Vit fáa nokk at gera

Nýggja samgongan í Vágs Býráði er til reiðar at taka stórar avbjóðingar á seg og tey fara ikki at keða seg

- Vit eru púra greið yvir, at tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman. Men vit eru somuleiðis fult til reiðar at átaka okkum hesa avbjóðingina.

Tað var fyrsta fráboðanin frá nýggju samgonguni Vágs Býráði, eftir at hon varð skipað klokkan 21 í gjárkvøldið.

Eftir býráðsvalið týsdagin samdust Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið í gjárkvøldið um at skipa eina stóra, sterka samgongu, sum tilsamans telur sjey av teimum níggju býráðslimunum í Vági.

Hesar seinastu dagarnar eftir valið hava fundir verið ymsar vegir um nýggja samgongu, men í gjárkvøldið boðsendi javnaðarflokkurin so tjóðveldinum á fund og tað gekk bæði skjótt og væl at semjast um eina nýggja samgongu.

Javnaðarflokkurin fekk eitt gott val og tvífaldaði talið á býráðslimum, so at hann nú hevur fýra, samstundis sum Tjóðveldið varðveitti sínar tríggjar býráðslimir og tað eru hesi sjey, sum nú hava mannað nýggju samgonguna í Vágs Býráði.

Tað vera eisini hesir báðir flokkarnir, sum koma at manna allar nevndirnar.

Annars fingu Uttanflokkalistin og Sambandsflokkurin hvør sítt umboð í býráðið, men teir báðir býráðslimirnir, sum eru Arnbjørn Fagraklett og Svenning Borg, sita sostatt í andstøðu og fáa heldur ongar nevndarsessir.


Krevja sterka samgongu

Beint eftir at samgongan varð skipað, ásannaðu býráðslimirnir, at tað liggja stórar avbjóðingar og stórar broytingar fyri framman og tí halda tey, at tað er ein stórur fyrimunur við eini sterkari samgongu.

Tey halda enntá, at tær tíðir, sum standa fyri framman, krevja eina sterka samgongu fyri at tryggja støðufesti í býráðspolitikkinum.

Í hesum sambandi hugsa tey um fíggjarstøðuna hjá Vágs Kommunu, har tað av álvara er farið at draga á luftina.

Men tey siga, at tey eru fullgreið yvir, at tað krevst ein tryggur og varligur fíggjarpolitikkur fyri at fáa javnvág í fíggjarstøðuna aftur.

Tískil verður ikki rúm fyri teimum stóru útbyggingunum í Vági ta fyrstu tíðina.

Kortini fer kommunan at royna at røkja vegir, bygningar og aðrar ognir hjá kommununi, so at virði ikki farast.

Hinvegin ásanna býráðslimirnir í nýggju samgonguni í Vági, at tað liggur teimum ógvuliga nær á hjarta at fáa gongd á ætlaða barnagarðin, so verður tað nakar sum helst møguleiki fyri tí, fara tey at seta pening av til barnagarðin.

Men eftir tí, sum higartil er komið fram um fíggjarætlanina fyri 2009, verður ikki rúm fyri at seta nakað av til barnagarðin næsta ár, men vónin er so, at tað verður frægari í 2010.

Tey vóna eisini, at tey fáa umstøður til at bøta um umstøðurnar hjá ungdóminum og at tey fáa givið teimum ungu eitt hús at vera í um kvøldarnar.

Tá ið tey tosa um framtíðaravbjóðingar, hugsa tey eisini um at skapa meiri virksemið í Vági og tískil fylgja tey ógvuliga væl við, hvørja lagnu stóra flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági fær.

- Vit stuðla avgjørt stríðnum hjá fakfeløgunum at fáa meiri arbeiði á flakavirkinum í Vági.

- Men vit ætla ikki á nakran hátt at seta fót fyri Fiskavirking, so megnar Fiskavirking at hava arbeiði á virkinum, skulu vit veita okkara fulla stuðul til tað.

- Vísir tað seg kortini, at Fiskavirking ikki megnar at hava arbeiði á virkinum, er støðan ein onnur og so mugu vit taka tað málið upp.

Tey duga ikki at siga nú, hvat so skal henda. Men áður, tá ið virkið stóð stilt í langa tíð, var tað upp á tal at uppsiga leigusáttmálan um grundstykki, virkið stendur á, so at onkur annar kann sleppa framat økinum og kanska útvega eitt annað virkið.


Vilja hava greitt útspæl um samanlegging

Nýggja samgongan vil hava eitt greitt útspæl frá landsstýrinum um, hvat landsins myndugleikar ætla sær við framtíðar kommunubygnaðinum í Føroyum.

Nýggja samgongan ásannar, at kommunusamanlegging verður ein av teimum heilt stóru avbjóðingunum í tí næsta valskeiðnum.

Men tey halda samstundis, at sum støðan er nú, ber ikki serliga væl til hjá kommununum at samráðast um at leggja saman.

- Fyrrenn vit vita, hvørji málsøki skulu flytast til kommunurnar at umsita, ber illa til hjá kommununum at samráðast um samanlegging, tí fyrsta fortreytin fyri at semjast um ein sáttmála um samanlegging, er, at kommunurnar vita, hvat tær tosa um og, hvat tey skulu semjast um, siga umboðini fyri samgonguna í Vágs Býráði.

Men tey ásanna eisini, at flestu kommunurnar í Suðuroy eru ógvuliga tyngdar av skuld.

- Tí má tað vera ein fortreyt fyri samanlegging, at ein partur av kommunuskuldini verður strikaður so at tann samanlagda kommunan fær eitt avíst fíggjarligt rásarrúm at virka undir, siga tey. 

Í nýggju býráðssamgonguni í Vági heldur Kirstin Strøm Bech fram, sum borgarstjóri og Jógvan Krosslá verður varaborgarstjóri. 

Annars verður Sirið Stenberg, forkvinna í sosialu nevnd, Poul Augustinussen, verður formaður í havnarnevndini. Umframt at verða borgarstjóri, verður Kirstin Strøm Bech eisini forkvinna í fíggjarnevndini, Dánjal Bjarkhamar, verður formaður í teknisku nevnd og Eydis Kjærbo, sum verður forkvinna í mentanarnevndini






Tað eru hesi sjey, sum fara at manna eina sterka samgongu í Vágs Býráði tey næstu fýra árini. Frá vinstru eru tey Jógvan Krosslá, Sirið Stenberg, Poul Augustinussen, Kirstin Strøm Bech, Dánjal Bjarkhamar, Tórður Poulsen og Eydis Kjærbo