fyri at fara í samstarv við onnur, tí vit trúgva uppá, at vit eru búgvin til at standa á egnum beinum og taka tær avgerðir, sum vit halda gagna heildini best. Vit halda ikki, at tað er neyðugt at kappa [...] ssinnaðir, sum vit áttu at verið. Eg havi hug at biðja fullveldisfólk royna at finna sjálvsvirðingina. Havið álit á tykkum sjálvum. Talið tykkara sak sum ?menn? og latið vera við at grenja inn á Nyrup [...] stuttum út uppá, at livistøðið skal vera nøkulunda eins í øllum ríkinum. Um vit hugsa okkum, at vit veruliga fara at verða so rík av oljuinntøkunum, sum onkur vil vera við, so er tað sólaklárt, at ríkisveitingin
hetta sjálvsagt at spyrja, hvussu fíggingin av nevnda skúla er tryggjað, og hví Føroya Løgting ikki játtar skúlanum tað, ið honum tørvar til rakstur og íløgur. Til hetta er fyrst at siga, at skúlin er sj [...] 1988 fekk skúlin tey 80%ini beinleiðis úr ríkiskassanum, men frá 1988 at rokna fóru hesi 80% við basis í útreiðslurnum í 1987 í blokkin. Av landskassans roknskapi 1988 framgongur, at »blokkupphæddin« til [...] álvarslig fíggjarstøðan er hjá Tekniska skúla í Havn og at skúlanum vantar pening til umsiting av ognunum og til íløgur eftir krøvum frá Arbeiðseftirlitinum. At steingja skúlan er eisini komið uppá tal. Hjá føroyingum
á, at ósemjan er størri, enn fyri tveimum árum síðani, so áttu vit í løgtinginum at havt eitt aðalorðaskifti um støði í samfelagnum. Skal føroyska samfelagið vera eitt gott og framkomið samfelag at búgva [...] hevur ígjøgnum tingið sett sær fyri at loysa ta ósemjuna, hóast øll onnur meta eitt slíkt mál sum eitt mál ímillum fakfeløg og avvarandi myndugleikar. Tað sum fær meg at skriva hettar, er ein partur av v [...] kunnu vísa á, at lønin í hesum londum er hægri fyri sama arbeiði?. Hetta er rættuliga áhugavert. Tí í Føroyum hava vit ongantíð gjørt okkum greitt, hvat støði skal vera. Vit staðfesta, at støðið er øðrvísi
frá fals at tala. At vera við tí góða orðinum er ein dygd, sum vit eiga at fjálga um og taka til okkara. Vit eiga heldur at umbera, enn at skuldseta, heldur dylja veikleikar hjá øðrum, enn bera tey upp á [...] longst við at halda okkum til sannleikan. Tað liggur kanska til okkum at fara lætt um sannleika, um vit halda okkum fáa fyrimun av tí, og eisini um tað gongur út yvir onnur menniskju. Vit koma lætt at skaða [...] ormeitrað níðingaslatur. Hørð orð frá einum vitugum manni til eina kristna tjóð. Tey kristnu eyðkennini áttu heldur at sett meira dám á okkara dagliga atburð og orðaval í samskifti okkara við hvønn annan
i mikudagin. Men Høgni Hoydal metir tað vera eitt tap á sjálvstýrisleið at taka tey aftur. Tí kann ikki væntast, at hann fer at gera eftir boðum løgmans og Fólkafloksins. Tískil stendur framvegis í botni [...] hjá løgmanni í Tinganesi. Løgmaður segði tó, at hann væntaði ein drúgvan fund, og gjørdi vart við, at tað ikki var neyðugt hjá fjølmiðlunum at spilla tíð við at bíða uttanfyri. Tað sást heilt greitt á an [...] n 16.00: Ein tími er nú eftir at bjarga samgonguni, áðrenn lagnutingfunin, sum verður settur klokkan 17. Sosialurin skilir, at útlitini fyri, at samgongan verður bjargað ikki eru góð Samgongukreppa John
Norðurlandinum í Íslandi, greiddi frá, at har, hon býr, plagdu tey at hava eina slíka samkomu, tá tey sóu sólina aftur um várið. Og tað hildu tey so, at tey áttu at gjørt í Leirvík eisini. Tí her er sólin [...] Og tað ætla tey at gjalda aftur yvir 10 ár, sigur Kristianna. Restina fara tey at royna at fíggja aðrar vegir. Stór broyting Hóast útveggirnir at kalla eru teir somu, er húsið ikki til at kenna aftur. [...] hæddin stóð liðug í 1986, vóru tey greið yvir, at tey kláraðu ikki meira fíggjarliga tá beinanveg. Tí varð avgjørt at innrætta ta hæddina og brúka hana, til umstøður vórðu at byggja út. Húsið varð so brúkt
hevði verið, at løgtingið samtykti, at kvinna og maður býta verandi barnsburðarfarloyvi teirra millum, sum tey vilja. Málið kundi so verið, at maður og kvinna fáa eitt hálvt ár í part. Fyri at fremja eina [...] arbeiðsplássum, at tað serliga eru menn, sum eru í leiðandi størvum ? og at tað bara eru kvinnurnar, sum fara í barnsburðarfarloyvi. At tað serliga eru tær, ið sita heima, tá børn eru sjúk, eins og at tað næstan [...] ikki, at vit skulu góðtaka tær. Tungt er at fremja ta hugburðsbroyting, sum skal til, fyri at broyta hesi viðurskifti. Men okkara kosnu menn og kvinnur hava júst í hesum døgum ein gyltan møguleika at gera
genturnar vita, at alt sum verður sagt í bólkinum, fer ikki út. Hinvegin um spyrja vit barnið, um vit skulu gera nakað, torir tað ikki. Men tey hava brúk fyri at fortelja tað. Vit góðtaka tey sum tey eru og eru [...] eru góð við tey, uttan mun til, hvat tey gera ella hava gjørt. Men tað er ikki altíð so tespiligt at hoyra tey siga frá, hvat tey hava upplivað ella verið vitni til heima ella í býnum, sigur Lise Larsen [...] finna seg í. Tað er gott at hava hesi børnini ímillum, tí fara nøkur børn út um mark antin við at siga eitthvørt ella við at gera okkurt, so eru tað hesi børnini sum hála í tey. Tey børnini, sum ikki hava
eg ferðist í, hevði ongin hug at halda saman hendir og takka kolonivaldsharranum. Eg veit væl, at tá ið onkur byrjar at jabba okkurt, er tendensurin ofta, at øll fara at jabba tað sama og tað ger heldur [...] frøddust um, at tað endaliga var staðfest, at nú áttu vit sjálvi undirgrundina og harvið oljuna og mangt annað gott, sum møguliga finst í henni. Vit føldu takksemi yvirfyri okkara skapara, at endiliga sigraði [...] hugstoytt er, at føroysku fjølmiðlafólkini eru farin í song við fíggindanum. P. S. Um tað er seriøsur tíðindaflutningur at siga, at danskarar hava »givið okkum undirgrundina«, so manglar kortini at siga okkum
og meinti hann tá við, at tíðin var komin til, at føroyingar áttu at fara úr ríkisfelagsskapinum og stovna eina sjálvstøðuga tjóð uttan fyri ríkisfelagsskapin. Annars haldi eg, at flestu føroyingar standa [...] útviklaðum londum. Skulu vit hava stundina at koma, krevst at vinnan í fyrr nevnda útjaðara fær nógv betur kor at virka undir og serliga at hesi virki fáa møguleika fyri at tiltrekkja arbeiðskraft aðrastaðni enn [...] serliga í Havnini, er ført fyri at veita eina holla tænastu til tey øki í landinum, har virðini vera virkaði og skapt. Somuleiðis eigur vegakervið at vera útbygt somikið at tað stórt sæð er líka mikið um