Sjálvsvirðing og ikki grenj inn á danir

Vit eiga okkara part í vælferðaruppbyggingini í ríkinum, og hann lata vit ikki frá okkum uttan svørðsslag.

 

Hans Jørgensen




Vit eiga okkara part í vælferðaruppbyggingini í ríkinum, og hann lata vit ikki frá okkum uttan svørðsslag.

Munurin á okkara politikki og tí hjá ?parti? av samgonguni er, at vit vilja skipa sjálvberandi búskap, so hvørt sum samfelagið mennist til tað.

Samfelagið kann bara mennast, um vit trúgva uppá, at tað fólk, sum her býr, veruliga vil menning. Vil fólkið ikki menning, hví skulu vit so trúgva, at tað fer at gera tað undir eini aðrari skipan?

Eg veit væl, at New-zealendskir búskaparfrøðingar, sum í hvussu so er partur av landsstýrinum byggir sína framtíð á, Caragata, og Friedmann, sum Thatcher og Breckman settu sítt stóra álit á, og so allir teir nýliberialistisku teoretikararnir, hava aðra hugsan enn vit. Teir trúgva ikki uppá, at eitt fólk vil frælsi, men at tey bert gjøgnum sjálvsøkni og kapping móti hvørjum øðrum kunnu vinna búskaparliga framgongd og vøkstur.

Ábyrgdin er bert okkara

Okkara hugsan er ikki tann sama. Vit eru sannførd um, at tað ber til at byggja eitt samfelag upp í felagsskapi, sjálvsáliti, sjálvsvirðing, solidariteti, umsorgan fyri hvørjum øðrum.

Vit góðtaka ikki, at tað altíð eru hini og teirra ávirkan á okkum, sum skapar lív okkara. Vit trúgva uppá okkum sjálv sum fólk, sum tjóð. Vit eru ikki bangin fyri at fara í samstarv við onnur, tí vit trúgva uppá, at vit eru búgvin til at standa á egnum beinum og taka tær avgerðir, sum vit halda gagna heildini best.

Vit halda ikki, at tað er neyðugt at kappa øll bond við tað ríkið, sum vit hava verið partur av í 600 ár. Vit halda tað heldur ikki vera skomm at vera partur av tí vælferð, sum er bygd upp í hesum ríki, meðan vit hava verið partur av tí, tvørturímóti.

Vit halda okkum eiga okkara part av tí framburði, sum er farin fram í hesum ríki, og vit ætla ikki at lata henda partin frá okkum. Men vit vilja fegin sjálv gjalda okkara part, og vit vilja sjálv taka avgerð um framtíð okkara, uttan at ábyrgdin fyri hvørjum øðrum í ríkinum skal fara fyri skeyti fyri tað.

Men samstundis er eitt grundsjónarmið javnaðarmanna, at endamálið við stuðli er, at hin einstaki skal gerast førur fyri at tryggja sær eitt gott lív. Og soleiðis eisini við stuðuli millum samfeløg. Veitingar mugu hava til endamáls og verða skipaðar so, at tær stuðla sjálvbjargni.

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at lutfall verður sett ímillum vøksturin í føroysku tjóðarframleiðsluni og einari minking í ríkisveitingunum.

Eftir hesum leisti kann ríkisstuðulin minkast burtur eftir einum áramáli, uttan at tað fær óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina. Hvussu skjótt tað kann gerast, verður treytað av vøkstrinum í føroyska búskapinum. (úr Sjálvstýrislógini)

Frymil okkara um minkingina av ríksstuðlinum gongur í stuttum út uppá, at livistøðið skal vera nøkulunda eins í øllum ríkinum. Um vit hugsa okkum, at vit veruliga fara at verða so rík av oljuinntøkunum, sum onkur vil vera við, so er tað sólaklárt, at ríkisveitingin verður ikki hendavegin, men kanska hinvegin, um vit føroyingar veruliga eru so stórsinnaðir og sjálvbjargnissinnaðir, sum vit áttu at verið.

Eg havi hug at biðja fullveldisfólk royna at finna sjálvsvirðingina. Havið álit á tykkum sjálvum. Talið tykkara sak sum ?menn? og latið vera við at grenja inn á Nyrup og aðrar danir. Vilja føroyingar fara burturúr ríkisfelagsskapinum, so fara vit. Eingin dani skal bera okkum til fullveldi. Tá vit ikki kunnu taka fullveldi sjálvir, so eru vit ikki búnir til tað.

Javnaðarflokkurin hevur onga ætlan um at taka fullveldi, men vit vísa framvegis á Sjálvstýrislógina, sum grundarlag til eina veruliga skipaða gongd til sjálvberandi búskap og veruligt frælsi fyri fólk okkara.

Við Sjálvstýrislógini í skildrinum kunnu vit í hesum árinum gera sáttmála, sum avloysir heimastýrislógina - ein sáttmála, ið ikki kann takast aftur, men hevur altjóða viðurkenning sum fullgyldigur sáttmáli millum tvey líkastillað lond.

Hvat fær fullveldisfólk at ganga ímóti hesum?