Pílarnir peika rætta vegin

Sum kunnugt, var tað Deja Vu sum vann føroysku Global Battle of the Bands kappingina. Vit hittu Jan Zachariasen, sum er umboðsmaður hjá bólkinum. Jan var sjálvandi sera væl nøgdur við avrikið.

Hetta hevur sera nógv at týða fyri bólkin, sigur Jan beinanvegin.
- Deja Vu hevur veruliga arbeitt hart seinastu seks árini. Hetta er kanska bólkurin, sum hevur verið mest virkin í Føroyum, og tískil kemur hetta sera væl við, greiður Jan frá.
Jan fortelur fyri Sosialinum, at Deja Vu spældu 48 vikuskifti í fjør, og bólkurin venur so at siga hvørt kvøld.
- Tá ið vit hoyrdu, at tað vóru vit sum fóru við sigrinum, vóru vit allir samdir um, at harða arbeiði endiliga hevur kasta vinning av sær. Vit hava áður luttikið í kappingum, men hesaferð gekk alt bara upp í eina hægri eind, sigur Jan.

Ongar serligar fyrireikingar
Samtalan fer spakuliga inn á víðari luttøkuna í GBOB. Hvussu kann ein bólkur fyrireika seg til eina kapping, har ið hann skal kappast móti 32 øðrum altjóða bólkum?
- Vit fara ikki at gera nakað serligt. Sum sagt, so er hetta ein bólkur, sum venur sera nógv frammanundan, so vit fara bara at gera sum vit altíð gera. Tað heila koyrir sera væl í løtuni, og tískil fara vit bara at royna at halda nøkulunda sama stíl, sigur Jan.
Jan heldur, at framførslan leygarkvøldið var framúr góð. Bólkurin tók uppgávuna í álvara, og góvu eina professionella framførslu.
- Í fjør luttóku vit eisini í GBOB. Men tá haldi eg, at tað sást at bólkurin ikki hevði so nógv spæligleði. Kanska var bólkurin troyttur av øllum tí arbeiði, sum varð lagt í at fáa fløguna út, sum hevði útlúgvað manningina. Men leygarkvøldið var tað ein frískur og fúsur bólkur sum stóð á pallinum, og hetta var helst við til at lyfta bólkin, sigur Jan.
Men bólkurin er eisini millum teir dugnaligastu í landinum, sigur Jan.
- Tónlistarliga eru limirnir í bólkinum sera væl fyri. Hetta eru dreingir, sum hava spælt saman leingi, og tónleikurin verður tikin í álvara. Tey sum kenna limirnar vita, at hetta eru menn sum brenna fyri tónleikinum.
Men hvat søgdu dómararnir um tónleikin hjá Deja Vu? – Tú, eg skal viðganga, at eg slettis ikki havi prátað við teir. Tað er sjálvandi mín uppgáva at gera slíkt, men tá ið tað heila hendi, vóru vit allir í ekstasu, og vit hugsaðu slettis ikki um dómarar og ella nakað annað. Vit vóru bara glaðir, og onki annað var til tað løtuna.

London
Jan Zachariasen hevur júst verið í London, í samband við eina ráðstevnu, har ið fokus var á fjølmiðlar og list. Jan fortelur, at hann hevur skapt nógv áhugaverdar kontaktir har niðri, og nú tá ið Deja Vu skulu til London at umboða Føroyar, kann Jan fáa hesi fólk at koma at lurta eftir teimum. Men hetta er bara eitt stig á leiðini. Jan og limirnir í Deja Vu arbeiða miðvíst fyri at fáa bólkin út í heim, og okkurt bendir á, at nú er ein bóltur farin á rull.
- Tað er ein sovorðin kensla, eg havi, sigur Jan. Tá eg var í London merkti eg ein stóran áhuga fyri Deja Vu, og so vinna vit hetta her. Allir pílarnir peika rætta vegin í løtuni, og hetta stimbrar okkum bara enn meir.
Tað er eisini í tøkum tíma at áhugin fyri bólkinum er vaksandi í útlandinum. – Eg haldi at Føroyar eru mettar av Deja Vu. Vit hava ferðast landið á tamb, og tey munnu vera fá, sum ikki hava hoyrt bólkin framført. Sostatt er marknaðurin mettaður í Føroyum. Men í útlandinum er alt opið. Vit vóru í Íslandi í fjør, og tað var ein verulig gleði hjá bólkinum, at sleppa at spæla í nýggjum umhvørvi og fyri nýggjum áhoyrarum. Sostatt fært tú nýggjar reaktiónir, sum ikki eru so litaðar. Í Føroyum fært tú eitt herðaklapp um tú spælir til eitt 10 tal, ella um tú spælir til eitt 03. Soleiðis er tað ikki í útlandinum, greiður Jan frá.
Enn er torført at gera sær nakra meting um hvussu fer at gangast í London. – Enn hava øll undanumførini verið, so ikki ber til at siga nakað um støði enn. Men vit kunnu brúka bólkin Marius sum fordømi. Marius endaði á einum 6. plássið, og støðið verður á leið tað sama, kunnu vit standa okkum fult so væl.
- Vit verða sjálvandi eitt sindur skuffaðir, um vit enda á einum 30. plássið, men tað týdningarmesta er, at vit sleppa at spæla í nýggjum umhvørvi og fyri nýggjum áhoyrarum. Vit gleða okkum sera nógv til hesa risa avbjóðing, sigur Jan at enda.