vinstru síðu. Ein B36-ari var annars um at sleppa ígjøgnum, men dómarin nýtti ikki fyrimunsregluna í hesum føri. Poul Thorsteinsson sendi frísparkið høgt innfyri tvørtur um brotsteigin til ein púra leysan [...] Hansen, sum hevði lætt við at fanga Rúna Lisberg í Sumba-málinum á skeiva beininum og seta høvdið undir bóltin, so hann endaði í málinum. Vánaligt verjuspæl av sumbingum og ein lætti hjá B36, sum á pappírinum
nir 2.strandfaraskip 3.lokalíløgur Undir 1 hoyrir náttúrliga loysnir fyri at fáa Vágoynna, Sandoynna og upp á sikt Norðoyggjar at verða partur av meginøkinum. Undir 2 hoyrir sandoyarskip, suðuroyarskip [...] íløguætlanir eini 10 ár í senn. Landsverkfrøðingsstovnurin syrgdi fyri tí mesta. Kreppan steðgaði hesum miðvísa arbeiði. Nú er tíð at byrja aftur. Sostatt má eitt nýtt landsstýri gera eina ógvuliga konkreta
fíggjarliga frælst og ikki knógva undir tilvildarligum einstaklingaveldi. Og javnaðarflokkurin hevur ikki broytt hugburð á hesum øki, tí vælerðin hjá hvørjum mansbarni í hesum landi liggur honum fremst í huga [...] dagatali? Fiskimálaráðharrin og hansara ráðgevarar halda kanska, at fiskurin, sum av hungri kemur inn undir land, ger størri nyttu, um hann doyr í raki, enn at hann verður fiskaður, og kemur útróðrarmonnum [...] stuttum kendi seg so fast traðkaðan á tærnar í sínum egna valfelag, skrivar út val og soleiðis á hesum sinni forðaði fyri, at teir gyltu dreymarnir hjá fólkaflokkinum vunnu frama. Í sínari ótrúligu nalvaskoðan
kundi verið, at stuðla hjálparlæknum og øðrum at farið undir at útbúgva seg innan hetta økið. Men tað krevur sjálvandi góðar umstøður at virka undir, sigur Kristian Magnussen. [...] eina loysn í Norðoyggjum. Eingin bústovnur er til menningartarnað har og lagt varð upp til, at fara undir at byggja, so skjótt bygginevndin varð liðug við sítt arbeiði. Á fíggjarlógini í ár eru 2 milliónir [...] eru ikki atkomilig fyri fólk, ið bera brek. Tað eru ikki bert rørslutarnað, ið merkja sviðan av hesum, men eisini deyv og blind. Eitt nú vanta nýggir bygningar teleslyngur og ávaringarskipanir til deyv
nakað lítið við málið. Uppundir hvørt val kappast flokkarnir um at yvirbjóða hvønn annan, eisini á hesum øki og teir lova eisini teimum menningartarnaðu báði eitt og annað. Men táið valið er av, hendir kortini [...] nógv onnur mál. Spurningurin er so, hvørja ráðgeving tey høvdu fingið, men tað helt Ásbjørn Berg lá undir Almannastovuni. Fíggingarmøguleikarnir í samband við slík tiltøk eru ymisir. Men hann vísti á, at [...] trý ár. Og soleiðis ber ikki til at arbeiða. Tað ber ikki til at fara ígongd við nakað munagott undir slíkum treytum. Tað ber ikki til, at kommunan skal brúka hundraðtals túsund krónur til eina ætlan
eftir flyta fýra menningartarnað í tey. Hvat heldur tú um tað? Hvørjir fyrimunir og vansar sært tú í hesum? Hvussu nógv samband vilt tú hava við tey og hvat kundi tú hugsa tær at gjørt saman við teimum? Hetta [...] nakar kundi fáa seg til slíkt. Men Dánjal Bjarkhamar segði, at Býráðið vildi ikki taka sær tykni av hesum, men fullførdi ætlanina, og stutt eftir fluttu trý fólk í tær vardu íbúðirnar. Komu í føðingardag [...] Ofta verður tosað um lagnunnar speiðsemi. Ikki veit eg, men tað vóru 48 fólk í føðingardegi hjá hesum leigaranum. Millum gestirnar vóru allir grannarnir. Og teir vóru allir samdir um, at tey, sum
íløgum í ansingarpláss og bústaðarpláss, og tann eina bygdakommunan fyri og onnur eftir verður løgd undir Tórshavn. Hví verður spurt? Tí tað er best liviligt í Suðurstreymi, ta má vera og er helst svarið [...] í størsta valdømi okkara við yvir 10.000 atkvøðum. Hvør valdi hendan mótmiklasta mann okkara, jú, undir 1/2 prosent av møguligum atkvøðum. Sigið so, at vit hava fólkastýri í Føroyum. Javnaðarflokkurin setur [...] løgtingsvalið, at landspolitikkur aftur verður fyri allar Føroyar og ikki bert fyri Suðurstreym eisini á hesum økinum. Útjaðarin og bygdirnar skulu styrkjast við einum aktivum kommunalpolitikki. Toppurin av k
sníkja seg inn ein stættamunur, har ungdómar, sum eiga foreldur, sum kunnu stuðla fíggjarliga, fara undir útbúgving, meðan hini setast aftur. Her mugu vit sláa fast, at eingin skal setast aftur av fíggjarligum
gerast limur í ST. Har koma føroyingar at ganga undir somu treytum sum Danmark og onnur lond. Tað er júst í ST, at Danmørkin sjálvboðin er gingin undir tær treytir at menna síni hjálond til sjálvstýri [...] tann, sum tjóðveldisflokkurin frá fyrsta degi hevur boðað frá. Hendan samfelagsskipanin, vit liva undir, er óálítandi. Fáir ella eingir føroyingar, ei heldur nakar dani, hevur álit á heimastýrisskipanini [...] at nakar vilji og meining er í teirra hugtaki, tjóðarfrælsi. Politisk frælsi í Føroyum er ikki til undir donskum stjórnarvaldi. Tí mugu vit fyrst taka tað politiska frælsið og so sam-ráðast á jøvnum føti
? Vit koma ikki víðari um vit ikki fyrst taka politiskt frælsi. ? Tá tað er gjørt, so skulu vit undir samráðingar við danir um hvussu vit gera endaliga upp landanna millum, sigur Tjóðveldisflokkurin. [...] teir góðu útbúgvingarmøguleikarnar sum eru í ES londunum. Hesar hava vit ígjøgnum Danmark sum er. Hesum er flokkurin ikki samdur í. Íslendingar hava í nógv ár havt møguleika at samstarva við aðrar tjóðir