ikki at síggja, at tað hevur so ovurstóran týdning, hvussu man einaferð tulkar eitt orð sæð í mun til realitetirnar í samráðingunum, sum eru tær, at vit fáa tað sjálvstýri og tann suverenitet, sum vit sjálvi [...] Heygum sigur tí, at um Føroya fólk við eina fólkaatkvøðu avger við einum meiriluta, at man ynskir ein suverenan stat, so fær tað ein suverenan stat. Hann heldur tí, at vit eiga ikki at royna at grugga málið [...] signal, sum landsstýrið kemur út við, um nú at kontakta ST og fara undir at fyrireka eina fólkaatkvøðu, tá vit ikki fáa at vita, hvat endamálið er. ? Men eitt stendur rimmarfast, og tað er, at landsstýrið
Vágs Kommunu, har tað av álvara er farið at draga á luftina. Men tey siga, at tey eru fullgreið yvir, at tað krevst ein tryggur og varligur fíggjarpolitikkur fyri at fáa javnvág í fíggjarstøðuna aftur. Tískil [...] kommunan at royna at røkja vegir, bygningar og aðrar ognir hjá kommununi, so at virði ikki farast. Hinvegin ásanna býráðslimirnir í nýggju samgonguni í Vági, at tað liggur teimum ógvuliga nær á hjarta at fáa [...] næsta ár, men vónin er so, at tað verður frægari í 2010. Tey vóna eisini, at tey fáa umstøður til at bøta um umstøðurnar hjá ungdóminum og at tey fáa givið teimum ungu eitt hús at vera í um kvøldarnar. Tá
aðrar broytingar í sáttmálanum. Og tað plagar at vera so, at tá ið tað fyrsta fakfelagið ger semju, verður tað linjan og so kunnu øll hini feløgini, at kalla, spara sær at samráðast, tí tær fáa bara tað somu [...] tann ójavnan, sum er ímillum sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar starvsbólkar við samanberiligum útbúgvingum. – Tað er okkara heilt greiða sjónarmið, at vit eiga at fáa eina lønarhækking, so at okkara løn kann [...] er lønin somuleiðis nógv hægri enn í Føroyum. Óluva í Gong heldur sum heild, at tað er ein vanligur hugburður í Føroyum, at størv, sum vanliga verða nevnd kvinnustørv, eru nógv verri lønt enn onnur størv
igt, at Erhard Næs heitti á Torbjørn um at koma við sær til aðalfund hjá Altjóða Hondbóltssambandinum, sum í 1970 varð hildin í Madrid. Boðini vóru, at konurnar kundu koma við, tó treytað av, at tær sjálvar [...] havi seinni tosað við mykinesmann, sum var við til at bera meg oman í bygdina, og hann segði, at eg tosaði bæði nógv og leingi, og at teir hildu, at eg var við fult vit, sigur Eyðbjørg Mikkelsen. Eftir [...] Torbjørn Mikkelsen, sum gjørdist Kyndilsmaður um ein háls. Var sjálvur við til at stovna felagið, og hóast hann helt fram í Neistanum eitt ár eftir, at Kyndil varð stovnað, gjørdist hann at kalla ímyndin av
av, at ein saktans kann klára seg sjálvan, og torir at royna nakað, ein helt seg vera ósikran í«, sigur Guðrið, og tekur sum eitt dømi, at tær ikki fyrr høvdu ferðast við toki, og hildu tað fara at verða [...] seg upp. Vit eru noyddar at klára okkum sjálvar, sigur Durita, sum, hóast langt vekk, hevur havt gott samband við familjuna heima við at brúka fríu teldurnar á skúlanum til at senda mail við. Treyðugt [...] num, sum hevur lurtað eftir, meðan tær hava sagt frá, er meira enn vælnøgdur við at hava føroyingar á skúlanum og vil hann fegin, at fleiri leggja leiðina til Hadsten. Finn Wehner skoytir uppí at føroyingar
her er talan um at vísa, at vit eru ein kommuna, sum rúmar øllum, sigur hon. Annika Olsen leggur tó dent á, at hetta merkir ikki, at hon ella býráðið góðtaka alt, sum Ísrael ger ella at kommunan tekur síðu [...] ikki, at vit skulu fara at blanda alt saman, sigur hon. - Eg haldi ikki, at tað er rætt at fara niður í smálutir og skula finnast at einstøkum avgerðum hjá ísraelsku stjórnini síðani. Eg haldi, at vit kunnu [...] flagga, er at í dag eru 70 ár síðani, at David Ben-Gurion lýsti Ísrael sum tjóð, 14. mai 1948. Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur fingið eina áheitan um tað var gjørligt at flagga fyri Ísrael
útlendingar, sum vilja síggja eina totala sólarmyrking hiðani, at vit kunnu siga, at orsakað av okkara felags arbeiði fara vit at staðfesta, at úrslitið bleiv ein reinari himmal, har lættari var at kaga eftir [...] soleiðis, at vit hava bara umhvørvið til láns frá okkara børnum og eftirkomarum. Tí eru átøk sum hesi eitt gott høvi at gera vart við, at vit ynskja at geva broytingunum í umhvørvinum ans - og at vit ynskja [...] Trivnað", nakað, sum vit rokna við, at allir borgarar í kommmununi taka undir við. Okkum tørvar alla tíðina at verða mint á tann beiska veruleika, at okkara umhvørvi støðugt er í vanda. Onkur hevur orðað tað
ikki ætlað mær at komið inn á alt tað, ið fingist er av skafti hesi mongu árini, men sum fremmanda fólk siga so ofta: »býurin er ikki at kenna aftur«. Hinvegin má eg siga, at tað er eitt sum ikki er broytt [...] Steinbjørn Jacobsen sum borgarstjóra, havi eg sjálvandi staðfest, at vit koma ikki at sita við leiðsluni komandi 4 árini. ? Eg fari at ynskja honum tillukku við starvinum. Hendan setan sum ný byrjar, er 26 [...] býráðspolitikki Eg fari tí so vítt sum eg sjálvur kann, at gera eina roynd í at avskaffa orðið »andstøða« í býráðspolitikki. Vit kunnu tosa um at vera í andstøðu til nakað sum vit konsekvent eru ímóti eitt
heldur sum eina roynd at verja meg sjálvan. Og ikki tað at siga - slaturin helt so avgjørt ikki uppat. - Einasti møguleikin hjá mær, sum eg dugi at síggja tað nú, er at nýta teir báðar miðlarnar, sum eg havi [...] mannaeitur, sum onki hald hevur í veruleikanum. - Tað byrjaði sum sagt við smáum ósekum søgum, sum vit kundu flenna at. Til dømis kundi kona mín so at siga ikki fara til lækna einsamøll, uttan at hon seinni [...] viðkomandi við øllum søgunum, sum ganga. - Eitt annað, sum slaturin eisini førir við sær, er, at ein fer at síggja "spøkilsir". Tað vil siga, at ein heldur allatíðina, at tað verður tosað um ein. Men nú
hon. - Eg plagi at siga við fólk, at tað er betri, at tey spyrja, enn at tey bara hugsa. Og at fólk tora at spyrja meg, hjálpir eisini mær, sigur Bára. - Vit tosa ikki um hetta, tí at fólk skulu taka synd [...] Hann dugdi so væl at kráma uppi á mær, uttan at nakar uppdagaði, og eg var bebbarødd og tordi ikki at siga frá, sigur Bára. Tað bar ikki til at siga tað fyri nøkrum, tað bar ikki til at seta orð á tað. Einaferð [...] orku. Bara tað at taka støðu til, hvat vit skuldu hava til døgurða, var sum at hyggja beint út av eini avgrund, greiðir Rósalind frá. - Eg føldi alla tíðina, at onkur gekk aftan fyri meg, og at hendur krámaðu