leygardagurin. Men hví verður so ein stevna? Jú, í mong ár, hava kappróðrarfólk gramt seg um róðrarøki, sum róð hevur verið tá Vestanstevnan hevur verið í Sandavági. Ofta er klagað um at róðurin er órógvaður [...] at stytta málið til 1000 metrar. Og tað er júst hetta sum skal roynast leygardagin kl. 14.00. Tá verður skipað fyri motiónsróðri fyri bæði menn og kvinnur og í Sandavági vóna tey at nógvir gamlir røðarar [...] kappróður alt samalt. FS Vágar skal spæla dyst móti LÍF um vikuskiftið og í sambandi við »stevnuna« er dysturin fluttur til Sandavágs. Í hálvleikstteðginum fer Sørvágs Tónleikarafelag at spæla umframt at skipað
fóru undir samgongusamráðingar í mei mánað. Í so máta er einki nýtt í hesum. Edmund Joensen heldur, at uppskotið er í tráð við tað, sum samgonguflokkarnir settu út í korti í samgonguskjalinum og tað merkir [...] at ivast í, men vit mugu ikki verða so bláoygd at halda at vit fara at hava somu rættindi, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum. Trýr ikki upp á uppskotið um fylgibólkar Í samrøðu við Sosialin í gjár nevndi [...] samgongunnar um broytingar í ríkisviðurskiftunum er lagt fyri tingið og kemur til viðgerðar í næstu viku. Tað er sjálvsagt, at ikki allir flokkar eru samdir um hvussu farast skal fram í hesum málið og hvat skal
bara í Føroyum er trupult hjá foreldrum at fáa børn síni inn á dagstovn. Eisini aðra staðni eru langir bíðilistar ? og hóast tað í Danmark eitur plássgaranti bíða børn alla staðni eftir at sleppa í vøggustovu [...] ansingartørv høvdu fingið teirra tørv nøktaðan?. Og tað er júst hetta sjónarmiðið, sum hevur sett eld á í nógvum ymiskum leirum. Tí spurningurin er í grundini, hvørs tørvur skal nøktast, barnsins ella foreldranna [...] stovnspláss til síni børn, eru í eini desperatari støðu. Eingin hevur hug at lata børnini upp í hendur á tilvildarligum persónum, og tað er sjón fyri søgn, at mangt verður í neyðini nýtt. Gagnligt Danska
arbeiðaraársløn verða útgoldin. Fyri at hava rætt til útgjald, skal tryggingin hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár. Uppsøgn av tryggingini Er trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi teknað, og [...] vera, um persónur hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri rakstarútreiðslur v.m., verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkseminum, er mvg-skrásettur ella er íognari í íognarfelagi. Upptøkutrey [...] upp til tann 1. í einum mánaða og við einum mánaða sum minstu freist. Uppsøgnin skal vera skrivlig. Sum dømi kann sigast, at um tryggingin verður søgd upp tann 5. mai 1999, kann henda í fyrsta lagi fara
Eyðálv, men eitt gott boð man í øllum førum vera Viggo Johannesen, sum hevur verið inni í 1. deildarhitanum fyrr í ár. Tað var málríkt í fjør, tá B36 vann 8-3 á ÍF í Gundadali. Í 1996 vann havnarliðið 4-0 [...] upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavíkina. Hjá KÍ er tað í fyrsta lagi møguleikin fyri framhaldandi at vera við í FM kappingini, sum stendur uppá spæl, og í øðrum lagi er møguleiki fyri [...] Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen. Magni á Lakjuni hevur í seinastuni verið í álopinum fyri Andrew, men fuglfirðingurin er í løtuni í ferð við at flyta heim úr Danmark og verður ikki við hesaferð
føroyskt fullveldi, tí hetta uttan iva er størsta politiska málið í nýggjari tíð. Síðani vit fingu politiskt floksbýti á tingi í 1906 hava júst viðurskiftini millum Danmark og Føroyar verið eitt heitt politiskt [...] og nú, men um eina »skipaða loysing«. Høgni Hoydal hevur nú í hálvan fjórða mánað sitið í nýggja landsstýrissessinum, nevndur landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og hann hevur nú snikkað eitt uppskot til [...] hoyra, hvat fólkið heldur um ætlanirnar. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum verður at hitta í telefonini á Sosialinum millum klokkan 17 og 19 í morgin, sunnudagin. Fólk, ið hava hug at seta Høgna Hoydal
tá, tað hevur verið í 1979, sigur Ria. - Ria setti meg eisini í samband við sjónleikarafelagið í Kvívík. Ein sjónleikarastevna var í Kvívík, eg haldi í 1986, har øll sjónleikarafeløg í landinum luttóku. [...] Axel og Margreta Tórgarð búgva nú í Havn og í hugnaligu húsum teirra hittu vit Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð. Súsonnu og Riu hava vit nú í mong ár sæð sum leikarar í Grímu og Hans hevur eisini verið við [...] barnaárini í Kvívík fingu ein enda. - Ja, so fór eg til Havnar. So kom eg eitt sindur í Sjónleikarhúsið og í kvøldskúla hjá Grímu. Tað var fyrst og fremst har, eg byrjaði at læra um sjónleik. Eg kom í samband
Í útlondunum hevur kappingin um tryggingarkundarnar verði sera hørð í nógv ár. Men í Føroyum er henda kapping júst byrja. Fyrr í ár byrjaði Trygd av nýggjum at tekna tryggingar og síðan tá hava fleiri [...] við seg á ymsan hátt. Eitt stað, sum í øllum førum er sjónligt, er SMS í Havn. Og tað er júst har Trygd hevur valt at seta upp ein bás hesar dagarnar. Í gjár og í dag er møguligt hjá fólki at fáa eitt [...] Banka, sum selur tryggingar fyri Trygd, um tryggingarútboðið hjá hesum felag. Tá vit í gjár fingu orð á bankakvinnurnar í SMS høvdu tær havt nógvar fyrispurningar. ? Fólk vilja fegin hava at vita hvat tað
búgvin til at umsita eina slíka skipan. Partar av reglum og lógum eru longu í gildi í Føroyum, meðan vit mugu tillagað aðrar skipanir. Í almennu viðmerkingunum sigur nevndin at líkamikið hvørja leið føroyingar [...] skulu Føroyar samstarva við ES? Hetta er ein spurningur, sum hevur leikað í høvdinum á bæði politikarum og vinnulívsmonnum her heima í nógv ár. Tengt at hesum spurninginum er eisini spurningurin um hvørt [...] Løgtingið hevur sagt sína hugsan og tað er eitt greitt nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan sum fyrr. Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt
gamlan. Tá eitt pláss á skúlanum var leyst í fjør, ringdi skúlin til hansara, og bjóðaðu honum til upptøkuroynd, og Eivindur tók av. Hann hevði tá júst havt framsýning í Keypmannahavn, og hevði tí verk síni [...] litir ljós o.a.. Í fjør lærdu vit tekning, myndahøgging og at arbeiða við málningum, sigur Elin Smith. Eivindur sigur, at hjá honum er einki at ivast í: Hann er naturalistur. Undirvísingin í fjør hevur snúð [...] skapandi í umhvørvinum, har hann býr í Havn. Eg eri nú 54 ára gamal, og helt, at lívið hjá mær varð steðgað upp. Eg fekk við hesum høvi eitt nýtt lív og aðrar møguleikar, og havi fingið innlit í annan heim