Signar Simonsen,
ráðgevandi verkfrøðingur
Um infrastrukturin í Føroyum og loysing.
Jú soleiðis ljóðaði doktararitgreinin og bókin sum Hans Jacob Debes, professari, skrivaði fyri knapt tveimum dekadum síðani. Upprunaliga er heitið tikið eftir Jóanes bónda og vóru hansara orð, nú er tann stundin komin til handa og meinti hann tá við, at tíðin var komin til, at føroyingar áttu at fara úr ríkisfelagsskapinum og stovna eina sjálvstøðuga tjóð uttan fyri ríkisfelagsskapin. Annars haldi eg, at flestu føroyingar standa ideologisk í støðuni, sum Hans Jacob Debes lýsir við sínum heiti og eru í villareiði nær vit skulu hava loysing.
Sjálvur haldi eg at føroyingar ikki eiga at taka loysing fyrr enn Føroyar hava fingið ein infrastruktur sum tengir oyggjarnar saman í so stóran mun, at tann tekniska ekspertisan í meginøkinum serliga í Havnini, er ført fyri at veita eina holla tænastu til tey øki í landinum, har virðini vera virkaði og skapt. Somuleiðis eigur vegakervið at vera útbygt somikið at tað stórt sæð er líka mikið um man býr í Havn og arbeiðir í Klaksvík. Tástaðni kunnu vit kalla okkum eitt i-land og ikki sum nú, eitt hálvgum u-land.
Tað hevur víst seg, at serfrøðingur og tað lærda fólkið í landinum helst vil búgva í Havn og hevur hetta ført við sær, at útjaðarin har virðini í størst mun vera skapt og har serfrøðingar av ymiskum slag eru neyðugir fyri at virkini kunnu náa eitt teknologiskt støði til frama fyri effektiviseringar, produktmenning og hvat man annars kann tonkja sær vinnir frama við meira kvalifiseraðari arbeiðskraft. Eg haldi tað tí vera alneyðugt at seta ferð á investeringarnar í eitt nú telekommunikatión og vegakervi soleiðis at tey virðisskapandi virkini fáa tað arbeiðskraft og tænastur, sum teimum er tørvur á. Eg vil vága at pástanda, at tess meira útjaðarin, her Sandoy, Suðuroy, Vágoy og Norðoyggjar vera tengdar meginøkinum, tess meira ferð kemur á tey virðisskapandi virkini og tess nærri koma vit nú er tann stundin komin til?
Eg vil í hesum sambandi heita á landsins myndugleikar um at brúka peningin, sum er lopin av landshúsarhaldinum seinnu árini, til at betra og útbyggja vegakervið og telesamskiftið. Fyri mær at síggja, hava virkini í fyrr nevndu økjum eins trong kor at virka undir, sum virkir í minni útviklaðum londum. Skulu vit hava stundina at koma, krevst at vinnan í fyrr nevnda útjaðara fær nógv betur kor at virka undir og serliga at hesi virki fáa møguleika fyri at tiltrekkja arbeiðskraft aðrastaðni enn bara í tí lítla lokalumráðnum.
Tástaðni haldi eg, man kann siga, nú er tann stundin kom til handa. So tit tjóðveldis sinnaðu, haldið uppat at tosa um tunnlar og brýr sum eitt fý orð, gev tí føroyska vinnulívinum ein so góðan infrastruktur sum vit uppá nakran máta hava ráð til, so skal nokk ferð koma á vinnuna og vit kunnu fáa javna á fíggjarlógini uttan tann danska blokkin um ikki so langa tíð. Vánaligar umstøður skapa eitt tungtvirkandi vinnulív. Eg vil enda við at siga at út frá tí vitan, sum eg havi um produktión og virkisleiðslu, haldi eg tað vera ótrúliga flott, at tað í heila tikið ber til at dríva virkir í útjaðaranum, sum støðan er í dag.








