Tær kundu líka so væl verið innilæstar á sinnissjúkrahúsi, gingið sum alkaholiserað neyðardýr ella verið deyðar fyri egnari hond. Hetta siga 28 ára gamla Bára Joensen og 33 ára gamla Rósalind Olsen. Tað er ringt at ímynda sær, tá tær standa í ljósglæmuni í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi. Livandi og tryggar fortelja tær um nakað, sum eingin fyrr í Føroyum hevur lagt bæði andlit og navn til alment.
Bára býr í Gøtu við manni og trimum børnum, og Rósalind, sum upprunaliga er av Sandi, býr í Saltangará við manni og tveimum børnum. Og sum vit seta okkum at práta, styrknar myndin av tveimum sterkum og lívsglaðum kvinnum. Men styrkin og lívsgleðin er ikki komin av sær sjálvum.
Sum lítlar gentur vóru tær báðar misbrúktar av monnum, sum tær høvdu álit á, og hesin ágangur var so ræðuligur, at tær fortrongdu hann. Ikki fyrr enn tær vórðu vaksnar og høvdu hús, mann og børn rann veruleikin fram fyri tær. Tær hildu, at tær høvdu havt ein vanligan barndóm, men uppdagaðu, at veruleikin var ein annar.
Fyri Rósalind kom skelkandi veruleikin um, hvussu pápi hennara misbrúkti hana, undan kavi, tá hon var upp á vegin við seinna barninum.
- Hevði eg ikki havt oyru, sum toldu og tordu at lurta, og tungur, sum tordu at spyrja, so hevði eg ikki klárað at liva við minnunum, sigur hon.
Bára er samd við henni. Hjá henni komu minnini sum eitt skot, tá maðurin eitt kvøldi kelaði hana um ryggin. Hon kláraði næstan ikki at fortelja manninum hvat tað var, og í fimm ár visti eingin annar nakað. Til endan brast bløðran tó, og hon var noydd at søkja sær hjálp og ráðgeving.
Í dag hava tær lært seg at liva við ræðuligu fortíðini, men leiðin hevur ikki verið løtt, og øll familjan hevur havt brúk fyri hjálp.
- Og hetta er nakað, sum vit skulu liva við restina av lívinum, og tí fara vit uttan iva at hava brúk fyri hjálp nakrar ferðir afturat, sigur Bára.
Spøkilsi frá fortíðini
Lívið var gott, hon hevði barn, mann og eitt arbeiði, sum henni dámdi. Alt var púra normalt. Ella tað helt Rósalind í øllum førum. Fólk søgdu onkuntíð við hana, at hon inn í millum hevði ógvuslig øðisútbrot, men hesar hendingar mintist Rósalind ikki. Hon hevði havt ein vanligan barndóm, og hóast hon visti, at pápin ikki altíð dugdi at kenna mørk, so helt hon, at hann hevði verið ein góður pápi.
- Men tá eg gekk heima í samband við, at eg var upp á vegin, byrjaði alt at gerast óhugnaligt og møtimikið. Eg visti ikki, hvat tað var. Í fyrstuni var tað bara ein kensla, og eg misti alla orku. Bara tað at taka støðu til, hvat vit skuldu hava til døgurða, var sum at hyggja beint út av eini avgrund, greiðir Rósalind frá.
- Eg føldi alla tíðina, at onkur gekk aftan fyri meg, og at hendur krámaðu uppi á mær. Tá eg skuldi lata skápshurðar upp, mátti eg haldi hondina fyri bringuna fyri at verja meg, og tá eg fór í song, var tað sum um at løtan frá tí, at eg lat meg úr og var komin í náttklæðir, vardi ein ævinleika.
Og so byrjaðu myndir at koma fram fyri Rósalind. Í fyrstuni vóru tað bara skuggar, men so við og við, sá hon verulig fólk.
- Eg sá eina lítla gentu liggja í einari song, og ein maður lá uppi á henni og føldi upp á hana, og hann hevði eisini samlegu við hana. Og so byrjaði eg at kenna gentuna aftur og sá, at tað var eg. Og maðurin var pápi mín. Hetta var so óhugnaligt og anstyggiligt, at tað kann ikki lýsast við orðum, sigur Rósalind.
- Tað var sum ein ræðufilmur við mær sum høvðuspersóni, men tað var bara tað, at tað var ikki ein filmur, tað var veruleiki.
Tøgnin og skommin
Bára var misbrúkt av abba sínum, sum búði í aðrari bygd, og eins og Rósalind var hon lítil, tá tað byrjaði.
- Tey fyrstu minnini, eg havi, eru frá áðrenn eg var farin í skúla, og tí rokni eg við, at tað byrjaði, tá eg var seks ára gomul. Hann hevði ikki samlegu við mær, men hann føldi uppá meg, og eg skuldi hyggja uppá hann, meðan hann nøktaði seg, greiðir Bára frá.
- Ágangurin fór fram, bæði tá eg var einsamøll saman við honum, og tá onnur vóru hjástødd. Hann dugdi so væl at kráma uppi á mær, uttan at nakar uppdagaði, og eg var bebbarødd og tordi ikki at siga frá, sigur Bára.
Tað bar ikki til at siga tað fyri nøkrum, tað bar ikki til at seta orð á tað. Einaferð hoyrdi Bára eina sending um kynsligan ágang í útvarpinum. Hon fór at gráta, og mamman spurdi, hvat feilti.
- Eg mundi sagt tað, men í staðin segði eg, at eg helt tað vera synd í teimum, sum sendingin var um. Eg kundi einki siga, tí um nú tey ikki trúðu mær, so hevði eg slett ongan.
Rósalind hevði tað á sama hátt.
Hon sigur, at kynsligi ágangurin var fulkomiliga skildur sundur frá gerandisdegnum, tí ágangurin var knýttur at so nógvari skomm, at hann ikki var til at liva við.
- Tá hann kom inn til mín, var hann fullur í vøkrum orðum um, hvussu lekkur og vøkur eg var, og hetta gav mær eitt avskepla forhold til mín egna kropp, tí hví skuldi eg hava ein kropp, sum gjørdi, at eg endaði í slíkum vemmiligum og óhugnaligum, sigur Rósalind.
Ikki fyrr enn hon sum vaksin vendi aftur til minnini, dugdi hon at koma til tað niðurstøðu, at tað ikki var ein spurningur um hana og kropp hennara, men um hann og avskeplaða hug og manglandi mørk hansara.
- Hann sum átti at tikið sær av mær, hann sum átti at verið góður við meg og verið pápi mín, hann misbrúkti meg. Og tað er ikki mín skyld, sigur Rósalind avgjørd.
Skal tosast í hel
Tá minnini komu, vóru bæði Bára og Rósalind við at drukna. Tær høvdu forfylgisisvanvid, tunglindi og vóru vísar í, at tær vóru um at gerast ørar í høvdinum. Og onkrar løtur ynsktu tær, at tær veruliga vóru sinnissjúkar, tí alternativið – at minnini passaðu – var ov ræðuligt.
- Hevði eg ikki havt mín góða mann, og hevði eg ikki farið til KRIS, so veit eg ikki, hvar eg hevði verið í dag. Tað hevur verið tungt og hart at fyrihalda seg til veruleikan, men eg eri ótrúliga glað fyri tað í dag, sigur Rósalind.
Eitt av slagorðunum hjá felagskapinum KRIS, er at kynsligur ágangur skal talast í hel, ikki tigast í hel. Og hesum eru Bára og Rósalind samdar í. Bára sigur, at hon er vís í, at hon ikki hevði komið burtur úr tí, um hon ikki eisini kundi fortelja tað fyri manni, foreldrum og vinum. Bara tað at kunna tosa um tingini hevur verið ein hjálp, sigur hon.
- Eg plagi at siga við fólk, at tað er betri, at tey spyrja, enn at tey bara hugsa. Og at fólk tora at spyrja meg, hjálpir eisini mær, sigur Bára.
- Vit tosa ikki um hetta, tí at fólk skulu taka synd í okkum, sigur Rósalind avgjørd.
- Tað er ikki synd í okkum, vit eru ikki longur offur. Vit hava verið ígjøgnum nakað, og nú hava vit valt at set hol á tað og fara víðari. So einfalt er tað, sigur Rósalind at enda.
Kynsligi áganguri fór fram, frá tí at tær vóru heilt lítlar til tær vóru tannáringar. Men av tí at misnýtslan var fortrongd í so langa tíð, vóru málini rættarliga fyrnað, tá uppgerðin kom. Tí hevur eingin rættarlig uppgerð verið, men bæði Rósalind og Bára hava konfrontera – ella sum Bára sigur: slongt tað í andliti á – misnýtarunum. Hvørgin teirra hevur biðið um umbering.
KRIS hevur seinastu dagarnar víst ein norskan film um kynsligan ágang, og hvørja ferð hava Bára og Rósalind verið við og fortalt teirra søgu. Filmurin er um trý systkin, sum verða misbrúkt av pápanum. Tvey av systkinum vóru við til tiltakið, og tey rósa Báru og Rósalind fyri at hava dirvi at standa fram í einum so lítlum samfelag og at seta hol á ein stóran og útbreiddan trupulleika, sum annars liggur í myrkari tøgn.









