Ov stuttir hugsjónarliga

? bert Tjóðveldisflokkurin røkkur á mál hugsjónarliga

Tað eigur ikki at vera nakar spurningur, hvørjum flokki tú skal stuðla til løgtingsvalið komandi og í framtíðini. Tað er sjálvsagt Tjóðveldisflokkinum, tí hann er einasti flokkur her á landi, sum hugsjónarliga vinnur á mál og væl tað. Tjóðveldisflokkurin hevur greiðan hugburð um at stovnseta føroyskt tjóðveldi, við egnari grundlóg og við einari sunnari vælferðarskipan.

Hinir flokkarnir hava meira og minni hálvhjartaðar boðskapir, sum antin byggja á hugsjónarloysi ella vantandi mál og mið. Seinastu tíðina hava boðskapirnir hjá ávísum flokkum enntá beinleiðis bygt á at royna at vinna land frá Tjóðveldisflokkinum.

Fólkaflokkurin er brotnaður av um miðjuna tjóðskaparliga, og roynir nú onkur teirra, sum myndar flokkin, at fáa orðaskiftið vent frá spurninginum um loysing samband til ein spurning um høgra vinstra. Og skýrir í hesum sambandi Tjóðveldisflokkin vinstrasosialistiskan. Hann veit, hann megnar ikki at lokka tjóðskaparfólk í sín part við remsuni um lækkan av kostnaðarstøði og harav fylgjandi samfelagsligari blóman, sum teir enn ikki hava kunnað(viljað) roknað liðugt.

Hugskot Javnarfloksins um sjálvstýrislóg er fyrst og fremst tilevnað fyri at leggja forðingar fyri framgongd Tjóðveldisfloksins og ein roynd at fáa burturav tjóðskaparrákinum. Men sjálvstýrislógin er eins og klæðini hjá keisaranum. Nógv umrødd og stórt sligin upp, men uttan nakað sum helst veruligt innihald. Sjálvstýrislógin man eisini vera ein roynd at káva yvir, at javnaðarmenn ikki longur hava nakað ítøkiligt at bjóða á almannaøkinum uttan nøkur oyru til ávísar samfelagsbólkar.

Sjálvstýrisflokkurin hevur hálað eina fólkaatkvøðu upp úr hattinum, men hon er enn minni heilhjartað enn sjálvstýrislógin hjá javnaðarmonnum er tað. Og prógv um tað er m.a. tað, at uppskotið um fólkaatkvøðu byggir beinleiðis á uppskotið um sjálvstýrislóg ella stjørnmálanevnd.

Sambandflokkurin byggir á sambandið. Teir plaga ikki at gera so nógv hóvasták burturúr, tí veljarin hevur ikki kravt annað av teimum, enn trygdina fyri at blokkurin kemur hendavegin í 12 eins stórum pørtum á hvørjum ári. Men nú er broytt hesum viðvíkjandi, tí leiðari floksins hevur roynt seg sum taktikari, tó uttan at roynast sum tann stóri strategurin. Fyrst við at útskriva val, tí onkur í hansara egna valdømi var misnøgdur við eitthvørt. Og síðan við at spæla yo-yo við bankamálinum, helst í einari fátæksligari roynd at fáa danskar politikarar at geva landsstýrinum lyftir um saneringar av skuld og annað, sum kundi hjálpt sambandsflokkunum í valstríðnum.

Gløggi lesarin skilur, at trupulleikin hjá hinum flokkunum er, at teir eru ov stuttir hugsjónarliga, og at teir tí royna á ov djúpum vatni ella innan fyri mark hjá øðrum. Og gløggi lesarin man eisini hava fatað, at einasti flokkur sum kennir dýpið og hevur sett beina kós er Tjóðveldisflokkurin.


Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður