Vit fagna einasta fólkaræðinum í Miðeystri

Býarbussarnir flagga við ísraelskum fløggum í dag. Tað hevur fingið nógv at ilskast.

Tað vekir bæði fagnað og harm hjá havnaborgarum, at býarbussarnir í dag flagga við ísraelskum fløggum. Onkur hevur givið ilt av sær á Facebook, meðan onnur fegnast um at síggja Dávidsstjørnuna.

 

Nógvastaðni kring landið flagga privatir borgarar við ísraelskum fløggum, men á Facebook eru eisini mong, sum ilskast um avgerðina hjá Tórshavnar kommunu og siga, at kommunan við hesum velur síðu í stríðnum í miðeystri – og eftir teirra tykki kanska skeiva síðu.

 

Orsøkin til at bussarnir flagga, er at í dag eru 70 ár síðani, at David Ben-Gurion lýsti Ísrael sum tjóð, 14. mai 1948.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur fingið eina áheitan um tað var gjørligt at flagga fyri Ísrael á hesum hátíðardegnum hjá tjóðini, og tað hevur kommunan eftirlíkað.

- Vit vilja fegin fegnast saman við ísraelsku tjóðini á hesum hátíðardegi teirra, sigur hon og nevnir, at hetta heldur ikki er fyrstu ferð, at bussarnir flagga við ísraelskum fløggum.

 

Borgarstjórin hevur varnast atfinningarnar á Facebook, men heldur ikki, at kommunan ger nakað skeivt í hesum føri.

- Tórshavnar kommuna er ein kommuna, sum skal rúma øllum, uttan mun til átrúnað ella hugsjón. Vit lata regluliga ymiskar áhugafelagsskapir savnast á Vaglinum til ymisk tiltøk. Um vit skulu fara at sortera í, hvørjum vit loyva framat, haldi eg, at vit skjótt kunnu koma út, har vit ikki longur grynna, sigur hon.

 

- Í hesum førinum snýr tað seg um at hátíðarhalda, at Ísrael bleiv ein tjóð fyri 70 árum síðani, og at jødarnir fingu eitt heimland aftur, serliga aftaná syrgiligu týningina í Evropa undir 2. heimsbardaga, sigur hon.

 

Annika Olsen vísir á, at Tórshavnar kommuna eisini stuðlar øðrum tiltøkum, sum nógvir borgarar í kommununi ikki taka undir við.

- Hvørt ár, stutt undan ólavsøku, stuðlar Tórshavnar kommuna Pride-skrúðgonguni hjá LGBT. Eisini her er talan um at vísa, at vit eru ein kommuna, sum rúmar øllum, sigur hon.

 

Annika Olsen leggur tó dent á, at hetta merkir ikki, at hon ella býráðið góðtaka alt, sum Ísrael ger ella at kommunan tekur síðu í stríðnum í Miðeystri.

- Eg haldi kortini, at tað er rætt at fagna einasta veruliga fólkaræðinum í Miðeystri. So kunnu vit kjakast um, hvørt teir eru ov harðrendir, men framvegis, so er Ísrael einasta fólkaræði í økinum. Eg haldi ikki, at vit skulu fara at blanda alt saman, sigur hon.

 

- Eg haldi ikki, at tað er rætt at fara niður í smálutir og skula finnast at einstøkum avgerðum hjá ísraelsku stjórnini síðani. Eg haldi, at vit kunnu nýta hendan dagin at fegnast saman við teimum, uttan at vit tí góðtaka alt, sum Ísrael ger, sigur hon.

 

Seinni í dag, klokkan 17.30, skipar vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri hátíðarhaldi á Vaglinum. Til tiltakið verða sangframførðslur, røður og bæði føroyski og ísraelski tjóðsangirnir sungnir. Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri tiltakinum í samband við at tey hava vitjan av fyrrverandi talsmanninum hjá ísraelsku verjuni og núverandi høgravenda politikkaranum, Avi Lipkin.