Vit fáa tað sjálvstýri vit ynskja

? Hetta er so óverdugt. Tað skapar ikki virðing fyri okkara landsstýri. Tað kundi gott verið gjørt uppá annan máta, har vit høvdu eitt sindur av sjálvsvirðing heldur enn at framtúra við einum og øðrum, sum bara skapar frustratión, konfrontation og ótryggleika fyri allar partar. Eisini fyri fólk. Vit eru í villarreið. Hvat verður nú tað næsta teir finna uppá spyr advokaturin Bjørn á Heygum



FramtíÐarstøÐa Føroya

Jan Müller


Ein av teimum, sum ikki plagar at leggja fingrarnar ímillum, tá stór og álvarslig politiskt mál eru til viðgerðar er Bjørn á Heygum, advokatur í Havn, og kanska serstakliga, tá hesi hava ein løgfrøðiliga brodd.

? Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur so ovurstóran týdning, hvussu man einaferð tulkar eitt orð sæð í mun til realitetirnar í samráðingunum, sum eru tær, at vit fáa tað sjálvstýri og tann suverenitet, sum vit sjálvi ynskja. Tað er jú staðfest. Tað má væl vera kjarnan, beinagrindin í hesum málinum sigur Bjørn á Heygum og vísir til, at danski forsætisráðharrin Nyrup alment í sjónvarpinum hevur úttalað hetta og at hann eisini hevur sítt bakland í ordan, har hann jú hevur alt fólkatingið aftanfyri seg.

Bjørn á Heygum sigur tí, at um Føroya fólk við eina fólkaatkvøðu avger við einum meiriluta, at man ynskir ein suverenan stat, so fær tað ein suverenan stat. Hann heldur tí, at vit eiga ikki at royna at grugga málið og líkasum fara út á eitt akademiskt síðuspor við tulkingunum av tjóð, landi, fólki osfr. ? Eg haldi ikki tað er serliga relevant. Hví man skal hava fólkaatkvøðu um eina tulking av einum orði ella definitión? Tað síggi eg ikki rættiliga endamálið við. Mær tykist, at málið hevur lyndi til at fara út á eitt síðuspor.

Bjørn á Heygum sigur víðari, at landsstýrið má væl hava innsæð, at man kemur ikki longur við samráðingunum, nú vit hava fingið greið boð um fýra ára skiftistíð. ? Vitandi um at man ikki kemur ígjøgnum við eina fólkaatkvøðu við einum uppskoti um ein føroyskan suverenan stat, sum byggir á fýra ára skiftistíð, so havi eg varhugan av, at hetta seinasta stigið hjá landsstýrinum snýr seg um taktikk. Man líkasum roynir at koma inn gjøgnum bakdyrnar við øllum hesum akademisku tulkingunum av statsrættar- og fólkarættarligum viðurskiftum ofr. og fær harvið gruggað alt málið.

Samdur við Nyrup

Advokaturin og fyrrverandi sambandstingmaður sigur sera annars vera samdan við Nyrup um, at soleingi tey viðurskiftini eru galdandi, sum eru tað, er útgangsstøðið fyri tjakinum statsrættur. ? Tað má tað vera. Antin man tekur undir ella ikki við teimum viðurskiftum, sum eru, so má man virða tey. Tí tað er á legalum juridiskum grundarlag, at vit hava eina skipan, sum er Heimastýrislógin. Solengi tann skipanin er í gildi millum Føroyar og Danmark, tosa vit sum útgangsstøði um statsrætt og ikki fólkarætt. At man so út frá øðrum sjónarmiðjum kann fáa okkum at vera eitt land og ein tjóð, málsliga, geografiskt, mentanarliga osfr. er so sín søk. Men tað er ikki so avgerandi í hesum samanhanginum.

Bjørn á Heygum sigur víðari, at uttan mun til hvørja politiska uppfatan man hevur, so má man royna at vera objektivur og reellur og taka útgangsstøði í tí veruleika sum er og ikki einum veruleika, sum man ynskir sær. Hann skal kanska koma seinni. Hann heldur annars fyri, at tað eru undarlig signal, sum landsstýrið kemur út við, um nú at kontakta ST og fara undir at fyrireka eina fólkaatkvøðu, tá vit ikki fáa at vita, hvat endamálið er.

? Men eitt stendur rimmarfast, og tað er, at landsstýrið hevur rent seg fast. Totalt. Spurningurin er, um teir í heila tikið kunnu koma víðari. Og meta teir tað, hvat er so metodan! Nú skulu teir so hava eina fólkaatkvøðu. Og vísandi til eina fólkaatkvøðu, har Føroya fólk tekur undir við, at tað er ein tjóð, fer landsstýrið so at staðfesta, at nú er ein meiriluti fyri føroyskum suvereniteti og fer so samráðast út frá tí. Ein kann spekulera út í tað óendaliga um, hvat teir ætla. Tað er sera ringt í løtuni at peila teir av vísir advokaturin á og heldur fram:

? Mær dámar ikki henda konfrontatiónspolitikkin, sum tað alla tíðina verður lagt upp til. Tað er fullkomiliga óneyðugt og fyri mær at síggja, kundi tú nátt nógv longur við samráðingum og við at varðveitt góð viðurskifti, soleiðis at man var tryggur við hvønn annan. Ístaðin fyri hetta alla tíðina at koyra tingini upp í ein spíss og nærum miðja móti at fáa samanbrest millum partarnar. Tað er ikki ein máti at røkka einum máli uppá.

Hvat bagir Fólkaflokkinum?

Tað undrar ikki Bjørn á Heygum, at Tjóðveldisflokkurin kemur við hesum, tí tað er jú teirra politikkur. ? Teir vilja hava eitt fullveldi her og nú og ongantíð ov skjótt. Tá leggur man ikki nógv í, um man ikki hevur góð viðurskifti við danir. Tað hevur man kanska ongantíð havt. Men at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skulu fara so langt út og lata seg toga og lokka so langt av Tjóðveldisflokkinum, undrar meg stórliga. Og eg veit eisini, at teir hava ikki uppbakking í heilt stórum parti av sínum baklandi fyri tí rikna politikkinum. Tosar tú við fólkafloksfólk og sjálvstýrisfólk, so siga tey, at hetta var ongantíð meiningin við hesi samgonguni.

Tá tað ræður um spurningin tjóð, so heldur Bjørn á Heygum, at vit hava altíð mett okkum sum tjóð. ? Spurningurin er tá, hvussu hetta verður fatað í statsrættarligum samanhangi. Eitt er hvørja fatan vit hava í okkara hugaheimi av spurninginum tjóð. Eitt annað er hvussu hetta reint løgfrøðiliga skal handfarast og hvat útgangsstøðið er í eini samráðingarstøðu. Tá kanst tú ikki brúka orðið tjóð sum synonym við ein suverenan stat. Tað ber ikki til undir verandi fyritreytum. Tí er umráðandi, at man skilir hesi tingini at. Tá tað snýr seg um mentan ol. eru vit ein tjóð, men tað má ikki koma hartil undir verandi fyritreytum, at vit fara at gera samanberingar við eina tjóð og ein suverenan stat. Tað ber ikki til. Man má ikki blanda hesi tingini saman. Tað sigur Nyrup eisini, og eg eri púra samdur við honum. Vit mugu samráðast út frá teimum verandi statsrættarligu fyritreytunum, sum galdandi eru millum partarnar. Hvat so kann koma aftaná veldst um úrslitið av samráðingunum.

Vil misbrúka fólkaatkvøðu

Bjørn á Heygum er annars bangin fyri, at landsstýrið tilætlað ætlar at brúka hugtøk, sum eru minni ítøkilig og meira ella minni luftig og so eftirfylgjandi leggja sína tulking í tað og presentera tað fyri Nyrup og siga: ? Ger so væl, vit hava havt eina fólkattkvøðu um, at vit eru ein tjóð, ergo er talan um, at man er fyri einum suverenum stati. Tað er ikki reelt at arbeiða uppá tann mátan. Tað er ikki nokk, at tú tekur støðu fyri og ímóti nøkrum, tú skal eisini kunna vita frammanundan, hvat tað eftirfylgjandi skal brúkast til.

? Hetta er so óverdugt. Tað skapar ikki virðing fyri okkara landsstýri. Tað kundi gott verið gjørt uppá annan máta, har vit høvdu eitt sindur av sjálvsvirðing enn at framtúra við einum og øðrum, sum bara skapar frustratión og konfrontation og ótryggleika fyri allar partar. Eisini fyri fólk. Vit eru eitt sindur í villarreið. Hvat verður nú tað næsta teir finna uppá spyr advokaturin og svarar ? Man veit tað aldrin.