tú kanst siga, at eg berjist ímóti kilounum. Hvørja ferð eg fari í venjingarmiðstøðina at lyfta, er tað sum ein lítil finala, sum eg bara vil vinna. Og tá eg megni at gera eitt lyft betri ella orki at lyfta tyngri, so er tað ein ótrúliga feit kensla. Hinvegin so er tað líka so keðiligt, tá eitt lyft kiksar, og eg gerist ógvuliga argur og illur inn á meg sjálvan. Tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv styrkilyftingin hevur at siga fyri meg, fortelur Bogi Hammer, sum vanliga venur fýra ferðir um vikuna í einar tveir tímar hvørja ferð.

Møtir nógvum fordómum

Bogi Hammer dylir ikki fyri, at tað eru rættiliga nógvir fordómar um tey mannfólkini, ið fáast við styrkivenjing og eru stórir á vøkstri.

- Nógv halda, at vit venja okkum stórar og sterkar, tí vit onkursvegna hava undirlutakenslur. Sjálvur geri eg hetta, tí tað er nakað, eg eri góður til og klári meg væl í. Eg havi altíð verið høgur og eisini hampiliga kraftigur á vøkstri, men eg dugi væl at síggja, at styrkivenjing kann ávirka sjálvsálitið hjá einum ungum, klæntrasligum drongi, tá hann fer at venja miðvíst og gerst størri og sterkari, sigur Bogi Hammer.

Við eini útsjónd sum Bogi Hammer hevur, sigur hann seg javnan uppliva, at fólk hyggja heldur skeivt eftir sær.

- Fyri at siga akkurát sum er, so kenni eg meg ofta sum teknifilmsfigururin Shrek, soleiðis sum fólk hyggja at mær. Tað er ikki soleiðis, at tey siga nakað, men eitt eygnabrá kann eisini siga rættiliga nógv, sigur Bogi Hammer, sum tó eisini skilir, at fólk eru forvitin og hyggja, júst tí hann er væl størri enn flest onnur mannfólk.

- Summi halda, at menn sum eg síggja vanskaptir út, og tað dugi eg eisini í ein ávísan mun at skilja, tí vit hava jú ikki eina heilt vanliga útsjónd. Onkuntíð haldi eg eisini, at tað styggir fólk at síggja menn, ið eru so stórir. Hinvegin eru tað alsamt fleiri, ið venja styrki nú á døgum, og tí haldi eg, at fólk í størri mun enn áður eru farin av venja seg við at síggja hesar stóru menninar, greiðir Bogi Hammer frá.

Í Føroyum er einki alment ítróttarfelag fyri menn sum Boga Hammer, men hann slær fast, at teir eru fleiri, ið venja styrki á einum høgum stigi og ganga høgt upp í ítróttin.

- Eg haldi eisini, at seinastu árini, vit hava havt styrkiskappingar í Føroyum, eru fólk farin at taka okkum og okkara ítróttargrein meira seriøst. Tað sæst eisini, tá kappingar so sum Føroya Sterkasti eru, tí tá klára vit sum einki at fylla eina stóra ítróttarhøll við eini 2000 áskoðarum, sigur Bogi Hammer.


Ein tann størsti fordómurin, sum fólk hava um menn, ið fáast við styrkilyfting, er, at teir taka ólóglig evni fyri at blíva størri. Spurdur um hetta svarar Bogi Hammer fyrst heilt stutt:

- Onkrir taka ivaleyst okkurt, men tað er ikki nakað, eg havi merkt nógv til, sigur Bogi Hammer, sum sjálvur við jøvnum millumbilum skal til alkohol- og narkoroyndir í sambandi við arbeiðið.

- So tað sigur seg sjálvt, at eg fáist ikki við tey ólógligu evnini, slær Bogi Hammer fast, samstundis sum hann vísir á, at hann tekur ymisk kostískoyti og sokallaði proteinshakes.

Hann heldur, at teir stóru menninir, ið íðka styrkilyfting, eru fyri órætti, júst tí at fólk hava lyndi til at halda, at teir taka ólóglig evni.

- Kikarin skal ístaðin setast á teir ungu, klæntrasligu dreingirnar, tí tað eru ofta teir, ið hava kompleksir av ymsum slag og tískil ynskja at gerast størri og sterkari sum skjótast, tá teir fara undir at venja, sigur Bogi Hammer.


Takkar fyri seg

Seinastu tíðini hevur Bogi Hammer verið rættiliga nógv darvaður av skaðum, ið standast av hørðu venjingunum, og tí hevur hann valt at gevast í summar við at kappast á høgum støði.

- Tað ávirkar míni nærmastu, tá eg fái ymsar snuddir og skaðar, og eg síggi eisini, at tey eru kedd um, at eg má dragast við skaðar. Eg merki væl, at aldurin hevur eina ávirkan á kroppin, hann er slitin og klárar ikki tað sama, sum hann einaferð kláraði, sigur Bogi Hammer, sum til so at siga allar kappingarnar, ið hava verið seinastu trý-fýra árini, hevur fingið nýggjar skaðar.

- Eg veit eisini, at fríggjakvøldið gongur tað heilt sikkurt galið, tí okkurt skal garantera slitna ella fara út av lagi á ein ella annan hátt. Soleiðis er tað bara, og kroppurin heldur simpilthen ikki til hetta meir. Nú er tað ikki tað vert meir, sigur Bogi Hammer og vísir á, at hugurin at venja á høgum støði tó framvegis er til staðar.

- Tað hevði evrið stuttligt, um eg var fimm ár yngri og kundi skrætt eini tvey ár úr álmanakkanum og satsa alt upp á ítróttin. Men nú velji eg at steðga, meðan væl er, og so ístaðin bara venja fyri at halda meg í form, tí eg kann ikki halda heilt uppat við styrkivenjing, sigur Bogi Hammer og leggur afturat:

- Onkuntíð verður skipað fyri smáum, óformellum kappingum, og eg skal ikki avvísa, at eg verið at síggja onkra hendingaferð til slíkar kappingar. Men frá í summar er liðugt við teimum stóru kappingunum. Nú kunnu teir yngru sleppa framat, sigur Bogi Hammer.