teir 1?0 á HB og FM heitið. Í fyrraárið var VB meistari. Tá hevði HB møguleikan inntil í síðsta umfarinum. Í 1999 vann KÍ FM. Teir vóru væl á veg, áðrenn illveðursdystin á heimavølli ímóti ÍF í síðsta umfarinim [...] ferðir nevnt, at HB átti ein orduligan skansa á heimavøllinum í Gundadali. Hagtølini vísa, at ein av orsøkunum til, at HB hevur vunnið FM, er, at teir hava verið so stinnir í Gundadali. HB hevur vunnið allar [...] leygardagin í hesi vikuni. Tá eru dystirnir hesir: E/Streymur?GÍ, TB?HB, B68?Skála, KÍ?NSÍ og B36?VB. Sunnudagurin bar boð um, at HB er meistari, og at TB enn eina ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild
uppflytingardyst móti næstniðasta liðnum í 1. deild. Liðið sum B71 kappaðist við um hetta plássið var ÍF, og um ÍF megnaði at vinna á uppflytarunum úr Vágum, so kundu fuglfirðingar fara fram um B71 um teir ikki [...] verja leiðsluna. Sandingar trektu seg longur aftur á vøllin, og gjørdu sum VB hevði í fyrra hálvleiki - nevniliga lúrdu uppá mótálop. Tí gekk meginparturin av spælinum fyri seg á helvtini hjá B71. Sandingar [...] høvdið á, eftir at eitt gott innlegg kom innfyri úr vinstru síðu. Samstundis frættist kring vøllin, at ÍF nú var komið á odda móti FS Vágum, og seinastu minuttirnar vóru næstan ikki til at bera hjá sandingum
sum meistari, helt hann eftir dystin sunnudagin, tá vit fingu orðið á hann í sonevnda boot-room hjá HB. - Men eg skal tó leggja afturat, at tað kanska kennist eitt sindur hálvt hjá mær, tí eg havi jú bara [...] er sjálvandi munur á, at HB nú fer til Tvøroyr sum meistarar, heldur enn at skula spæla fyri meistaraheitinum, men tað er kortini nakað, sum tú ikki fært venjarin at viðganga. - Nei. Tað kann gera tað sama [...] Í 1995 spældi HB seinasta dystin á Tvøroyri, og fram til seinasta minuttin vóru teir á odda, tá Henning Jarnskor við einum stútari í Klaksvík kortini syrgdi fyri, at gullið fór til Gøtu. - Sjálvandi vildi
seundir, sum skiltu HB frá einum meistarheiti í fyrraárið. Hetta kundi kanska nervað fleiri leikarar, men liðskiparin helt tó, at júst hetta kanska hevði gjørt HB enn sterkari í ár. - Hans á Lag plagar at [...] um, og sum liðskipari er helst eisini náttúrligt at fáa spurningin, hvat var tað, sum tryggjaði HB FM. - Tað týdningarmesta haldi eg hevur verið, at heildin á liðnum hevur verið ótrúliga sterk. Vit hava [...] stórt í dag, og hann viðgekk eisini, at hann fylgdi við í, hvussu gekst í hinum dystunum kring landið. - Vit høvdu jú sera ilt við at fáa glið á spælið, og tað komst heilt víst av trýstinum. Vanliga hoyrir
enn tað. - Fyrst og fremst eru tað nú fýra ár síðani, at vit vunnu nakað, og fyri eitt felag sum HB er er hetta long tíð. So tað lyftir sjálvandi okkum øll, at vit nú endiliga hava fingið gullið. - At tað [...] Meistari Tað var sjálvandi ein ovurfegin HB-formaður, sum vit fingu orðið á, tá tað loksins varð staðfest, at HB er meistari í ár. Eitt er, at felagskassin fær eina góða millión frá UEFA afturfyri, men [...] Enghamar, hvussu restina av kvøldinum skuldi haldast, nú gullið aftur var komið til HB, men tað visti formaðurin ikki reiðuliga. - Nú hava vit so als ikki fyrireikað nakað sum helst, so tað dugi eg ikki at svara
fastlæstu verjuna hjá EB/Streymi upp, soleiðis at HB endiliga kundi seta kósina móti meistaraheitinum. Visti at gullið var har Jú, sanniliga var lagið gott á HB-leikarunum, nú teir loksins høvdu staðfest gullið [...] hava bíðað eftir, og sum tey flestu eisini hildu vera staðfest, longu tá HB vann á NSÍ. Tað skuldi tó ganga fimm korter, áðrenn HB fann vegin til meskarnar móti EB/Streymi, men tó at tað kanska var eitt [...] so, at argastu kappingarneytarnir hjá HB, NSÍ og KÍ, bæði vóru aftan fyri í sínum dystum, og Andrew ásannaði eisini, at hann var greiður um hetta, tá hann skoraði. - Jú. Vit fingu í steðginum at vita, hvussu
hann málverji, tá næst besta HB-liðið noyddist tungu gongdina úr aðru niður í triðju deild, men dagin eftir vardi hann málið seinastu 10 minuttirnar av gulldystinum, tá HB ognaði sær meistaraheitið. Og [...] Og sjálvur tóktist ungi málverjin eisini hava ilt við at fata, at tað hevði gingið so skjótt. - Tað er eitt sindur løgið. Sjálvandi eri eg ovurfegin um at vera meistari, men eg eri enn ikki komin meg eftir [...] málið. Men hóast trýstið átti at verið stórt, so tóktist hetta tó á ongan hátt at nerva málverjan. - Tað er jú bara ein dystur sum so nógvir aðrir. Eg hugsaði ikki um, at meistaraheitið stóð upp á spæl
gleðisrúsinum var tað tó ein persónur, sum HB-veteranurin hugsaði mest um, og tað var fyrrverandi venjarin, Ion Geolgau, sum í seinasta viku fór av landinum í vetrarfrí. - Eg má leggja afturat, at eg hugsi nógv [...] Meistari HB hevur vanliga sett sín dám á oddin í føroysku landskappingini, og við 16. meistaraheitinum, sum nú er veruleiki, eru teir nú bert eitt gullmerki frá klaksvíkingum, sum enn eru ovastir, tá [...] gullmerkini saman. Og sambært roynda miðverjanum, so verður hetta helst eisini tað seinasta í røðini. - Tað rokni eg við, at tað er. Í øllum førum um støðan verður sum nú, men tað kann kanska verða, at eg
bólkinum, verða luttakararnir HB, ÍF og NSÍ. Finaluumfarið millum teir tríggjar bólkavinnararnar verður í Sørvági. Allir dystirnir vera tvær ferðir fimtan minuttir. Í fjør vann HB Koyriskúlasteypið. Gentur [...] KÍ. Í bólki B, sum fer at spæla í Gundadali, eru B68, HB og VB, og í bólki C, sum eisini fer at spæla í Gundadali, eru B36, B71 og NSÍ. Í fjør vann HB Cadbury steypið. Smágenturnar skulu spæla á Toftum og [...] fer at spæla í Runavík, og í honum eru B36, EB/Streymur, HB, NSÍ og VB. Í B bólkinum, sum fer at halda til á Svangaskarði, skulu spæla B68, B71, ÍF og KÍ. Finaluumfarið verður í Runavík. Tá skulu bestu liðini
Frem ? Fritleif í Lambanum, ÍF ? Allan Tungá, OB (Steffan Kalsø, KÍ, 38.), Jústinus H. Hansen, NSÍ (Borgar Kristiansen, Skála, 66.), Jónas Þór Næs, Frem, Svenn D. Jacobsen, HB (Jón Jacobsen, KÍ, 66.) ? Bogi [...] ikki kundi fara við til Rumenia. Í síðsta landskappingardystinum, sum meistararnir úr VB spældu ímóti HB ? havnarmenninir vunnu 5?1 ? varð Poul knæskaddur. Teir vóru bangnir fyri, at talan var um liðbandsskaða [...] Emil Nolsøe Leifsson, liðformaður, Frem, Mikkjal T. Hentze, B71, Ovi Magnussen, B68 ? Páll M. Joensen, HB. Tað er rættuligt heystarveður í Bukarest ? vindur, regn og hitastigini eru ikki fleiri enn fimm.