avn gingu við rúkandi ferð, og tað var neyðugt. Tíðin var ikki ov long til innspælingarnar, og tað gjørdi eisini, at tíð var ikki til at eksperimentera. Ætlanin var at brúka saxofon á tveimum av sagnunum [...] Tað var ein velduga góð konsert, tey ungu vóru púra vill. Jørgin Dahl avvísir ikki møguleikanum fyri, at spæla saman við Straight Ahead aftur. ? Sjálvt um vit seinast blivu samdir um, at vit ikki tímdu [...] og tekno-kulturi, er tað lættari at fáa gjøgnumbrot um tú ert plattur, enn um tú ert seriøsur. Men eg ætli mær at halda fast um mína filosofi um, at um tú ert erligur og tónleikurin kemur frá hjartanum,
síðani (eg minnist ikki rættuliga nær) nakrar viðmerkingar frá formanni Sjálvstýrisfloksins um skotlandssiglingina, har hon Gud hjálpi okkum ætlaði sær at leggja fyri Tingið uppskot um at halda lív í Sk [...] í Uganda fáa teir fiskin til tíðina, og at vit ikki koma uppá knøini á teimum, sum vit vanliga meta sum annan floks borgarar í triðja heiminum. Um ikki nú onkrar alarmklokkur byrja at ringja aftaná eina [...] avleiðingum, men tá tann, sum hevur heimildina um hendi er greiður yvir, at hon kann fáa óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, ja so brúkar viðkomandi væl ikki heimildina? Beint upp undir og aftaná at Sjá
politikararunum. Hon hevur eisini ofta tosað um at fara upp í politikk, men einki gjørt við tað. Tá hon síðani gjørdist formaður í Sjúkrasystrafelagnum, har hon er farin undir annað skeiðið, hevur hon fingið enn [...] viðgerð og røkt, um vit verða sjúk. Tá kjak er um Landssjúkrahúsið, so snýr tað seg ongantíð um góðsku á røkt og viðgerð, men altíð um samsarv ella vantandi samstarv á stovninum, ella um vit skulu hava [...] verða sjúk, men tað er ikki einasti trupulleikin, sigur Joan Ziskason. Óli veit ikki hvat hanntosar um Tað harmar meg tí at hoyra Óla Breckmann á tingsins røðarapalli tosa um og havast at teimum »Hvítkitlaðu
tað. Og prógv um tað er m.a. tað, at uppskotið um fólkaatkvøðu byggir beinleiðis á uppskotið um sjálvstýrislóg ella stjørnmálanevnd. Sambandflokkurin byggir á sambandið. Teir plaga ikki at gera so nógv [...] Fólkaflokkurin er brotnaður av um miðjuna tjóðskaparliga, og roynir nú onkur teirra, sum myndar flokkin, at fáa orðaskiftið vent frá spurninginum um loysing samband til ein spurning um høgra vinstra. Og skýrir [...] iskan. Hann veit, hann megnar ikki at lokka tjóðskaparfólk í sín part við remsuni um lækkan av kostnaðarstøði og harav fylgjandi samfelagsligari blóman, sum teir enn ikki hava kunnað(viljað) roknað liðugt
tykjast, sum um tað á heysti í 1993 var ríkiliga burturlagt í bankunum. Men vert er at hava í huga, at tá ein peningastovnur skal taka støðu til tørvin á burturleggingum, so er vitanin avmarkað um, hvussu [...] tekin um ta búskaparligu framgongd, ið byrjaði í 1995, og sum síðan munandi hevur minkað um tørvin á burturleggingum, verður sagt í frágreiðingini. Víðari stendur: Mótloysi bant ? Tá vit líta aftur um bak [...] Somuleiðis er vert at hava í huga tað stóra misálit, sum tá var á bankaskipanina. Tað var alneyðugt at vinna álitið á bankarnar aftur, um bankarnir skuldu fóta sær aftur. Neyðugt er at hava hetta í huga, tá vit
kunnu samstarva um 75 mál. Kollfjarða bygdarráð kom til tað niðurstøðu, at um veljararnir vildu tað, so skuldi samanleggingin gerast. Tí skuldi skipast fyri fólkaatkvøðu um hetta mál og hon var leygardagin [...] hava ikki nakra náttúruhavn, men hava stórt virksemi. Nú kunnu vit leggja ætlan um, hvussu vit í framtíðini fáa størst gagn av báðum havnunum undir einum, sigur hann. Fyrr hevur talan heldur verið um eina [...] havnaumstøður Tað eru tó ikki bara pengarnir sum koma væl við hjá Tórshavnar Kommunu. Kollafjørður er góð náttúruhavn, og atløgumøguleikarnir eru góðir. Plássið við bryggjuna í Havn er ikki tað besta, sum er
Hann var útímóti vaksin, og eg um tannáringur. Hann var skrivstovumaður, eg ørindadrongur í heilsøluni hjá pápa. Vit spældu eisini í hornorkestrinum saman. So vit kendust væl. Minnist ikki annað frá hesum [...] eg leggi kongin", svaraði Hanus stillisliga: "Tað hevði eg eisini gjørt, um eg var tú." Henda kappingin var so fjølment, at hon mátti gerast liðug seinni. Tástaðni hittust oddaliðini úr Havn og Vestmanna [...] mansaldri síðan. Eitt kalla tey at vera ludoman. Jákup var blivin "talvoman". Tosaði til tíðir um lítið annað. Móti vári 1962 kundi hann tó spyrja meg um Vestmanna, sum eg kendi líka væl frá ferðum norðuri
Havnar, men var ikki grundarlag fyri størri samvinnu. Kollafjarðartunnilin harafturímóti var ein rættari íløga, ið skapti grundarlag fyri tí samvinnu vit nú síggja eina byrjan til. Gamla Rætt var ein onnur [...] onnur stór íløga. Hon er í dag grundarlag undir vinnuvirksemi í Sandoynni og hjá sandoyingum, ið starvs í Streymoynni. Hesar báðar íløgurnar vóru sanniliga ikki »populerar«, kanska serliga í høvuðsstaðarøkinum [...] Javnaðarflokkurin var við til at fremja hesar íløgur. Sum liður í javnaðarpoli-tikki, at virka fyri at lívskorini ? hjá føroyingum sum heild og teimum veiku og fámentu serliga ? eiga vit ikki at smæðast fyri
hevði altíð góða tíð til onnur ? ikki minst til børnini. Hon var í essinum, tá ið hon hevði børn rundan um seg, og tað hendi ofta, meðan vit enn høvdu smá børn, at hon skeyt upp, at okkum tørvaði at fara [...] og fortaldi, hvat ið hent var. Jónfríð var á veg niðan á ellisheimi í Auning í náttarvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku vegna svartakálk. Tað ringasta, ið henda kundi, var hent? Tá ið ein fær slík [...] m ? hevði hon sínar avgjørdu meiningar og tordi ? sum í øllum lívsviðurskiftum ? at stíga fram og siga sína ærligu meining ? og so var tað annars líkamikið hvønn tað var, hon tosaði við. Hon tosaði á sama
myrkt út, og vónarlogin var veikur. Lívið var av, og so var ikki meira. Leygardagur kom og sorgin var hin sama. Sorg lekist ikki eftir einum døgni. Týdningarmikið er tað, at vit tosa um tað, ið viðurferst. [...] øðrum hesa kristnu heilsan. Á hesum sinni verður hon borin við sorgblídni. Mitt í gleðini um uppreisn av deyða kennist sorgartám, og vit skoða vónina um ævigt lív við vátum eygum. Vit sakna, syrgja og gráta [...] Og tá vit minnast teir farnu líkasum lýsnar eitt sindur. Tað var so nógv gott. Tað var so vælsignað. Og tað góða er altíð gott, sjálvt um bæði løtan og persónurin eru farin. Tað góða hevur ævigt virði