Men nú er aftur við at sníkja seg inn ein stættamunur, har ungdómar, sum eiga foreldur, sum kunnu stuðla fíggjarliga, fara undir útbúgving, meðan hini setast aftur. Her mugu vit sláa fast, at eingin skal setast aftur av fíggjarligum orsøkum. Tað skulu bert vera evni og vilji, sum seta hesa avmarking.
Javnaðarflokkurin leggur til eisini til brots við, at útbúgvingarstuðulin verður hækkaður, og at lánimøguleikarnir verða lættir.
Men her má samstundis eisini hugsast um íbúðar- og ferðamøguleikarnar hjá lesandi. Sum er røkkur stuðulin ikki til hjá einum lesandi av bygd, sum skal leiga sær íbúð ella ferðast aftur og fram millum skúla og heim.
At vit brúka fíggarliga orku til at stuðla ungdóminum til útbúgvingar, er skilagott. Tað finst ikki ein betri íløga í okkara landi, enn hon vit gera í okkara ungdóm
Við tíni atkvøðu megna vit eisini hetta megnartakið.
Vel Javnaðarflokkin 30. apríl.
Edna Einarsson